Team Klaksvík 10 ár – Klaksvíkar kommuna skal geva felagnum fleiri venjingartímar

Helena Kallsberg og dóttirin Íðunn.

Helena Kallsberg og dóttirin Íðunn.

Mánadagin 12. september fylti hondbóltsfelagið Team Klaksvík tíggju ár. Hondbóltssorgarleikur fyri okkum hondbóltsáhuga, tá Stjørnan í ár 2000 kastaði handklæðið í ringin og gavst við dreingja- og manshondbólinum í býnum. Seks ár seinni brettu Fríðin Ziskason, Kristian Andreasen, Niclas Niclasen, Meinhardt Joensen og onnur upp um armar og stovnaðu Team Klaksvík. Byrjanin var eitt manslið, men við tíðini er lagst aftrat við ungdómi, og sum eg skilji á Helenu Kallsberg nýggju forkvinnuni í felagnum, so er stór framgongd. – Eg havi ongantíð spælt hondbólt sjálv, men taki hond í, har børn míni spæla. – Stóri trupulleikin hjá Team Klaksvík eru venjingartímar, og eg haldi, at tað líkist ongum, at menn spæla innandurafótbólt í bestu venjingartíð, sum tey ungu sjálvandi skulu hava, sigur Helena Kallsberg og heldur fram. Læs resten →

Rumenska felagið CSM Ploiesti fór í vár mest sum á húsagang

Sjáldsom mynd av rumenska liðnum. Bara seks útispælarar og tveir málverjar á ferðini í Føroyum. (Mynd heimasíðan hjá

Sjáldsom mynd av rumenska liðnum. Bara seks útispælarar og tveir málverjar á ferðini í Føroyum. (Mynd heimasíðan hjá CSM Ploiesti)

Áskoðarar, sum leygarkvøldið komu í høllina í Havn at hyggja at altjóða dystinum millum neistakvinnur og rumenska liðið CSM Ploiesti, stúrsaði við, tá tey hugdu yvir á skiftingarbeinkin hjá rumenum. Har sótu bara ein eyka málverji, venjari og tveir hjálparmenn á beinkinum. Sjónin er eindømi í føroyskari altjóða hondbóltssøgu, tí heilt nógv útlendsk lið bæði landslið og felagslið hava spælt í Føroyum. Tey, sum ikki vistu betur, kundu kanska ímyndað sær, at rumenska liðið undirmetti neistakvinnur so nógv, at tey á henda hátt spardu ferðaseðlar í vissuni um at spæla seg víðari í IHF kappingini. Men orsøkin er ein heilt onnur, og tað havi eg tosað um við Nicoletu Radu Hansen. Hon kom um aldarskiftið til Føroya at spæla hondbólt við VÍF og spældi í fleiri ár við Neistanum. Nicoleta sigur soleiðis: Læs resten →

Skeivt at lata børn ganga í skúla í merktum ítróttabúnum

Image1Øll vilja vit knýta okkum til ymsar felagsskapir, tað vera seg um tað eru kristiligir felagsskapir, bindiklubbar, ítróttafeløg ella aðrir felagsskapir. Vit vilja hoyra til onkrastaðni, og so hevur altíð verið. Eg kann gott fylgja tankanum og endamálinum, tá vit í sjónvarpi síggja skúlabørn úti í heimi ganga í eins skúlabúna. Soleiðis var eisini í donskum og enskum kostskúlum nú fyri nógvum árum síðani.

Eitt eru felagsskapir, annað er at ganga í ítróttabúnum í skúla, har felagsmerki eru á bringuni ella á rygginum. Børn skulu ikki hava frámerki í skúlanum, tí hetta kann føra til óhepnar støður og happing.

Í nógv ár arbeiddi eg í fólkaskúlanum saman við kvinnu úr Klaksvík, sum tíverri ikki er millum okkum longur. Henni lærdi eg nógv av. Hon heitti millum annað á foreldur um ikki lata børnini koma í skúla í ítróttabúnum, har B36, HB, Kyndil, H71, Neistin ella Messi stóð við stórum stavum á bringuni ella á rygginum. Børnini kundi fara í Gundadal í slíkum búnum ella spæla í búnunum í grannalagnum men ikki í skúlanum. Læs resten →

Hondbóltssambandið skal seta feløgunum krøv um dómarar

Eyðun Samuelsen og teir døma somu lið alt ov ofta.

Eyðun Samuelsen og teir døma somu lið alt ov ofta.(Mynd Álvur)

Tá eg ár um ár síggi í fjølmiðlunum, at nú er Johnny Tauman aftur komin til Føroya at halda dómaraskeið, so hugsi eg hvørja ferð: Seinastu tretivu árini eru vit ikki komin eitt fet víðari á dómaraøkinum. Og tað kann ikki vera rætt, at summi hondbóltsfeløg útvega útlendskar venjarar og spælarar fyri hundraðtalstúsund krónur, meðan tey ikki megna at útvega eitt A-dómarapar. Orsøkin til óskilið er ógvuliga einfald. HSF hevur ongantíð sett feløgunum krøv at lata teirra íkast til hondbóltsdømininga. Avleiðingarnar eru hesar: Læs resten →

Í Stjørnuni bróta tey upp úr nýggjum við nýggjari nevnd

Jarstid Gullaksen er nú forkvinna í Stjøruni.

Jastrid Gullaksen er nú forkvinna í Stjøruni.

Hondbóltsfelagið Stjørnan hevur fingið nýggja nevnd, og Kristoffur Ragnarsson, sum var formaður frá 2002 og í øðrum millumbilum, er givin í nevndini. Eg hevði nógv gott samstarv við Kristoffur, sum tey í Stjørnuni hava nógv at takka, tí Kristoffur var formaður øll gullárini, tá besta kvinnuliðið vann seks meistaraheiti og var í tíggju steypafinalum, har sjey finalur vóru vunnar. Kristoffur segði mær fyrr í ár, at hann ynskti, at yngri kreftir tóku yvir Stjørnuna, og nú fekk hann sítt ynski uppfylt. Nýggj sjeymannanevnd við Jastrid Gullaksen sum forkvinnu leggja nú til brots, og heilt góðar vónir eru at fáa ment Stjørnuna enn meira. Eg havi hitt forkvinnuna, og hon sigur: Læs resten →

VB kvinnur koma at hava ein “smalan” spælarahóp í vetur

Danijela Mistric spælir við VB kappingina komandi (Mynd Bjartur Vest)

Danijela Mistric heldur fram at spæla við VB og eisini málverjin Sanja Jevic. (Mynd Bjartur Vest)

Altíð spennandi at finna útav, hvussu kvinnuliðini í hondbólti eru mannað, nú tað stundar til kappingarbyrjan. Mínir tankar leita altíð fyrst til VB og Stíf, tí tað stendur mangan á at fáa mannað liðini, tí spælaratilfeingið er í minna lagi. Haldi ikki, at kvinnuhondbólturin í bestu deildunum er nóg væl fyri, tí liðini hava trupulleika at varðveita spælarahópin frá árinum fyri. Tey seks kvinnuliðini eru ógvuliga viðbrekin, tí liðini brúka nógvar heilt ungar spælarar, royna at útvega sær góðar útlendingar, men so hava nógvar gentur/kvinnur stóran útlongsul. Summar fara uttanlands á eftirskúla , og summar fara út í verðina at fjakka. Eg havi ringt til Vágs at spyrja, hvussu gongst at mannað VB liðið í vetur? Læs resten →

Áhugavert at fylgja við, hvussu politikarar brúka fjølmiðlarnar

Ikki dámar mær, tá politikarar leggja eftir Kringvarpinum. (Mynd Vagnur)

Ikki dámar mær, tá politikarar leggja eftir Kringvarpinum. (Mynd Vagnur)

Havi altíð havt stóran áhuga, hvussu fjølmiðlar borðreiða sítt tilfar. Hvussu bløð eru sett upp, og hvussu politikarar brúka fjølmiðlarnar. Og her er himmalvíður munur á fólki. Eisini dámar mær væl at síggja, hvussu uppsetingin er í bókum og bløðum, sum koma á marknaðin. Málburður, og hvussu samspæl er millum tekst og myndir, hevur mín áhuga. Í politikki duga summi betur enn onnur at brúka fjølmiðlarnar, og so eru tað politikarar, sum brúka fjølmiðlarnar so mikið nógv, at fólk gerast troytt av viðkomandi. Læs resten →

Mladen Mjerimacka og Jugoslav Djumic skulu spæla við VÍF

Ein Mladen í toppvenjing er fongur hjá vestmenningum.

Ein Mladen í toppvenjing er fongur hjá vestmenningum. (Mynd Álvur)

Tað verður eitt øðrvísi manslið úr Vestmanna, sum spælir í landskappingini í vetur. Heilir fimm góðir útispælarar eru ikki longur á liðnum, og so standa føroyameistararnir við ongum málverja, eftir at Niklas Simonsen er farin til Danmarkar at spæla við Skjern. Talan er um útspælararnar Heina Hanusarsson, Sámal Joensen, Agnar Joensen, Áka Egilsnes og Nicklas Selvig, sum ikki spæla í vetur. Hetta sigur formaðurin Áki Olsen.  Læs resten →

Úr myndasavninum – Húsini hjá Jacobi Lützen fylla í ár 110 ár

Húsini, sum Jacob Lützen læt byggja eru 110 ára gomul. (Mynd Havnin - fólk og yrki)

Húsini, sum Jacob Lützen læt byggja eru 110 ára gomul. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Hyggur tú at gomlum myndum í Havn, so var hugflogið ikki stórt hjá býarpolitikarum, tá talan var um at varðveita gamla bygningar. Hesi vøkru húsini vóru slættað við jørðina og ljótir betongbygningar bygdir á staðnum. Tó so, nakrir vakrir bygningar standa enn í miðbýnum, og ein av teimum eru handilshúsini hjá Jacobi Lützen, sum hann læt byggja í 1906. Søgan um stóru Lützen familjuna í Føroyum er áhugaverd. Læs resten →

Frálíkt, at KÍ eftir seytjan ára steypaturk vinnur Løgmanssteypið

kjkjkj

Poulina Slættanes legði hesa nú søguligu mynd á Facobook. Frálík mynd.

Nú haldi eg hvørki við KÍ ella Víkingi, men sum eldri ítróttaskrivari dámdi okkum altíð, at broytingar vóru í ymsu kappingunum. Keðiligt og lítið áhugavert, um somu lið ella rættari sagt somu støð kring landið sótu á trónuni. Og soleiðis er eisini í kappingini um Løgmanssteypið. Nú skrivi eg mest sum einki um fótbólti, tí fótbólturin er so væl umboðaður í fjølmiðlunum. Ikki síggi eg nógvan fótbólt, men fylgi tó væl við. Millum fólk í Havn søgdu næstan øll, eg tosaði við um finaluna, at tey vónaðu, at KÍ vann steypafinaluna. Orsøkin er uttan iva, at nú hildu fólk, at Víkíngur hevur vunnið fimm finalur seinastu árini og ynskja  broytingar. Læs resten →