Kvinnurnar stýra hondbóltsfeløgunum í Suðurstreymoy

jkjkjk

Eg havi ikki angrað avgerðina at taka við forkvinnustarvinum í Kyndli, sigur Maibritt. (Mynd Vagnur)

Uttan iva geva fólk sær ikki far um, at forkvinnurnar í Kyndli, Neistanum, H71 og ÍA eru kvinnur. Eisini er forkvinnan í Hondbóltssambandinum kvinna. Sig so tað. Í Kyndli eitur forkvinnan Maibritt Johannessen, sum ikki sjálv hevur spælt hondbólt, men sum eigur trý børn, sum spæla í Kyndli. Bárður maður Maibritt kenna vit sum málmann í HB og sum spælara og venjara í Kyndli. Hvat fær eina 44 ára gamla konu at taka av ábyrgdarfullum starvi sum forkvinna í stórum hondbóltsfelag? Maibritt er nýggj í nevndini í Kyndli. Hetta hava eg tosað við Maibritt um, sum millum annað sigur, at tað er áhugin og forvitni um felagsarbeiði, sum fekk hana at taka við avbjóðingini.

Maibritt spældi í nógv ár á besta liðnum hjá B36

Maibritt spældi í nógv ár á besta liðnum hjá B36

Maibritt hevur ikki spælt hondbólt og er uppvaksin i Kyndli, men hon spældi nógv fótbólt við B36 og gjørdi nakað av fimleiki sum heilt ung. Mamman er úr Øravík og pápin frá Norðskála, og foreldrini bæði hava hvørki spælt hondbólt ella fótbólt. Maibritt og Bárður eiga børnini Beintu 18 ár, Andrias 13 ár og Ásu 10 ár, sum øll spæla í Kyndli. Men hvussu fekk Maibritt áhuga í hondbólti?

– Eg kom at fylgja børnunum á hondbóltsleiðini frá ungum árum. Mær dámdi væl at síggja tey spæla, og mær dámdi eisini væl at síggja vaksnamannadystirnar, har Bárður eisini spældi. Tað byrjaði við minihondbólti, men seinni vandu Sólvá Eystberg og Bárður dóttrina Beintu. Tá tey fóru á bygd at spæla, fylgdu vit onnur við at hyggja at dystum. Hetta føldist lætt og var stuttligt fyri meg, tí mangan hoyra vit um summi foreldur, sum ikki tíma væl at koyra til útidystirnar. Mær hevur altíð dámað hetta væl.

– Umframt at hyggja at dystum í Føroyum, var eg eisini við børnunum, tá tey spældu hondbólt uttanlands. Havi verið í Dronninglund, Partille cup, og so ikki at gloyma ógloymandi ferðina í Spania í 2011. Við á ferðini vóru heilt nógvir spælarar, foreldir og systkin. Fantastisk hondbóltsferð, sum eisini gjørdist familjuferð.

– Í Spania sóu vit hondbóltsspæl, sum vit ikki vóru von at síggja í Føroyum. Sponsku liðini tóku rætt og slætt okkara spælarar á bóli, tí tey vardu so langt frammi á vølli, at okkara spælarar høvdu fyrstu dystirnar ikki vápn ímóti hesum spæli. Nøkur kyndilslið taptu stórt, tá tey møttu sponsku liðunum fyrstu ferð, sigur Maibritt.

Eg veit, at Maibritt var frálíkur fótbóltsspælari í B36, og hon hevði eisini ávíst tilknýti til Losjuna, har Kyndil hevur sín uppruna. Og hon sigur víðari.

kjkjkjNøvnini frá vinstru eru: Jákup í Stórustovu, venjari, Eva Vang, Eyðdis Reinert, Hildur Nielsen, Monja Hammer, Marian á Borg, Maibritt Johannessen (Joensen), Jóhanna á Rógvi (Kristiansen) , Birgir Sondum, venjari Jóhanna á Bergi (Vang), Judith E. Joensen, Rannvá Hansen, Durita Rouch, Súna Mørk og Anja Rein.

B36 eftir steypafinalusigur: Frá vinstru: Jákup í Stórustovu, venjari, Eva Vang, Eyðdis Reinert, Hildur Nielsen, Monja Hammer, Marian á Borg, Kristina Hoydal, Maibritt Johannessen (Joensen), Jóhanna á Rógvi (Kristiansen) , Birgir Sondum, venjari. Fremst f.v: Jóhanna á Bergi (Vang), Judith E. Joensen, Rannvá Hansen, Durita Rouch, Súna Mørk og Anja Rein.

– Sum ung kom eg í Losjuna, og um tað mundið var nógv ungdómsvirksemi har, og eg kom eisini í Uppistovu. Fótbóltsfelagið hjá mær var B36, og eg byrjaði at spæla fótbólt sum ung genta og endaði seinni á besta liðnum. Eg havi vunnið eitt meistaraheiti í bestu deildini, og hetta var í 1996, og so vunnu vit steypakappingina 1993, 1994 og 1995. Kappast var um Dagblaðssteypið, sum vit vunnu til ognar.

– Tá tú spyrt, hví eg tók við sum forkvinna í Kyndli í summar, so er svarið einfalt. Ætlanin var sum nýggj í nevndini ikki at gerast forkvinna, men tað vildu hini í nevndini. Eg tók tað sum eina avbjóðing og eisini av forvitni og áhuga fyri felagsskapinum. Hetta at skilja avgerðirnar, sum tiknar eru í Kyndli, og hvat gongur fyri seg í nevndararbeiði.

kjkj

Eg haldi, at spælarar og onnur í Kyndli er ógvuliga positiv, so vit í nevndini kunnu bara vera nøgd. (Mynd Vagnur)

– Nú eru nakrir mánaðir farnir, síðani eg tók við starvinum, og eg havi ikki angrað avgerðina. Eg haldi, at vit hava góða nevnd, har vit eru felags um alt í felagnum. Lyklaorðið er opinleiki, har øll í nevndini vita, hvat hvør ger og fer fram. Spælarar og onnur í felagnum skulu merkja, at nýggj nevnd nú situr við róðri í Kyndli, har vit koma við nýggjum og øðrum uppskotum,  og at vit gera okkurt øðrvísi.

–  Eg haldi, at vit øll í nevndini eru nøgd við fyrstu mánaðirnar, og tað merkja vit eisini á spælarum í felagnum bæði yngri og eldri. Stóra fíggjarliga takið hjá okkum er nýggi ungdómsvenjarin, sum venur kvinnurnar og hevur eyguni við øllum ungdómsliðunum.

– Tú spyrt – sum vera mann – um tað figgjarliga, og hvussu støðan er í løtuni ítróttaliga í Kyndil? Vit hava góðan kassameistara, og tað fíggjarliga og ítróttaliga skal sjálvandi ganga hond í hond. Tiltøk skulu leipandi fyriskipast, og eg haldi, at fólk eru ógvuliga  positiv. Alt er ein avbjóðing hjá okkum í nevndini bæði fíggjarliga og ítróttaliga.

– Vit hava lið við í øllum deildum, og seinnu árini hava vit havt so mikið nógvar gentur, at vit hava fleiri enn eitt lið í mest sum øllum deildum. Í dreingjadeildunum missa vit spælarar til fótbóltin, so í onkrum árgangi er bara eitt lið, men vit eru tó væl nøgd, sigur Maibritt at enda, sum sigur seg ikki angra at hava tikið við álitisstarvinum í Kyndli. Fólk eru positiv, og at felagið í løtuni er á rættari kós, sigur hon.

Í nevnd Kyndils er Maibritt Johannessen, forkvinna, Ussa Hansen, næstforkvinna, Dánial Jakobsen, kassameistari, Eyðfinn Guttesen, skrivari, Salua Manai, nevndarlimur og Ásbjørn Nattestad tiltakslimur.

Tá eg í yvirskiftini skrivi, at kvinnurnar stýra hondbóltinum í Suðursteymoy, so er Maibritt Johannessen forkvinna í Kyndli, Súna Mørk forkvinna í Neistanum, Anna Dam forkvinna í H71 og Sunrid í Gong forkvinna í ÍA á Argjum. Og so kunnu vit eisini nevna, at Gunn Ellefsen er forkvinna í Hondbóltssambandinum. (Vagnur)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *