Er gott í veðrini spæla nógvur ungdómur á nýggja spæliplássinum í Grasagarði. Hetta síggi eg dagliga, tá eg koyri ella gangi framvið. Í morgun var eg fyrstu ferð inni á økinum, og har vóru nógv børn, sum stuttleikaðu sær á spæliplássinum. Grundvøllurin er gjørdur úr nakað sama tilfari, sum rennibreytin á Tórsbreyt. Eg fór inn á økið, tí eg vildi spyrja læraran hjá børnunum, um eg kundi taka mynd, meðan børnini spældu. Tað vísti seg, at tey umleið tjúgu børnini í einum triðja flokki vóru komin til Havnar úr Vági, Tey skuldu til ein fagna í Norðurlandahúsinum. Ein fyrikomandi kona úr Vági, sum eg prátaði eitt sindur við. Læs resten
Vangamyndin – Angri framvegis, at eg gavst at spæla sum 24 ára gomul (e)
Alla mín tíð hevur Duddan havt stóran áhuga í Neistanum, men hon var givin at spæla, tá ið eg byrjaði at spæla í 60 árunum. Duddan spældi í Neistanum frá fimtan ára aldur, til hon var 24 ára gomul. Tá helt maðurin, at hon átti at latið ungar spælarar sleppa framat. – Hetta angri líka til dagin dag, sigur Duddan, sum hevur album við nógvum myndum frá ferðini í Norra í 1950 saman við B36 liði. Læs resten
Gudmundur Gudmundsson valdi skeivt lið frá byrjan
Áhugavert at síggja fleiri góðar hondbóltsdystir um vikuskiftið. Nú havi eg alla mína tíð fylgt danska manslandsliðnum, men eisini øðrum landsliðum, og tí var eg spentur at síggja, um danska liðið megnaði at koma OL-leikirnar í Brazil. Liðið spældi herfyri ein venjingardyst í Týsklandi, har Mikkel Hansen ikki var við. Ikki gekk væl, og har sást tú veikleikarnar á liðnum, sum aftur kom til sjóndar í øllum trimum dystunum ímóti Kroatian, Norra og Bahrein. Og hvørjir eru so afturvendandi trupulleikarnir? Læs resten
Vit mugu skilja sundur mans – og kvinnukappingina, sigur Kristoffur Ragnarsson

Á jólum í 2014 fekk Kristoffur ársins rósu fyri dygdargott arbeiði fyri ungdómin í Klaksvík. (Mynd Norðlýsið)
Í ár 2000 byrjaði ein gulltíð hjá kvinnuhondbóltinum í Klaksvík. Stjørnan vann seks meistaraheiti frá 2000-2010, og Stjørnan var tíggju ferðir í steypafinaluni frá 2002 til 2012, har liðið vann sjey steypafinalur. Frálíkt kvinnulið við nógvum góðum royndum spælarum, og tað eydnaðist felagnum at finna røttu góðu útlendingarnar. Nú skrivað vit 2016, og Stjørnan í bestu deildini er ikki frammi í oddanum í løtuni. Hetta havi eg tosað um við Kristoffur Ragnarsson, formann í Stjørnuni. – Tað hevur haltað við ungdómsarbeiðinum, men næstu tvey árini fer besta liðið hjá Stjørnuni at mennast munandi. Annar haldi eg, at vit nú mugu skilja sundur mans-og kvinnukappingina, so tær gerast tvær sjálvstøðugar kappingar, sigur Kristoffur.. Læs resten
Mikukvøldið var Havnarbáturin drigin úr neystinum í Álakeri
Góð kensla mikukvøldið at koma oman í Álaker við myndatólinum, tí nú skuldi Havnarbáturin fyrstu ferð flotast í hesum róðrarárinum. Gitingar hava verið, hvørji 10-mannafør rógva í summar, og fyri meg og onnur, sum eru góð við Havnarbátin, er av heilt stórum týdningi, at Havnarbáturin er mannaður. Ikki er lætt at manna stóru bátastøddirnar kring landi, og tí var eg glaður at síggja Havnarbátin leggja frá landi og fara fram við Argjalandi. Læs resten
Nú gevi eg borgarstjóranum Heðini Mortensen rætt
Heðin Mortensen fylti sjeyti ár í gjár hósdagin. Til lukku við føðingardegnum, Heðin. Eg hoyrdi Heðin siga í útvarpinum í gjár, at hann var bakbitin av Javnaðarflokkinum, tí samstundist, sum valfelagið hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy bað Heðin koma á listan, so vilja javnaðarfólk hava Heðin antin at velja borgarstjórastarvið ella løgtingsstarvið. Heðin sigur, at samstundist, sum Javnaðarflokkurin vildi hava hansara atkvøður til løgtingsvalið, og tí vildi hava hann á lista, so vilja tey ikki kennast við hann í løgtinginum. Rætt hevur tú Heðin. Læs resten
Team Klaksvík mugu vit hava í bestu deildini
Tað vóru døpur tíðindi at hoyra fyri nú nógvum árum síðani, at Stjørnan úr Klaksvík var givin við dreingja- og manshondbóltinum. Stjørnan hevði í millumbilum heilt gott manslið og fleiri góð dreingjalið, men so fánaði hetta virksemi burtur í felagnum. Kvinnurnar hjá Stjørnuni høvdu heilt góðan byr, men fyri okkum á síðulinjuni, var hetta ikki nøktandi, tí sjálvandi skuldi dreingja- og manshondbóltur eisini spælast í Klaksvík. Í 2006 frættu vit so gleðistíðindini, at tey høvdu stovnað hondbóltsfelagið Team Klaksvík, sum var meira enn vælkomið í hondbóltsfamiljuna. 12. september í ár fyllir Team Klaksvík tíggju ár. Eg havi hitt formanin í felagnum Kristian Andreasen og spurt hann um framtíðina hjá felagnum, og um, hvussu støðan í felagnum er í løtuni. Og Kristian sigur soleiðis: Læs resten
VB kvinnur ætla sær ikki at kasta handklæðið í ringin
Tá eg fyri kappingina seinasta heyst las hondbóltsblaðið Hondbóltur 2015/16, hugsaði eg mítt, tí í spælarahópinum hjá VB vóru bara tíggju nøvn harav tríggir útlendingar. Spælarin Helga E. Kjærbo sigur við blaðið, at tað kemur at liggja stórt trýst á VB-spælarum, tí spælarahópurin er so smalur. Nú eru vit í apríl mánað, og grundspælið er um at enda. Niðast er VB við seks stigum, og hetta má uttan iva vera vánaligasta árið hjá VB kvinnum seinastu tjúgu árini. Alt hevur eina orsøk, og tað havi eg tosað við forkvinnuna í VB um, sum eitur Vígdis Nolsøe, og hon sigur.
– Vit vistu, at spælarahópurin var smalur, og at VB-kvinnur fóru at hava torført at fóta sær í bestu kvinnudeildini. Men at tað fór at ganga so illa, droymdu vit ikki um. Tað hevur verið stríggið hjá liðnum í vetur, serliga tí spælarahópurin er sárbærur. Liðið tolir ikki at missa kanska tveir spælarar vegna skaða, tí vit hava ongar aðrar spælarar at seta í staðin. Tilgongdin av spælarum er lítil og kanska okkurt árið ongin, tí er torført at fáa puslispælið at ganga upp. Læs resten
Julian Johansen eisini venja kyndilsmenn komandi kappingarár
Mansvenjarin hjá Kyndli Julian Johansen er fyrikomandi venjari, sum er í serstøðu í føroyskum hondbólti. Hann brennur so nógv fyri at venja hondbóltslið, at hann sum 26 ára gamal hevur lagt sítt egna hondbóltsspæl á hillina í hvørfall fyribils, tí Julian skal eisini venja kyndilsmenn næsta kappingarár. Ikki er heilt greitt enn, hvør verður hjálpavenjarin. Eg havi spurt Julian, hvussu hann er nøgdur við fyrsta árið sum mansvenjari, og um hann saknar at spæla hondbólt sjálvur. Julian sigur soleiðis: Læs resten
Útlendskir dómarar áttu at dømt komandi FM-finalurnar
Gjørdi HSF rætt, vóru boð send til hini norðanlondini um at senda hondbóltsdómarapør til Føroya at dømt komandi FM-finalurnar. Tey somu fáu A-dómarapørini hava í grundspælinum dømt tey somu liðini so ofta, at sambandið millum spælarar, venjarar, dómarar og áskoðarar er uppslitið. Ein spælari segði mær, at sama dómarapar hevði dømt seg helvtina av dystunum í grundspælinum. Eg síggi eisini á dómaraseðlunum, at tað eru bara trý dómarapør, sum sleppa at døma toppliðini, meðan onnur dómarapør sleppa bara at døma kvinnudystir. Læs resten








