Fekk ringa samvitsku at síggja tunlarnar í sendingini Norðdepil 150 ár

Stór skomm at bjóða fólki slíkar samferðsluumstøður. Vit skriva jú 2017. (Mynd Vagnur)

Bæði við gleði og sorgblídni sá eg seinnapartin sjónvarpssendingina í sambandi við, at Norðdepil í fjør fylti 150 ár. Sum altíð er Zacharias Hammer úrmælingur við upptøkutólinum og frálíku myndunum. Søgan um 150 ára gomlu bygdina var væl lýst. Nú havi eg ávíst tilknýti til Norðdepil og Hvannasund, tí í sendingini hoyrdu vit um langabba mín Havna-Jógvan og synirnar og aðrar eftirkomarar hjá mær har á leiðini. Áhugavert alt samalt. Men tá eg sá bíðurøðina við tunlarnar frá 1967, fekk eg feril av ringari samvitsku sum føroyingur. At vit í 2017 bjóða fólkunum har norðuri slíkar samferðsluumstøður. Bilarnir eru nú vorðnir so stórir, at teir passa slett ikki inn í víkiplássini í ótíðarhóskanad trongu í tunlunum. Stór skomm. 

Og tá Zacharis spurdi leiðara í barnagarði, hví barnatalið var so nógv minkað síðani 1990-árini, so nevndi hon ivasama ferðasambandið. Minnist eisini konu í Árnafirði siga í sending Við Tórði á túri, at fólk í familjuni komu ikki á vitjan í Árnafirði, tí tey tordu ikki at koyra gjøgnum trongu tunlarnar. Tunlarnir Norður um fjall eru frá 1967 og fylla í ár hálvthundrað ár. Tunnilin til Hvalbiar er frá 1963.

Hesin ótíðarhóskandi og trongi tunnil frá 1963 er farin um hálvthundrað árini, men er framvegis ikki dagførdur.

Tað er út av lagi ússaligt, at hesir tunlar ikki fyri langari tíð síðani eru dagførdir. Haldi, at serliga politikarar í Norðoyggjum og í Suðuroy havi sovið í tímanum, tí vóru hesi tunlar í Noregi, so vóru teir av trygdarávum stongdir fyri nógvum árum síðani. Annars hoyrdist í fjølmiðlunum í sambandi Eysturoyartunnilin og Sandaoyartunnilin, at núverandi undirsjóvartunlar Vágatunnilin og Norðoyartunnilin ikki lúka norsk krøv um tunlar.

Altíð havi eg havt ta áskoðan, at allir borgar í Føroyum skulu fáa eins sømdir. Sjálvandi má siglast til Suðuroyar, til Skopunar og tildømis eisini út á smáu oyggjarnar, men skipini mugu vera nóg góð og í lagi. Tað sama er galdandi fyri tunlarnar. Tað líkist ongum, at tunlarnir Norður um fjall og til Hvalbiar ikki vera dagførdir beinanvegin, og arbeiðið skuldu verið gjørt fyri nógvum árum síðani.

Tá vit her í Havn hugsa um, hvussu Tórshavnar kommuna svimur í peningi, og vit síggja nógvar bilar koyra í gøtunum fyri meira enn hálva og eina millión krónur, so er heilt burturvið, at samfelagið ikki kann dagføra gomlu tunlarnar. Hetta hongur ikki saman samfelagsliga. Sum føroyingur fekk eg ringa samvitsku at síggja myndirnar, har bussar, lastbilar og onnur akfør standa í bíðirøð við tunlarnar Norður um fjall til tess at sleppa gjøgnum ótíðarhóskandi og trongu tunlarnar. Vit hava slett ikki ráð at bíða í fleiri ár til tess at hetta arbeiðið verður gjørt. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *