Úr myndasavninum – Myndir sendar úr Klaksvík vekja góð hondbóltsminni (e)

Henning Eysturoy, sáli, handar steyp á ólavsøku 1970 ella 1971. Forvitin unglingi við longum hári og klaksviksgenturnar Sunneva, Sigrid, Jórun, Sigrid og Jónfríð lýða á.

Nú ein dagin fekk eg tvær myndir sendandi úr Klaksvík, og tær vekja góð minni. Á myndunum eru fleiri kvinnur úr Stjørnuni, sum vóru kend hondbóltsandlit tá. Fleiri teirra spældu eisini á fyrsta føroyska hondbóltslandsliðnum.

Um tað mundið, tá ið myndirnar eru tiknar, fer føroyskur hondbóltur líðandi frá uttanduraspæli til innanduraspæl. Høllin í Klaksvík kom í 1968 og høllin í Havn í 1970. Liðmyndin er frá 1971. Hin myndin er óivað frá 1968, har Stjørnan vinnur steyp á ólavsøku. Tað er Henning Eysturoy, sáli, sum handar steypið á uttanduravøllinum í Gundadali.

Annars hava kvinnurnar úr Stjørnuni vunnið FM-heitið átta ferðir. Í 1945, 1977, 2000, 2004, 2006, 2007, 2008 og 2010. Á ovara myndini sæst undirritaði við longum hári. “Det var dengang”. Myndin er frá 1970 ella 1971, tí sambært ólavsøkuskránni, spældi Stjørnan ímóti Neistanum á ólavsøku hesi árini.

Henning Eysturoy, sáli, sum handar Stjørnuni ólavsøkusteypið var formaður í Neistanum seinast í 60 árunum og fyrst í 70 árunum. Vinmaður hansara Egin Slættanes, sáli, var tá kassameistari í Neistinaum. Kona Egin og kona Henning vóru systrar. Tað var ferð á Neistanum, tá ið teir báðir stýrdu felagnum. (Vagnur)

Stjørnan 1971: Standandi f.v: Sunneva Ljósstein, Jacobina Joensen, Inger Nerup og Guðrun Poulsen. Húkandi f.v: Sigrid Andreasen, Sigrid Johannesen, Jórun Ljósstein, Jónfríð Sólbjørg og Ása Mikkelsen

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply