
Fyrsta byggistigið at byggja Molan byrjaði í 1923. Havnin var tá eitt brimpláss. (Myndaeigari: Einar Michelsen)
Tá eg blaðaði í myndabókini hjá systkinabarninum Einari Michelsen, kom eg fram á tvær áhugaverdar myndir av Eystaruvág.Torført nágreiniliga at tíðarfesta myndirnar, men við at hyggja í bókina Verjir fyri Havnarvág eftir Mikkjal Helmsdal, sála, so hava vit Molan at meta okkum eftir. Farið var undir byggja Molan í 1923, og nevnir Mikkjal um annað byggistigið at leingja Molan (1945-55) og triðja byggistigið (1955-1975). Myndin má vera tikin fyri kríggið ella kanska beint eftir kríggið. Læs resten








