Úr myndasavninum – Endiliga fann eg myndina frá 1978 (e)

Neistamenn FM-vinnari 1978. St.f.v: Hjalmar Petersen, Sigmund Reinert, sáli, Hanus Joensen, spælandi venjari, Poli Justinussen, Mortan Mørk og Vagnur Michelsen. Húkandi f.v: Óla Jákup Kristoffersen, Echardt Persson, Jógvan Martin Mørk, Bjarni Samuelsen, Rani Wardum og Justines Justinussen.

Neistamenn hava vunnið FM-heitið átta ferðir. Í 1978 vunnu neistamenn FM – heitið fyri fyrstu ferð síðani 1955. FM-heitið í 1978 varð vunnið í næstseinasta dysti í kappingini í ímóti VÍF í einum ógvuliga hart spældum dysti. Leingi hava vit leitað eftir myndini, og nú er hon loksins funnin. Læs resten →

Havnar Róðrarfelag eggjar rógvarum at venja meira

Hesi umboða Havnar róðrarfelag í DM í Danmark og EM-kappingini í París. Frá vinstru: Bergur Dam Jensen, Sarita K. Hansen, Róland Michelsen, Kristianna Skapheðinsdóttir, Toni Dam, Lea T. Johansen, Steinar W. á Tórgarði og Unnur á Tórgarði. Jens Kristian Dam vantar á myndini.

Føroyskur kappróðrur er serligur á tann hátt, at FM-róðrarnar vera avgreiddir bara í tveir mánaðir um summarið. Tað vil siga, at róðrarárið er stutt, og til tess at leingja róðrarárið, hevur verið skipað fyri ódnartøkum um várið og um heystið. Ikki eru so nógv ár síðani, at fyrsta rógvimaskinan kom í Álaker. Hetta var í 2001, og við tíðini er rógvimaskinan vorðin hent amboð kring landið at fyrireika seg til FM-róðrnar. Í Havnar Róðrarfelag hava tey nú gjørt átak til tess at fáa ung og onnur við at venja meira um veturin, og nú eru fleiri av teimum ungu og eldri við vorðin so góð í innandurarógving, at tey kunnu bjóða seg fram uttanlands. Læs resten →

Anna Larsen fødd Lyngvej úr Hesti er farin

Frá vinstru: Steinbjørn Slættanes, Anna Lyngvej, Sverri Wang og Vagnur. Anna og Sverri eru ávegis til Danmarkar fyri tjúgu árum síðani.. Poulina Slættanes tók myndina.

Tað er sorgblítt at síggja myndina omanfyri, sum eg fekk sendandi frá Poulinu Slættanes. Myndin, sum er tjúgu ára gomul, er ein av fáu myndunum, eg havi sæð av Annu Larsen, sum andaðist 18. januar 84 ára gomul. Vinmaðurin Sverri Wang og Anna hava í eini fjøruti ár búð saman í íbúð á Frederiksberg. Sverri og eg vóru hondbóltsvinir á ungum árum, og eg kom eisini nógv í heimi í Tróndargøtu 47, eftir at Sverri var fluttur av landinum. Læs resten →

Úr myndasavninum – Sjáldsom kappróðrarmynd á ólavsøku

Áhugaverd róðrarmynd. Fleiri rógvarar eru í kolli. (Mynd ?)

Myndin omanfyri er áhugaverd, men ikki løtt at tíðarfesta. Tó, vit hava Havnarbátin at meta okkum eftir. Bátasmiðurin Jógvan í Skálum gjørdi drekan á Havnarbátin, sum hann smíðaði í 1935. Tá var róð av Gulanum undir Argjalandi og inn í Vágsbotn. Áskoðararnir, sum hyggja at kappróðrinum, standa á Tinganesi, úti í Bakka og inni í Vágsbotni. Í 1935 var fyrsta byggistigið at gera Molan liðugt, men Molin var bara minni enn helvtina av longdini av núverandi Mola. Eingin ivi er um, at nógvir áskoðrarar stóðu á Tinganesi, so teir sóu út undir Argjaland. Eisini áhugavert at síggja húsini í Tinganesi, sum ikki enn hava fingið reyðbrúna litin. Vit síggja eisini, at skip og bátar, sum hava ligið fyri teymi, er flutt, og at áskoðarar eisini eru umborð á skipum og bátum. Síggi í bókini “Drekin”, at 10-mannaførini á sinni róðu 2200 metrar. Menninir umborð á Havnarbátinum eru flestir í bundnum troyggjum. Ì mínum ungdómsárum róðu menn og kvinnur hjá Havnar róðrarfelag í hvítum skjúrtum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – 6-mannafarið Falkur var hansara hjartabarn

Levi Petersen saman við manningini á Falki á ólavsøku í 2005. (Mynd Christopher)

Levi Petersen saman við manningini á Falki á ólavsøku í 2005. (Mynd Christopher)

Eftir ólavsøkuróðrarnar í 2005 skrivaði eg niðanfyri grein um Levi Petersen áhugaverdan eldri víkamann, sum var komin til Havnar at fylgja 6-mannafarinum Falki, sum hann átti. Falkur er í dag 113 ára gamal, og Falkur úr Hósvík og Greivin úr Kollafirði, sum er eitt ár yngri, hava alla mína tíð verið fastir gestir á ólavsøku. Levi Petersen doyði 18. september í 2011. Læs resten →

Havi fingið fatur á áhugaverdum skjali um hondbóltsvøllin í Gundadali (e)

Slík mynd vekir góð minni á vøllinum. Nógvir áskoðarar sóu dystirnar um summarið, sjálvt um veðrið ikki altíð var til vildar. (Mynd Elinborg)

Mangan hava vit í Neistanum tosa um, nær gamli hondbóltsvøllurin í Gundadali varð gjørdur, og hvør gjørdi vøllin. Men eingin hevur tikið stig at “grópa” í søguliga málinum. Men hetta er lættari sagt enn gjørt. Eitt er nú greitt, at Tórshavnar kommuna lat vøllin gera, og at fyritøkur, sum vildu gera arbeiðið, skuldu lata tilboð inn á býrálsskrivstovuna í seinasta lagi 9. oktobur 1944 klokkan 18.00. Enn vita vit ikki, hvør gjørdi arbeiðið. Í løtuni finst bara eitt skjal um vøllin í goymsluni hjá Tórshavnar kommunu. Læs resten →

Úr myndasavninum – Tá Tórshavnar kommuna bygdi brennistøð og vatnverk í Havnardali

Brennistøðin í Havnardali var tikin í nýtslu í 1969. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Mangt er løgið í politikki eisini býarpolitikki. Tá eg av og á koyri mær ein túr út í Havnardal at hyggja, hvussu skilið er har, kemur mær til hugs brennistøðin í Havnardali, sum var tikin í nýtslu í 1969. Tí verri er økið ikki væl frágingið, eftir at brennistøðin tjúgu ár seinni var flutt niðan á Sandvíkarhjalla. Tú sært rustvatn renna nógvastaðni, sum stavar frá bilum og øðrum jarnlutum, sum var tyrvt í brotinum har úti. Bilarnir fóru heilir undir kav uttan at hugsa um avleiðingarnar. Men tað løgnasta var, at skamt frá brennistøðini var nýtt stórt vatnverk bygt, sum var tikið í nýtslu í 1966. Havnin vaks nógv í 1960-árunum, og mangan manglaði vatn, tá turt var í veðrinum. Læs resten →

Úr myndasavninum – Fegnir neistamenn vinna silvur í 1995

Neistamenn í 1995. St.f.v: Finnur Holm Petersen, Jón Hansen, Hans Laksá, Johan Stenberg, Bjartur Nolsøe og Gunnar Streymoy, venjari. Húkandi f.v: Eyðun R. Jensen, Tróndur Bogason, Bogi Henriksen, Sigmund Christiansen og Páll Nólsoy. (Mynd Dimmalætting)

Gunnar Streymoy hevur í tveimum umførum vant neistamenn. Seinast í 80-árunum og so í 1995. Eyðun R. Jensen minnist væl, tá ið teir í 1995 fingu silvurmerkini um hálsin. Læs resten →

Úr myndasavninum – Føroysk bilsøga er eisini áhugaverd

Í 1960 vóru umstøðurnar at hava bilverkstað ikki av teimum bestu. (Mynd – Havnin – fólk og yrki)

Havi skrivað eitt sindur um føroyska bilsøgu, men enn er eingin bók skrivað, tó er nógv at lesa í frálíku bókini Auto – altíð til tænastu. Bókina skrivaði Magnus Gunnarsson í sambandi við, at Auto fylti hálvthundrað ár í 2002. Tá eg í 1967 fór í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen, vaks talið av bilum ógvuliga skjótt. Tíðirnar gjørdu betri í Føroyum, og nú fekk vanliga fólkið eisini loyvi at keypa sær bil. Eftir kríggið og í 1950 – árunum sluppu bara fyritøkur, og tey, sum koyrdu hýruvogn at keypa bil, tí landið vildi ikki flyta ov nógva “valuta” av landinum. Í 1967 vóru fleiri smá bilverkstøð, sum ikki høvdu tey amborð og pláss, sum verkstøðini hava í dag. Minnist, at vit hjá Vilhelmi Nielsen høvdu bara ein lyftara, so vit lógu mangan á gólvinum og skiftu ymskt á bilunum. Áhugaverda myndin omanfyri er tikin í 1971. Tá var eingin Eystari ringvegur, og vit síggja eisini, hvussu fá hús eru uppi í Hoyvík. Tað var Reimar Isaksen, sáli, sum í 1967 læt um bilverkstað Yviri við Strond. Beinar Vesturgaard keypti verkstaðið í 1969, og í 1977 flutti Beinar verkstaðið niðan í nýggj høli uppi í Hoyvík. Hann seldi fyritøkuna í 1985. Sum vit síggja, so vóru ikki góðir møguleikar at herberga mongu bilunum Yvir við Strond, og soleiðis var støðan eisini aðrarstaðni í býnum, har menn høvdu verkstað í sethúsum. Ì 1960 vóru 1013 akfør skrásett í Føroyum, 3270 akfør í 1970, 11.000 akfør í 1980, og í 2017 er talið farið upp um 30.000 akfør. (Vagnur)

 

Meiningahornið – Landsstýrismaðurin fer alt ov lætt um píkamálið

Havi altíð hildið Henrik Old vera skilamann, og higartil hevur hann klárað seg væl í landsstýrissessinum. Men eg stúrsaði við, tá hann mikudagin í seinastu viku í fjølmiðlunum borðreiddi við nøkrum løgnum setningum um at koyra við píkum. Heðin Mortensen hevur spurt Henrik Old, um hann ætlar avmarka nýtsluna av píkum, men tað ætlar Henrik Old ikki. Eg og nógv við mær øtast, tí grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum eru so neyðarligar. Hann sleppur sær undan ábyrgd og vísir til Noreg, men hann gloymir, at vit búgva í Føroyum. Læs resten →