Vesturkirkjan vekir serlig barndómsminni við Landavegin

Standmyndin varð avdúkað 5. juni 2006. Hans Pauli Olsen listamaður gjørdi standmyndina .(Mynd Vagnur)

Vesturkirkjan er granni við barndómsheim mítt við Landavegin, og á bønum, har kirkjan stendur, spældu vit sum børn. Stóri steinurin á bønum vekir serlig minni, tí á steininum spældu og sótu børn dagliga. Steinurin var á en ella annan hátt dragandi. -Vit áttu stóra steinin, og har kundu vit í friði sita við okkara dreymum, hildu vit. Grundarsteinurin til kirkjuna varð lagdur í 1968, men ikki fyrr enn 24. februar 1971 var samkoma á bønum, har menn frá byggifyritøkuni Lamhauge & Waagstein settu fyrstu spakarnar í hógvin. (Greinin skrivað í 2018) Læs resten

Góð barna – og ungdómsminni við Landavegin

Átta landavegsdreingir. Frá vinstru: Torbjørn Michelsen, Virgar Wardum, Sjúrður Samuelsen, Jan Müller, Vagnur Michelsen, Frank Müller og Øssur Hjalt. Yngsti drongurin fremst er Leivur Michelsen.

Allir dreingirnir á myndini eru farnir væl um tey seksti árini og onkur farin um tey sjeyti árini. Allir, uttan Øssur Hjalt, sum er farin, búgva í Havn uttan Virgar Wardum, sum um tjúgu ára aldur fór til Íslands og búsettist har. Hann var í Føroyum, tá mamma hansara Katrina Wardum doyði. Tá hevði eg ikki sæð hann í kanska tjúgu tretivu ár. Slík mynd vekir góð barna- og ungdómsminni, tí eg minnist bara til heilt góð barnaár og ungdómsár við Landavegin. Vit vóru útibørn. Eingin fartelefon, teldil, sjónvarp ella aðrir elektroniskir hentleikar. Spæliplássið spenti víða frá Landavegnum oman í Hornabø, oman á Skálatrøð, Skipasmiðjuna og Vestaru bryggju. Minnist einki til, at vit keddu okkum nakrantíð, vit vóru altíð á ferð. Læs resten

Úr myndasavninum – Sjey kendir telegrafistar, sum long tíðarskeið arbeiddu á Telegrafstøðini

Sjey telegrafistar/fjarritarar, sum allir arbeiddu langt lív á Telegrafstøðini. Frá vinstru: Erling Michelsen, Hans Jacob Egholm, Jóannes Rubeksen, Vagn Erik Michelsen, Poul Sørenesen, Andreas Lava Olsen og Arni Berg Jacobsen.

Pápabeiggi okkara Vagn Erik Michelsen andaðist á Tjarnargarði mánadagin 24. juni  í 2019 – 92 ára gamal, og tá fór tann seinasti av eldra ættarliðnum í familjuni um sýnuna. Vagn Erik var dementur í fleiri ár og búði á Tjarnagarði í tólv ár. Tá vit ruddaðu kamarið komu vit fram á áhugaverda mynd av sjey telegrafistum/fjarritarum, sum allir arbeiddu langt lív á Telegrafstøðini. Á borði stóð eisini morsitól, sum teir á sinni brúktu at bera boð út í heim. Fimm av monnunum á myndini eru farnir, men søgan um fyrsta telegrafkaðalin til Føroya hava vit. Stórur partur av lívinum hjá Vagn Erik var Telegrafstøðin og tað tekniska í sambandi við telesamband út í heim. Hetta fylti heilt nógv í hansara hugaheimi, eisini, tá hann byrjaði at gera dementur. Andreas Lava Olsen er ein av teimum sjey á myndini, og hann fekk eg stutt prát við. Læs resten

Ørvamenninir kannaðu sær bitan ov tíðliga í 2003 – taptu á ólavsøku

Ørvur hevði í 2003 vunnið allar seks fyrstu FM-róðrarnar. Men taptu ólavsøkuróðurin, sum Kvívíkingur vann. Her vinnur Kvíkingur ólavsøkuróðurin. Myndin tikin av Ískaini í 2003. (Mynd Vagnur)

Um nakrar fáar tímar rógva tey seinastu FM-róðrarnar. Teinurin er 901,25 metrar. Ólavsøkuróðranir eru heilt serligir, tí málið er stutt, áskoðararnir heilt nógvir, ja, og so er mest sum altíð okkurt óvæntað úrslit. Ólavsøkuróðurin vilja manningar vinna, sum at meta sum steypafinalurnar í bóltspølunum.

Komi at hugsa um serligan róður í 2003. Stóð á ”Ískaini” og tók nakrar myndir. 8-mannafarið Ørvar hevði trygt vunnið allar seks róðrarnar higartil, og sagt var, at skipað var fyri stórari veitslu í Hoyvík, tí so nógvir hoyvíkingar róðu við Ørvi. Serliga troyggjur vóru eisini prentaðar. Men hvat hendi? Læs resten

Hugleiðingar um Havnarbátin frá 2001 og skrivað í 2017

Havnarbáturin 2001: Róðursmaðurin eitur Jógvan Jacobsen. Á lærbekki sita Jógvan Clementsen í bagborð og Ragnar Thomsen í stýriborð. Á eystrúmsbekki sita Marius Joensen í bagborð og Magni Brøðraberg í stýriborð. Á rúmbekki sita Jógvan Lützen í bagborð og Mayfinn Norðoy í stýriborð. Á bógbekki sita Ingi á Tórgarði í bagborð og Skarpheðin Njálsson í stýriborð. Á toftubekki sita Óli Svein Hansen í bagborð og Halgir Dahl Olesen. (Mynd Vagnur)

Nógv havi eg góð minnini frá kappróðri, har eg eri og var eitt slag av hjálparmanni. Kom av tilvild at stima við Havnarbátinum í 1996, og hetta skuldi gerast góð upplivilsi saman við vælvandum og fyrikomandi rógvarum. Ì fleiri ár stimaði eg hvørt venjingarkvøld við Havnarbátinum, og uppskriftin var hin sama mest sum hvørt ár. Tað var at finna og venja ferðina, sum skuldi til, til tess at koma heilt fram í oddin. Ferðmátarin í báti okkara, og ljóðið á motorinum boðaði rógvarunum frá, um vit vóru á rættari leið. Myndina omanfyri tók eg í 2001, Vit vistu næstan uppá meturin, hvussu stóð til umborð. Í 2001 vann Havnarbáturin allar róðrarnar og harvið FM-heitið. Frálík positiv manning at vera saman við. Læs resten

Nýggja oljufelagið Krafta í kapping við Magn og Effo á Vestaru bryggja

Smyril line og harvið oljafelagið í Krafta í kapping um oljuna. Magn og Effo húsast jú skamt frá Vestaru bryggju. (Mynd Vagnur)

Mikumorgunin sá eg nýggja mynd, sum ikki er sædd áður á Vestaru bryggju. Tveir stórir trailarar merktir Smyril Line og tveir stórir tangar merktir Krafta energy. Spurdi ein á bryggjuni, hvat var í tangunum. Jú, diesel olja, sum skuldi umborð á trolara.

Hevði hoyrt í fjølmiðlunum, at nýtt oljufelag var stovnað í Eysturoynni, og tveir stóri oljutangar seytjan metrar høgir við 2500 rúmmetrum av olju hvør skuldu byggjast á Hulki. Stovnararnir vóru millum annað Smyril Line, Framherji, JFK og Enniberg. Leiðslan í felagnum vóru persónar, sum áður høvdu arbeitt hjá oljufelag í Havn.

Nú er so nýggja oljuelagið longu komið inn um eingjargarðarnar há Magn og Effo ar virka. Tá spurt var á Vestaru bryggju, hví skipið ikki heldur keypur oljuna frá Magn ella Effo sum eru skamt frá bryggjuni, so var svarið einfalt. Oljan frá Krafta má nokk vera bíligari. (Vagnur)

Oljan komin av Hulki og skal umborð á trolara við Vestaru bryggju. (Mynd Vagnur)

Úr myndasavninum – Fann áhugaverda upprunamynd í myndaskjáttu eftir pápabeiggja

Sivila í Havn . Aftast f.v: Trygvi Restoff, Jákup Frederik Olsen, Napoleon Christiansen “Poli í Mattalág, Hilmar Christiansen og Birgir Fylling. Miðraðið f.v: Hans Vang Hansen, Mourits Mohr, Andor Eirikstoft, Torbjørn Zachariassen og Ólavur Dalsgarð. Fremst f.v. Vagn Erik Michelsen, Maria Krog, Anna Sofía Mouritsen, Anna Kristina Nolsøe og Bogi Winther,.

Tá vit eftir deyða Vagn Erik pápabeiggja ruddaðu millum annað í myndagoymsluni, komu vit fram á myndina omanfyri, sum vit kenna úr ymsum bókum. Hetta er góð upprunamynd, sum Vagn Erik hevur ognað sær. Aftan á myndini stendur: Á Ellisheiminum 1941-42. Myndin er tikin við vestara enda á Ellisheiminum, tí vit síggja bakkan móti vestri. Ellisheimið var bygt í 1935. Vit síggja á hjálmunum stavirnar CL, sum merkir sevila loftverjan. Eitt av arbeiðunum hjá loftverjuni var at ganga millum húsini í Havn til tess at syrgja fyri, at einki ljós var at síggja í vindeygunum, tí Havnin var myrkaløgd um hetta mundið. Týsk flogfør vóru at síggja yvir Havnini, og tey gjørdust naskari og naskari. Læs resten

Úr myndasavninum – Nú ert tú komin hartil, at eingin er at spyrja um perónarnar á myndini

Mynd av fimleikarum í Havnar Fimleikafelag. Kennist bara við tvey andlit á myndini.

Í myndagoymsluni hjá Vagn Erik Michelsen pápabeiggja ert tú komin fram á hugtakandi mynd av fimleikarum, har menninir hava felagsmerkið hjá Havnar Fimleikafelag í bringuni. Tú situr góða løtu og hyggur at myndini og kennist bara við tvey andlit. Læraran Frøken Cohr (1894-1978), sum stendur uttast til høgru í miðraðnum og Christina Weihe (1906-1995) rópt Kittan, sum stendur næst mannliga læraranum í miðraðnum. Kittan var mamma Petru konu Vagn Erik, og tí er myndin í myndagoymsluni.

Sum unglingi hoyrdu tú mangan um Frk. Cohr, sum var úr Odense og kom til Føroya í 1921 og vera lærari í Millum – og Realskúlanum í Havn og Føroya Læraraskúla frá 1921 til 1964. Minnist væl hesa konu, sum var vinkona Frú Müller stjóra í DFDS fyritøkuni í Føroyum og reiðari hjá fleiri skipum, eftir at maðurin Hans Müller doyði ungur. Løgið at hyggja at gomlu myndini, tí hetta er ættarliðið undan okkum. Tú gerst forvitin at vita okkurt um hesi fólkini, men trupuleikin er, at tú ikki longur hevur nakran at spyrja, tí tey eru øll farin. Ein seinasti møguleiki er Gamlar myndir úr Havn, tí sjálvandi eru fólk, sum kennast við hesar fimleikarar. (Vagnur)

 

Úr myndasavninum – Hetlendingurin Moffat Anderson og Dahl Michelsen beiggjarnir

Uttast til vinstru Helge Michelsen við beiggjanum Vagn Erik í fanginum, síðani Moffat Anderson og Aage Michelsen. (Myndin tikin 1933/34)

Úr myndasavninum hjá Gunhild systkinabarn pápa mín fann eg omanfyri áhugaverdu mynd. Á myndini frá vinstru sæst pápi mín Helge Michelsen við beiggjanum Vagn Erik í fanginum. Vagn var ein “eftirnølari” føddur í 1927, tí meðan pápi okkara er føddur 1913 og beiggin Aage, sum vit síggja uttast til høgru, er føddur í 1911, so eru fjúrtan og sekstan ár millum Vagn Erik og beiggjarnar á myndini. Men á myndini er eisini maður, sum eitur Moffat Anderson, og hvør er so hesin maður? Tá eingin er at spyrja, skrivaði eg á Gamlar havnarmyndir, um onkur kennist við navnið, sum stendur skrivað aftanfyri á myndini. Og hjálpina fekk eg. Læs resten

Nýggjur Havnarbátur var flotaður seinnapartin á krossmessu

Nýggjur Havnarbátur á vágni seinnapartin. Vakur bátur má sigast. (Mynd Vagnur)

Seinnu árini hava róðraráhuga staðið spyrjandi, hví ikki er eydnast at manna 10-mannfar hvørki á Argjum ella í Havn. Eingin Havnarbátur, eingin Ormur og eingin Drekin reyði. Bert trý 10-mannafør úr Norðoyggjum.

Á mínum ungu døgum róðu altíð millum seks og níggju 10-mannafør. Havnarbáturin hevur ikki verið mannaður í nøkur ár, men í summar ætlar nýggjur Havnarbátur at bjóða av. Læs resten