
Standmyndin varð avdúkað 5. juni 2006. Hans Pauli Olsen listamaður gjørdi standmyndina .(Mynd Vagnur)
Vesturkirkjan er granni við barndómsheim mítt við Landavegin, og á bønum, har kirkjan stendur, spældu vit sum børn. Stóri steinurin á bønum vekir serlig minni, tí á steininum spældu og sótu børn dagliga. Steinurin var á en ella annan hátt dragandi. -Vit áttu stóra steinin, og har kundu vit í friði sita við okkara dreymum, hildu vit. Grundarsteinurin til kirkjuna varð lagdur í 1968, men ikki fyrr enn 24. februar 1971 var samkoma á bønum, har menn frá byggifyritøkuni Lamhauge & Waagstein settu fyrstu spakarnar í hógvin. (Greinin skrivað í 2018) Læs resten









