Ørvamenninir kannaðu sær bitan ov tíðliga í 2003 – taptu á ólavsøku

Ørvur hevði í 2003 vunnið allar seks fyrstu FM-róðrarnar. Men taptu ólavsøkuróðurin, sum Kvívíkingur vann. Her vinnur Kvíkingur ólavsøkuróðurin. Myndin tikin av Ískaini í 2003. (Mynd Vagnur)

Um nakrar fáar tímar rógva tey seinastu FM-róðrarnar. Teinurin er 901,25 metrar. Ólavsøkuróðranir eru heilt serligir, tí málið er stutt, áskoðararnir heilt nógvir, ja, og so er mest sum altíð okkurt óvæntað úrslit. Ólavsøkuróðurin vilja manningar vinna, sum at meta sum steypafinalurnar í bóltspølunum.

Komi at hugsa um serligan róður í 2003. Stóð á ”Ískaini” og tók nakrar myndir. 8-mannafarið Ørvar hevði trygt vunnið allar seks róðrarnar higartil, og sagt var, at skipað var fyri stórari veitslu í Hoyvík, tí so nógvir hoyvíkingar róðu við Ørvi. Serliga troyggjur vóru eisini prentaðar. Men hvat hendi?

Kvívíkingur tók allar fótalunnarnar úr bátinum, tí teir ætlaðu at rógva allan teinin í bekk. Óðamannaverk, hildu summi, men teir fóru eftir møguleikanum.

Eg stóð klárur á Ískaini við myndatólinum, tá bátarnir komu inn um Molan. Kvívíkingur eina bátslongd á odda. Helt, at ørvamenninir vóru so mikið góðir og treystir, at teir fóru at taka Kvívíking, sum uttan iva vóru fyrilagstir á hálvum Molanum.

Ørvamenninir høvdu kannað sær bita ov tíðliga, tí Kvívíkingurin vann róðurin . Bátsformaðurin Halgir Dahl Olesen segði mær eftir ólavsøku í 2003, at hann ongantíð hevði verið so vónbrotin í ítrótti, sum henda dagin. Halgir var tá eisini frálíkur hondbóltsspælari.

Spennandi, um okkurt slíkt hendur ólavsøkuaftan á Havnarvág. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply