41% av samlaða fólkatalinum býr í Tórshavnar kommunu

1. januar 2013 búðu 12.222 fólk í Havn. (Mynd Vagnur)

1. januar 2013 búðu 12.222 fólk í Havn. (Mynd Vagnur)

Í faldaranum “Kommunan í tølum”, sum Tórshavnar kommunu gav út í 2013, eru nógv áhugaverd hagtøl. Millum annað sæst, hvussu nógv fólkatalið er vaksið í Tórshavnar kommuni heilt aftur til 1801, og hvussu nógv fólkatalið er vaksið í %-um av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Vit fingu altíð at vita sum ung, at í ár 1901 búði 10% av samlaða fólkatalinum í Føroyum í høvuðsstaðnum, men hesi %-ini er fleirfaldað. Størsta tilflytingin til høvuðsstaðin fór fram frá 1950 til 1975, tá ið fólkatalið í Tórshavnar kommunu vaks frá 17,6% til 28% av samlaða fólkatalinum í Føroyum.

Stórt umskifti fór fram í Føroyum eftir seinna heimsbardaga. Nógv fólk var heima undir krígnum, og mær er sagt, at tá búðu heili 170 fólk í Mykinesi, og at oyggin varða rópt “Færøernes spisikammer”, tí har var nógmikið til matna. Árini eftir kríggið fór stór miðsavnan fram í vesturheiminum. Sum árini gingu blivu stóru býirnir og bygdarnar størri, meðan fólkatalið minkaði á smærru plássunum. Og soleiðis var eisini í Føroyum.

Hoyvík veksur framvegis, og 1. januar 2013 búðu 3.710 fólk í Hoyvík. (Mynd Vagnur)

Hoyvík veksur framvegis, og 1. januar 2013 búðu 3.710 fólk í Hoyvík. (Mynd Vagnur)

Eg minnist væl sum smádrongur í Havn, tá fólk um landið streymaðu til Havnar, og at hvør kjallari í Havn var leigaður til fólk av bygd. Nýggir býlingar sóu dagsins ljós millum annað øll raðhúsini í eysturbýnum og nýggi býlingurin “Líðirnar” úti í Grønlandi. Nógv arbeiði var at fáa í Havn, og tí fluttu fólk til Havnar. Fyrst í 1950-árunum vóru tildømis hálvhundrað skúlabørn við Gjógv, men nú ganga einki skúlabørn í bygdini. Fara vit til oyggjar Hestur, Skúvoy, Svínoy ella Fugloy, so er fólkatalið minkað burtur í einki, og har búgva næsta bara eldri fólk, og framtíðin hjá oyggjunum er døpur.

Fara vit aftur til faldaran “Komunan í hagtølum”, vaks fólkatalið frá 1950 til 1975 í Tórshavnar kommunu úr 17,6 % til 28% av samlaða fólkatalinum í Føroyum, og frá 1980 til ár 2000 vaks fólkatalið í Tórshavnar kommunu frá 30% til 38% av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Men vit skulu minnast til, at í hesum tíðarskeiði koma fleiri smáar kommunur upp í Tórshavnar kommunu millum annað Argir og Hoyvík.

1. januar 2013 búðu 1.991 fólk á Argjum. (Mynd Vagnur)

1. januar 2013 búðu 1.991 fólk á Argjum. (Mynd Vagnur)

1. januar 2013 búðu 19.759 fólk í Tórshavnar kommunu. 12.222 fólk í Havn, 3.710 fólk í Hoyvík, 1.991 fólk á Argjum, 934 fólk í Kollafirði, 217 fólk í Nólsoy, 233 fólk í Kalbak, 213 fólk á Velbastað, 74 fólk í Kirkjbø og 21 fólk í Hesti. Onnur áhugaverd hagtøl eru eisini í faldaranum. Ein teigur eitur “Fólkatal eftir aldri og kyni”. Og har sæst, at í aldrinum 0-14 ár eru dreingirnir fleiri enn genturnar, men í aldrinum 15-24 ár eru genturnar nógv færri enn dreingirnir. Í aldrinum 25-65 ár eru menninir fleiri, men í aldrinum 66 ár og eldri er kvinnurnar nógv fleiri. Orsøkin er, at kvinnurnar liva í miðal seks, sjey ár longri enn menninir. (Vagnur)

1. januar 2013 búðu 934 fólk í Kollafirði. (Mynd Vagnur)

1. januar 2013 búðu 934 fólk í Kollafirði. (Mynd Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *