Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd av HB liði frá 1961

HB. St.f. vinstu Thorstein Dal- Christiansen, liðleiðari, Birgir Hansen, Eivind Dam, Wardum, Burnamann Niclasen, Jákup Luth Joensen og Esbern. Húkandi f.v: Marius Johan Jensen, Frank Dam, Petur Sigurð Rasmussen, Ólavur Lambaa og Brynjer Gregoriussen. Spælarin við steypinum er Jógvan á Lað.

Mynd av HB í 1961 tikin í Fuglafirði. St.f. vinstru Thorstein Dal- Christiansen, liðleiðari, Birgir Hansen, Eivind Dam, Suni Wardum, Burnamann Niclasen, Jákup Luth Joensen og Esbern Joensen. Húkandi f.v: Marius Johan Jensen, Frank Dam, Petur Sigurð Rasmussen, Ólavur Lambaa og Brynjer Gregoriussen. Spælarin við steypinum er Jógvan á Lað.

Í 1989 fylti ÍSF 50 ár og gav í hesum sambandi út bókina Ítróttasambandið 50 ár. Áhugavert at blaða í bókini, men óheppið, at fleiri liðmyndir ikki hava myndatekst. Ólavur Lambaa var formaður í ÍSF frá 1962 til 1972, og í greinini Hugfar, sum Ólavur skrivar,  er forvitnislig mynd av HB liði, har eg minnist allar spælararnar, men eingi nøvn og árstal er undir myndini. HB spælararnir eru ikki í vanliga stríputa leikbúnanum. Eg setti mær fyri at finna út av, nær myndin er frá, og hetta er sum at fara á flot. Læs resten →

Úr myndasavninum – Nøkur góð ungdómsminni niðri í Bøgøtu

Mynd Havnin – fólk og yrki. Ólavur Højgaard málaði málningin í 1990. Í kjallarnum í reyða húsinum var bakarí, og sølubúðin var á næstu hædd.

Vit ungu, sum búðu uppi við Landavegin, leitaðu mangan oman til sjóvarmálan. Vestarabryggjan, Skálatrøð, Álaker, Skipasmiðjan og niðri við Rættará vóru partar av okkara stóra spæliplássi. Konradsbrekka, har vit skreiddu um veturin, og Bøgøta skamt frá, vóru eisini áhugaverd pláss fyri okkum ungu. Tá eg Í bókini Havnini – fólk og yrki kom fram á mynd av bakarínum í Bøgøtu, merkti eg í nasagluggunum angan av bakaðum breyði, sjálvt um tað eru fleiri enn fýrati ár síðani, at bakaríið læt aftur. Tað var Gamli Andreas í Horni, sum í 1894 fór at baka breyð í Bøgøtu, og sum hann seinni læt soninum Gunhardi Samuelsen upp í hendur at leiða víðari. Gunhard, sum andaðist í 1972, minnist eg væl. Og Gunhard var góður við okkum ungu, og mangan gav hann svongu unglingum heitar skorpur. Merki enn smakkin av heitu skorpunum. Læs resten →

Úr myndasavninum – Tey riðu kapp á Sundsvegnum í farnu øld

Teir ríða kapp á Sundsvegnum fyrst í farnu øld. Nógvir ásoðarar fylgja ríðingini.

Teir ríða kapp á Sundsvegnum fyrst í farnu øld. Nógvir áskoðarar fylgja kappríðingini.

Kappríðing í Føroyum hevur áhugaverda søgu, og eg minnist, tá ið tey riðu kapp úti á Velbastaðvegnum, har altíð nógv fólk hugdu at. Í 1972 fóru tey niðan í Marknagil at ríða kapp, tá ið nýggj rennibreyt við startbásum var gjørd har. Fyri kortum fekk eg mynd í hondina, sum sýnir kappríðing á Sundsvegnum, har tey riðu kapp, áðrenn farið varð út á Velbastaðvegin í 1926. Nú sveima tankarnir: Læs resten →

Úr myndasavninum – Myndir sendar úr Klaksvík vekja góð hondbóltsminni (e)

Henning Eysturoy, sáli, handar steyp á ólavsøku 1970 ella 1971. Forvitin unglingi við longum hári og klaksviksgenturnar Sunneva, Sigrid, Jórun, Sigrid og Jónfríð lýða á.

Nú ein dagin fekk eg tvær myndir sendandi úr Klaksvík, og tær vekja góð minni. Á myndunum eru fleiri kvinnur úr Stjørnuni, sum vóru kend hondbóltsandlit tá. Fleiri teirra spældu eisini á fyrsta føroyska hondbóltslandsliðnum. Læs resten →

Málið um bummgjaldið í undirsjóvartunlunum er áhugavert mál

Marjus Dam er ótroyttuligur í stríðnum um at fáa strikað bummgjaldið í undirsjóvartunlunum. Sjálvur haldi eg, at Marjus er ikki taktiskur í málinum, tí fólk flest kring landið eini 80% taka ikki undir við at strika bummgjaldið, og tú sært heldur ikki í fjølmiðlunum undirtøku at avtaka bummgjaldið. Føroyingurin er jú ikki býttur. Var talan um eina samhaldsfasta skipan fyri alt landið, var undirtøkan 100%. Hóttanir eru komnar úr Vágum um at stevna, men hetta eru alt tómar hóttanir, tí fólk við skili vita, at tað nyttar einki at stevna, tí málið um bummgjaldið er politiskt mál, eins og ein samhaldsføst skipan eisini er. Læs resten →

Sophus Dal-Christiansen sigldi í 1946 til Danmarkar í 6-mannafari

14. juni 1946 fara Sophus og báturin Guðrun TN 8 út um Molan. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Bøkurnar Havnin – fólk og yrki eru valaverk skrivað og sett saman av Birgari Johannessen. Tá eg í gjárkvøldið kagaði eina løtu í eini bókini, kom eg á síðu 370 at síggja nakað áhugavert, sum eg ikki rættliga visti um. Síggi tvær myndir av einum 6-mannafari og Johan Sophus Dal-Chistiansen (1888-1969) í bátinum. Myndirnar eru frá 1946, og tá er maðurin 58 ára gamal. Sophus ætlar sær at sigla til Danmarkar í einum opnum 6-mannafari við 3,5 hk motori. Henda ferðin, sum í dag vit kanska høvdu sagt var óðamannaverk, skuldi gerast eitt satt bragd og eisini hættislig, tí báturin Guðrun TN 8 fekk skaða á ferðini, tá stevnið skrædnaði. Læs resten →

Úr myndasavninum – Hesir slóðaðu fyri at menna neistaliðini (e)

Neistamenn 1964. St.f.v: Jógvan (Egga) Jensen, Jákup (Bass) Dahl, Hans Mortensen og Gunnar Ihlen. Húkandi f.v: Hildibjart Johansen, Jens av Reyni, Christian Jørgenen og Johnny Reinert.

Tá ið eg sum trettan, fjúrtan ára gamal setti fótin fyrstu ferð á hondbóltsvøllin í Gundadali, vóru tað spælararnir á myndini, sum mannaðu besta liðið hjá Neistanum. Um hetta mundið gjørdist Hans Mortensen formaður, sum loysti av Gunnar Ihlen. Hetta vóru ungir menn, sum høvdu stórar ætlanir um framtíð Neistans. Teir bygdu Neistahúsið, sum seinni bleiv til ÍSF-húsið.  Læs resten →

Kyndilsmenn hava veruliga birt spenning aftur í stigatalvuna

VÍF og Kyndil spæla helst avgerandi dyst í Vestmanna 15. apríl til tess at koma í FM-finalurnar.

Harða venjingin við Andreas F. Hansen á odda í langa steðginum í landskappingini hevur givið kyndilsmonnunum so mikið nógv stig á seinstu tríggjar dystirnar, at liðið hevur eins góðar møguleikar og VÍF og KÍF at spæla FM-finalurnar ímóti H71. Hyggja vit í stigatalvuna, so talar alt fyri, at endaliga avgerðin fellir ikki fyrr enn seinastu dystirnar í grundspælinum 15. apríl, har VÍF og Kyndil spæla í Vestmanna og KÍF og H71 spæla í Kollafirði. Læs resten →

Politiska hornið – Nøkur orð um fiskivinnuskipan, bummgjald og Kringvarpið

Vágatunnilin er í tryggjum hondum hjá P/F Vágatunnilin. (Mynd Vagnur)

Nógv áhugaverd politiksk mál eru í løtuni í fjølmiðlunum. Mest fyllir nýggja fiskiveiðuskipanin, men eisini bummgaldið í undirsjóvartunlunum, og at fólk í Fólkaflokkinum enn einaferð leggja eftir Kringvarpinum. Tá talan er um nýggja fiskiveiðuskipanin, so halda fólk, eg tosi við, at ketan hjá vanliga fólkinum fyri langari tíð síðani er dottin av tannhjólinum. Vit klára ikki at fylgja við, har hóttanir úr Norðoyggjum, niðarlaging av fiskiveiðuøkjum í Føroyum, uppboðssøla og kvotur flúgva um oyrini á fólki. Guð viti, um tey koma á mál innan 1. januar komandi. Annað mál er bummgjaldið í undirsjóvartunlunum, sum er áhugavert mál. Læs resten →

Úr myndasavninum – Kirkjan kundi verið bygd liðug í 1865

Fólk vita ikki rættiliga, hvat skal gerast við Múrin. (Mynd Fólkini Úti á Bø)

Fólk vita ikki rættiliga, hvat skal gerast við Múrin. (Mynd Fólkini Úti á Bø)

Arnstein Niclasen gav út forvitnisligu  bókina “Fólkini úti á Bø”. Úti á Bø er bygdarlag sunnan fyri Kirkjubø, har tveir uppsitarar við familju hildu til í meira enn hundrað ár. Í 1894 fóru tey seinastu fólkini av bygdini og heim til Havnar at búgva. Eg fari seinni at ummæla bókina, men enn er øll bókin ikki lisin. Í hesi grein havi eg fingið loyvi frá rithøvundanum at vísa á brot úr bókini um Múrin, sum varð bygdur um ár 1300. Mangt kjakið hevur verið um Múrin, men í 1865 var næstan komið á mál at fáa katólsku kirkjuna liðugtbygda. Og Arnstein greiður soleiðis frá um átakið í 1865. Læs resten →