
Tá vit eftir deyða Vagn Erik pápabeiggja ruddaðu millum annað í myndagoymsluni, komu vit fram á myndina omanfyri, sum vit kenna úr ymsum bókum. Hetta er góð upprunamynd, sum Vagn Erik hevur ognað sær. Aftan á myndini stendur: Á Ellisheiminum 1941-42. Myndin er tikin við vestara enda á Ellisheiminum, tí vit síggja bakkan móti vestri. Ellisheimið var bygt í 1935. Vit síggja á hjálmunum stavirnar CL, sum merkir sevila loftverjan. Eitt av arbeiðunum hjá loftverjuni var at ganga millum húsini í Havn til tess at syrgja fyri, at einki ljós var at síggja í vindeygunum, tí Havnin var myrkaløgd um hetta mundið. Týsk flogfør vóru at síggja yvir Havnini, og tey gjørdust naskari og naskari.
Mamma okkara segði, at tey fluttu í skundi í húsini við Landavegin í 1942, sjálvt um húsini vóru ikki liðug. Hetta, tí enska hervaldið vildu hava húsini til soldatar at húsast í. Hetta var ikki hugaligt, tí at sita ung hjún í myrkaløgdum húsi, var einki gott at minnast aftur á, segði mamma. Hon mintist seint eitt kvøldið, at nú bankaði hart á dyrnar niðriundir, og í durunum stóð tvey fólk í CL hjálmi. Ørindni vóru, at ljós kom úr einum vindeyga. Mamma og pápi at leita, jú, mín sann, nál var loysna í dúkinum í einum vindeygahorni. Hetta bleiv rættað, og so takkaðu bæði CL fólkini fyri seg.
Tað løgna við myndini er, at Vagn Erik pápabeiggi er føddur 14. juni 1927, so hann er á myndini bara fjúrtan, fimtan ára gamal unglingi. Vagn Erik plagdi at siga, at eitt av arbeiðinum hjá Sivilu loftverjuni var at syrgja fyri, at Havnin var myrkaløgd. Tey gingu í vaktum oftast tvey og tvey millum húsini til tess at kanna, um ljós kom úr húsum, og um so var, bankaðu tey á dyrnar hjá fólki, so tey fingu okkurt klæði fyri vindeyguni. Áhugaverd og góð mynd, og tú kennir mest sum øll fólkini. (Vagnur)
