Úr myndasavninum – Nøkur góð ungdómsminni niðri í Bøgøtu

Mynd Havnin – fólk og yrki. Ólavur Højgaard málaði málningin í 1990. Í kjallarnum í reyða húsinum var bakarí, og sølubúðin var á næstu hædd.

Vit ungu, sum búðu uppi við Landavegin, leitaðu mangan oman til sjóvarmálan. Vestarabryggjan, Skálatrøð, Álaker, Skipasmiðjan og niðri við Rættará vóru partar av okkara stóra spæliplássi. Konradsbrekka, har vit skreiddu um veturin, og Bøgøta skamt frá, vóru eisini áhugaverd pláss fyri okkum ungu. Tá eg Í bókini Havnini – fólk og yrki kom fram á mynd av bakarínum í Bøgøtu, merkti eg í nasagluggunum angan av bakaðum breyði, sjálvt um tað eru fleiri enn fýrati ár síðani, at bakaríið læt aftur. Tað var Gamli Andreas í Horni, sum í 1894 fór at baka breyð í Bøgøtu, og sum hann seinni læt soninum Gunhardi Samuelsen upp í hendur at leiða víðari. Gunhard, sum andaðist í 1972, minnist eg væl. Og Gunhard var góður við okkum ungu, og mangan gav hann svongu unglingum heitar skorpur. Merki enn smakkin av heitu skorpunum.

Bakarin Gunhard Samuelsen (1906-1972) Bakarin var góður við okkum ungu.

Bakaríið í Horni var í kjallaranum í reyða húsinum, sum vit síggja á myndini. Frálíki angin av heitum breyði var dragandi. Mangan lótu vit hurðina upp í kjallaranum til tess at fáa skorpur, sum vóru skornar av breyðum, áðrenn tey fóru upp í krambúðina. Skorpur vóru ikki altíð at fáa, men vit vistu, nær stórur møguleiki var at fáa skorpur, og onkuntíð vóru skorpurnar heitar og aðrar tíðir kaldar. Stórur eftirspurningur var eftir skorpum og gomlum breyðum og køkum, sum ikki vóru seld, tí tá í tíðini vóru nógvar hønur og dunnur nógvastaðni í Havn.

Gunhard Samuelsen andaðist sum nevnt í 1972, tó hevði bakaríið opið nøkur ár aftrat, men so læt tað aftur. Niðri í Bøgøtu var nógvur ungdómur, og serliga minnist eg, hvussu nógvir dreingir spældu fótbólt í Bøgøtu. Teir høvdu fótbóltslið, sum spældi dystir ímóti dreingjum ymsastaðni í býnum. Kendi HB-arin Eirikur Rasmussen, sáli, var ein av stjørnunum í Bøgøtu. Hann var úrmælingur við fótbóltinum. At hann so átti systkinabarn, sum æt Yvonna og búði í Bøgøtu, og sum vit dreingir hildu vera so vakra, er ein onnur søga.

Minnist eisini Børga Due Sørensen, sum hevði matstovu í Bøgøtu. Matstovan æt Stjørnan, men ikki minnist meg hava verið inni í Stjørnuni, meðan Børge var har, men seinni, tá Christian Hansen, Christian í Stjørnuni, sum vit róptu hann, yvirtók Stjøruna, vóru vit onkuntíð á gátt og keyptu okkum sodavatn. Chirstian í Stjørnuni, sum vit kendu væl, flutti niðan í Sverrisgøtu. Seinast í 1960-árunum flutti Christian til Danmarkar, og ikki eru so nógv ár síðani, at eg hitti Christian í havnargøtum.

Nógv annað áhugavert var í Bøgøtu og í Konradsbrekku. Kioskin hjá Ejleri Dam, bommvirkið longri upp í Bøgøtu, el-virksemið hjá Einari Mikkelsen, og so báðar smiðurnar tann hjá Askham og smíðjan í Lítluvík. Jú, tú fekst altíð tíðina at ganga, tá leiðin gekk av Landavegnum og oman í Bøgøtu, Konradsbrekku og har á leiðini.

Komi júst at hugsa um, at tá mamma bað okkum fara heim á meiaríið at keypa mjólk við spann í aðrari hondini og eina tvey krónu í hinari hondini. Tú skuldi keypa tveir litrar av mjólk í spannina, sum kostaði 90 oyru liturin. Tey tjúgu oyruni, sum lupu av, átti tú, og fyri tey kundi tú keypa tvær lakresstengur úr kioskini hjá Ejleri í Konradsbrekku. Nógv góð minni í Bøgøtu, Konradsbrekku og har á leiðini. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *