Marjus Dam er ótroyttuligur í stríðnum um at fáa strikað bummgjaldið í undirsjóvartunlunum. Sjálvur haldi eg, at Marjus er ikki taktiskur í málinum, tí fólk flest kring landið eini 80% taka ikki undir við at strika bummgjaldið, og tú sært heldur ikki í fjølmiðlunum undirtøku at avtaka bummgjaldið. Føroyingurin er jú ikki býttur. Var talan um eina samhaldsfasta skipan fyri alt landið, var undirtøkan 100%. Hóttanir eru komnar úr Vágum um at stevna, men hetta eru alt tómar hóttanir, tí fólk við skili vita, at tað nyttar einki at stevna, tí málið um bummgjaldið er politiskt mál, eins og ein samhaldsføst skipan eisini er.
Tá eg hugsi um bummgjaldið í undirsjóvartunlunum, kagið eg eisini inn í framtíðina, tí tað koma næstu árini tveir langir nýggir tunlar Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Har skal gjaldast til tess at koyra ígjøgnum, og lánið úr USA er ikki afturgoldið fyrr enn fjøruti ár. Siga vit, at fólk í Suðurstreymoy og í Eysturoynni knappliga taka seg saman, at nú vilja tey ikki longur gjalda bummgjald Tey leggja press á politisku skipanina og fara aftur at koyra eftir núverandi farleið, so fer Eystuoyartunniln á húsagang. Alt hetta kann gerast eftir einum degi.

Tá eg í Havn tosi við fólk um bummgjald, so halda mest sum øll, at sjálvandi skal tað kosta at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar. Uttanlands kostar eisini at koyra gjøgnum bæði undirsjóvartunlar og stórar og langar brúgvar, sum binda saman oyggjar. Fólk halda, at undirsjóvartunlarnir í Føroyum liggja tryggast og best í hondunum á partafelagnum, sum rekur tunlarnar. Bummgjaldið er lækkað seinnu árini, og uttan iva fer tað at lækka enn meira.
Bummgjald má vera til tess at halda tunlarnar í góðum og tryggum standi, og ein undirsjóvartunnil kann sjálvandi ikki sammetast við tunlarnar upp á landi. Vil at enda siga, at spennandi verður ay fylgja við, um løgmaður og Henrik Old fara at boyggja seg fyri Marjusi og teimum, sum bara eru 20% av teimum, sum brúka Vágatunnilin. Tey ferðandi, sum skulu á flogvøllin, hava einki ímóti at gjalda nakrar krónur í bummgjaldið, eitt gjald, sum er evarska lítil brotpartur av ferðakostnaðinum, tá fólk fara út í heim.
Bakkar politiska myndugleikin í málinum um bummgjaldið, so er skiðan lopin, og vit koma at uppliva enn fleiri slík krøv kring landið næstu árini. Marjus skal steðga at oysa tilfar um bummgjaldið út í fjølmiðlarnar, ístaðin skal hann brúka orkuna at fáa í lag eina samhaldsfasta skipan fyri alt landið. Hann skal eisini arbeiða fyri teimum, sum sigla um Suðuroyarfjørð og út á smáplássini. Gera hann tað, so koma vit onnur upp í kórið. (Vagnur)