Mamma mín býr á Ellisheiminum, og nú ein dagin tosaðu vit um skúlagongdina hjá pápa mínum, sum doyði í 1985. – Pápi tín gekk bara sjey ár í skúla, og tey fyrstu árini gekk hann í skúla hjá frú Joensen í Christines Minde í Rættará, hetta var fyrst í 1920’unum, segði mamma. Læs resten
Fekk ringa samvitsku at síggja tunlarnar í sendingini Norðdepil 150 ár
Bæði við gleði og sorgblídni sá eg seinnapartin sjónvarpssendingina í sambandi við, at Norðdepil í fjør fylti 150 ár. Sum altíð er Zacharias Hammer úrmælingur við upptøkutólinum og frálíku myndunum. Søgan um 150 ára gomlu bygdina var væl lýst. Nú havi eg ávíst tilknýti til Norðdepil og Hvannasund, tí í sendingini hoyrdu vit um langabba mín Havna-Jógvan og synirnar og aðrar eftirkomarar hjá mær har á leiðini. Áhugavert alt samalt. Men tá eg sá bíðurøðina við tunlarnar frá 1967, fekk eg feril av ringari samvitsku sum føroyingur. At vit í 2017 bjóða fólkunum har norðuri slíkar samferðsluumstøður. Bilarnir eru nú vorðnir so stórir, at teir passa slett ikki inn í víkiplássini í ótíðarhóskanad trongu í tunlunum. Stór skomm. Læs resten
Úr myndasavninum – Neistadreingir vaska sær skógvarnar í ánni í Vestmanna.
Myndin omanfyri er úr Vestmanna miðskeiðis í 60-árunum. Fyrsti grúsvøllurin í Føroyum varð asfalteraður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Hetta var í 1964. Eftir hetta blivu fleiri vallir asfalteraðir um landið. Fortreytirnar vóru ymiskar at spæla uttandura. Var liggjandi gott veður við sól, var vøllurin so turrur, at tú fekst dust í nasagluggarnar, og tú hevði torført at fóta tær í turra sandinum. Læs resten
Spell, at Sandá ikki er rein sum á okkara ungu døgum (e)

Góð minni frá Mylluhylinum seinast í 50 árunum. Djúpi stóri hylurin fær tankarnar at sveima. (Mynd Vagnur)
Í seinastu viku var frálíkt kalt veður, og eg spákaði mær fram við Sandá, har vit ungu hava so nógv góð minni frá barna- og ungdómsárunum. Sandagerð er perla í Havn og ikki at gloyma Mylluhylurin, har vit lærdu at svimja. Tá var Sandá rein, men tað er hon tíverri ikki longur, og hetta er ov galið, tí nógv fólk koma í Sandagerð ein góðveðursdag. Læs resten
Tankarnir reika, tá ið tú fært sendandi slíka mynd (e)
Ì morgun fekk eg gjøgnum Facebook sendandi eina áhugaverda mynd av trimum lærarum avmyndaðir í A-bygninginum í Eysturskúlan. Jóannis Mohr, kona hansara Lene og eg sjálvur. Slík mynd fær tankarnar at reika. Myndin er frá umleið 1980, tá ið vit trý fylgdi skúlaflokki frá 2. flokki og heilt upp í 10. flokk. Hetta var ein ótrúliga fittur og góður flokkur, sum vit framvegis hava samband við. Læs resten
Úr myndasavninum – Fann forvitnisliga mynd av abba, sum doyði, áðrenn eg varð føddur
Eg havi áður skrivað um báðar abbarnar, sum eg ikki havi sæð, tí teir doyðu, áðrenn eg varð føddur. Tá ið vit ein dagin herfyri hugdu at gomlum myndum í myndagoymsluni hjá mammu okkara, komu vit fram á eina mynd av abba okkara Christian Chiristiansen, Christian í Hvannasundi róptur. Abbi er føddur á Eiði, har langabbi HavnarJógvan arbeiddi í fyritøkuni hjá Kruse. Langabbi var giftur Marionnu, sum eisini var í Havn. Tey bæði fluttu í 1879 til Norðdepils, har HavnarJógvan stjórnaði úthandilinum hjá Jørgen Bech og sønner.
Løgið at síggja myndina av abba, sum eg bara havi hoyrt um, og sum eg kundi hugsað mær at hitt. Ikki heilt undirligt, at eg ikki havi sæð hann, tí Sigrid omma var 46 ára gomul, tá ið hon átti mammu, sum var yngst av systkjunum. Sigrid omma var úr Frammistovu í Hvannasundi, og Christian abbi búði nógvu av ungdómsárunum í Norðdepli. Tí kann tykjast løgið, at hann var róptur Christian úr Hvannasundi. Læs resten
Hugleiðingar um landskapping, steypakapping og landsdystir
Hetta má vera eindømi í altjóðu hondbóltsverðini. Eg siti júst og hyggja at leikskránni hjá bestu mansdeild. Síggi, at kyndilsmenn spældu dyst ímóti KÍF seinasta leygardag 17. desember, men so spæla kyndilsmenn ikki næsta landskappingardyst fyrr enn 8. mars 2017 ímóti VÍF í Havn. Talan er næsta um tríggjar mánaðir uttan ein landskappingardyst. Gamaní skulu Føroyar spæla landsdystir ímóti Grikkalandi og Kypern 13. og 15. januar, men landskappingin í øðrum londum liggur ikki still í næstan tríggjar mánaðir, tí tveir landsdystir skulu spælast. HSF hevur eisini funnið uppá eina merkiliga steypakapping, sum næstan líkist eini landskapping, og sum ikki finst í øðrum londum. Læs resten
Tá ið Elton John bergtók fólk og sang á Tórsvølli 29. juni 2010
Týskvøldið 29. juni 2010 var serligt kvøld í Havn. Veðrið var framúrskarandi, púra stilt og klárur himmal, og fólk sóust uttanfyri allastaðni. Men serliga við hesum kvøldi var, at heimskendi bretski sangarin Elton John skuldi á pallin á Tórsvølli klokkan 19. Elton John kom til Føroya við leigaðum íslendskum Dornia 328 flogfari úr Onglandi, og átta tímar seinni fór hann aftur úr Føroyum til Heathrow. Elton John var ótrúligur hetta kvøldið, og 6000 fólk lurtaðu eftir Sir Elton Hercules John, sum er føddur 25. mars 1947. Her eru nakrar myndir, sum ikki eru sæddar áður. Læs resten
Politiska hornið – Sjálvandi skal framvegis kosta at koyra ígjøgnum Vágatunnilin
Eitt áhugavert mál er í hesum døgum í fjølmiðlunum. Vágafólk við Mariusi Dam á odda vilja hava, at tá nú Vágatunnilin er útgoldin, skal ikki longur kosta at koyra undir Vestmannasundi. Jú, høvuðslánið er útgoldið, men tað, sum landið spýtti í tunnilin, er ikki goldið landinum aftur. Áhugaverda í málinum er, at meðan stovnurin Landverk er niðurpýndur sum stovnur, har ikki er nógmikið av peningi at umvæla vegirnar kring landið og keypa maskinur til kavarudding, so skal Landsverk eisini yvirtaka raksturin av Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Hetta hongur bara ikki saman. Læs resten
Tíðarætlanin heldur í sambandi við nýggju høllina á Hálsi
Kom fyrrapartin fram við høllini á Hálsi, har menn leggja seinastu hond á stoypuarbeiðið í sambandi við, at nýggj høll skal byggjast aftrat gomlu høllini. Tíðarætlanin heldur, sigur hallarstjórin Dánjal Samuelsen. Tíðarætlanin sigur, at høllin skal vera liðug í desember mánað í 2017. Í niðaru hædd, sum vit síggja á myndini, skal borðtennis og judo húsast í 400 fermetrar stórari høll, sum er hálvur hondbóltsvøllur. Har vera eisini tvey minni skiftingarrúm við brúsum og vs. Í samanbygdu hallunum vera 1400-1600 áskoðarapláss, har brúkast skulu áskoðarapláss, sum kunnu flytast í sambandi við stór tiltøk. Límtræbogarnir í nýggju høllini vera av sama slagi, sum í gomlu høllini. Við nýggju høllini á Hálsi og nýggju høllini á Argjahamri, fáa vetrarítróttagreinirnar í kommununi nógv betri umstøður. Og tað treingir sanniliga til. (Vagnur)








