
Nógv havi eg góð minnini frá kappróðri, har eg eri og var eitt slag av hjálparmanni. Kom av tilvild at stima við Havnarbátinum í 1996, og hetta skuldi gerast góð upplivilsi saman við vælvandum og fyrikomandi rógvarum. Ì fleiri ár stimaði eg hvørt venjingarkvøld við Havnarbátinum, og uppskriftin var hin sama mest sum hvørt ár. Tað var at finna og venja ferðina, sum skuldi til, til tess at koma heilt fram í oddin. Ferðmátarin í báti okkara, og ljóðið á motorinum boðaði rógvarunum frá, um vit vóru á rættari leið. Myndina omanfyri tók eg í 2001, Vit vistu næstan uppá meturin, hvussu stóð til umborð. Í 2001 vann Havnarbáturin allar róðrarnar og harvið FM-heitið. Frálík positiv manning at vera saman við.
Vit vunnu eisini meistaraheitið í 2004, men síðani hevur Havnarbáturin ikki vunnið FM-heitið. Hvítt 10-mannafar vann tó FM-heitið í 2008, men hetta var ikki Havnarbáturin, men Klaksvíkingur. Hetta FM-heitið kom at kosta felagnum dýrt og var betri ógjørt, tí nýumvældi Havnarbáturin varð av órøttum vrakaður eftir fyrsta FM-róðurin, og farið var til Klaksvíkar eftir Klaksvíkingi. Manningin var útvald manning kring landið, og eftir ólavsøku sást eingin rógvari aftur í neystinum. Klaksvíkingur fór aftur til Klaksvíkar, og Havnarbáturin stóð ómannaður í neystinum í trý ár. Ein skandala tá fyri felagið.

Í 1996 kom nýhugsan í føroyskan kappróður. Niclas í Koltri hevði smíðað flestu bátarnar, men nú vildi handverkarin úr Runavík Sámal Hansen royna seg at smíða kappróðrarbát, sum fekst at ganga skjótari enn gomlu bátarnir. Sámal segði soleiðis við undirritaða:
-Eg hevði spælt mær við tankarnar at smíða kappróðrarbát, sum fekst at ganga skjótari enn bátarnir hjá Niclasi. Talan var ikki um at forvinna pening, tí tá kundi eg forvinnu meira pening í øðrum arbeiði, segði Sámal. Hann smíðaði nýggjan Eysturoying, sum var nógv lættari enn bátarnir hjá Niclasi. Bæði bond og borð vóru gjørd tynri, og so hevði Sámal broytt bátin nakað men tó innanfyri loyvdu mátini hjá Róðrarsambandinum. Rógvarar í Àlakeri lyfti nýggja 10-mannafarið á stevnum, og har var eingin ivi. Nýggi Eysturoyingur var tíggjutals kilo lættari enn hinir bátarnir. Gomlu 10-mannaførini og mønustingin.

Føroyskur kappróður er serligur í nógvar mátar, tí veður og vetur er viðspælari, og hetta sóu vit góð dømi um í summar. Ólavsøkan og fjarðastevnan vóru góð dømi, har summir rógvarar dugdi betur enn aðrir at rógva í krøppum sjógvi. Rógvarar tosa eisini nógv um vekt á bátunum, sum við aldrinum kunnu tyngjast nakað. Vit hoyrdu jú eisini, tá teir umborð á Orminum skiftu bát miðskeiðis í róðrarárinum. Sjálvur haldi eg, at vektin ikki kann hava tann stóra týdningin, tí allir bátarnir eru á lið eins tungir.
Heldur skulu eyguni vendast ímóti vektini á rógvarum, og hvussu bátarnir er løddir. Tað nyttar ikki at hanga seg í, um eitt 10-mannafar vigur tíggju til tjúgu kilo meira enn annað 10-mannafar, tá menn umborð viga alt ov nógv. Minnist fyri fleiri árum síðani um 8-mannafar, sum vann FM-heiti, har rógvarar í miðal vigaðu átta kilo minni enn umborð á nærmasta kappingarneytanum. Áhugavert.
Framtíðin? Í summar vóru 10-mannaførini fýra í tali. Klaksvíkingur, Drekin reyði, Ormurin og Havnarbáturin. Hesir bátar vera uttan iva eisini mannaðir í 2018, men so er at vóna, at kanska Eysturoyingur, Vestmenningur og Suðuroyingur koma afturíaftur. (Vagnur)
