Myndin omanfyri sigst at vera tikin miðskeiðis í 1930-árunum á Eystaru bryggju í Havn. Myndin er ógvuliga sigandi, tá hugsað verður um Eystaru bryggju í 2014, har fáir menn stýra stórum trukkum, sum koyra stórar bingjur. Ein maður ansar stóra krananum á bryggjuni. Tað tekur fáar tímar at avgreiða bingjuskipini, sum liggja fáar tímar við bryggju. Soleiðis var ikki í tíðini, sum myndin omanfyri boðar frá. Tá ið eg síggi slíka mynd, hugsi eg altíð um tímalønina. Øll fólkini, sum eru til arbeiðis til tess at tøma lastina á sluppini, skulu hava løn. Áhugarvert eisini at síggja lastbilin. Læs resten
Dáragerð var at leggja saman Útvarpið og Sjónvarpið
Meira enn tíggju ár liðin, síðani táverandi landsstýrsmaðurin í mentamálum ófyrireikað legði saman Ùtvarpið og Sjónvarpið. Nú tíggju ár seinni finnast løgtingsfólk og umrøddi landsstýrimaðurin á, at ikki eru tvær óheftar tíðindadeildir í Kringvarpi Føroya. Hetta var júst tað, sum eg onnur vístu ár fyri tíggju árum síðani. Ikki dugi eg at sígga nakað positivt við samanleggingini, og vit fingu ikki betri útvarp ei heldur betri sjónvarp, og stovnarnir spardu púrt einki fíggjarliga. Hví so leggja saman? Læs resten
Borðtennisúrmælingurin Alek Bech er farin 67 ára gamal
Í 1960-árunum blómaði borðtennis í Føroyum og ikki minst á Tvøroyri, og eg minnist áhugaverdu og spennandi borðtenniskappingarnar, sum mangan vóru spældar í fimleikahallunum í Kommunuskúlanum og seinni á Føroya læraraskúla. Alek Bech av Tvøroyri var borðtennisstjørnuskot, sum kom undan kavi í 1960-árunum, og hesin fótfimi, kviki og skjóti unglingi hevði borðtennisevni, sum sjáldan vóru sædd í Føroyum. Evnaríki spælarin vann tíggju meistaraheiti í einmansleiki, har níggju av teimum vóru fylgjandi ár frá 1968 til og við 1976, og hann vann eisini fimm meistaraheiti í tvímansleiki. Men hvat serligt var við Alek Bech? Eg havi tosað við bróðurin Niels Bech og Niels Hovgaard, sum vandi og spældi borðtennis nógv saman við Alek. Men fyrst til bróðurin Niels Beck. Læs resten
Úr myndasavninum – Tvær hondbóltsmyndir frá 1964
Í apríl mánað í 1964 var stór hending í Gundadali, tí tá var grúshondbóltsvøllurin asfalteraður. Hondbóltsspælið broyttist frá degi til dags, tí nú kundi tú spæla skjótari hondbóltsspæl og lættari var at dribla bóltin. Arbeiðið var gjørt í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Heilt nógv fólk vóru í Gundadali henda dagin, Spælarin við 6-talinum á troyggjuni er Peter Sigurd Rasmussen, og spælarin til vinstru er Hannis Joensen báðir úr Kyndli. Spælarin til høgru er Magni Thomassen, sum spældi við SÍF úr Sandavági. Læs resten
Býarverkfrøðingurin Poul Guttesen, sáli, var spennandi persónur
Finn Bjørn Guttesen er ein av mínum trúgvu vinmonnum og gomlu hondbóltsvinum. Eftir eina hondbóltsferð á Fjóni í 1966 fann hann sær danska gentu, sum seinni bleiv kona hansara. Finn Bjørn flutti á ungum árum til Danmarkar, har hann setti búgv, men hóast hetta kom eg at hava nært samband við heim hansara í Hornabø og serliga seinnu árini við pápan, Poul Guttesen, sum var ótrúliga spennandi persónur at vitja og práta við. Læs resten
Úr myndasavninum – Søgulig skúlaborð og lærarar frá 1954

Læaraprógv 1954: Frá vinstru: Vilhelm Sørensen, Viðareiði, Ásmundur Vágsheyg Johannesen, Klaksvík, Hans David Matras, Kirkju, Poul A. Eide, Tórshavn, Petur Højgaard Simonsen, Vestmanna, Ove Frederiksen, Klaksvík, Andreas E. Thomsen, Oyndafirði, Tóri Skaalum, Vági og Hans Elias Johannesen, Hvannasund. Johan Ellendersen, Hvalba, er ikki á myndini. (Mynd: Havnin – fólk og yrki.)
Aftur ein mynd av kendum lærarum, sum fingu prógv í 1954. Eingin kvinna í flokkinum. Eitt eru lærararnir, annað eru skúlaborðini. Tá eg gekk í Nonnuskúlanum fýra fyrstu árini, mátti vit lyfta borðplátuna upp til tess at sleppa eftir bókunum. Á myndini kanst tú leggja bøkurnar á hill undir borðplátunum. Hvør minnist ikki “blekkhúsið” í borðinum, sum sæst á myndini. Tá var heilt stórur dentur lagdur á at hava vakra hondskrift, men altíð gekst ikki væl at skriva, og tá var gott at hava klattpappír við hondina. Nú sita næmingarnir við teldu, og vit hoyra javnan, tá teknikkurin svíkur. Eitt veit eg við vissu, at næmingarnir á myndini høvdu vakrari hondskift, dugdu betur at rokna og málbera seg á móðurmálinum, enn næmingar gera í dag. Pisakanningin sigur eisini frá hesum. Men tá tað er sagt, so eru tíðirnar broyttar, og núverandi næmingar sveima í eini digitaltíð og duga annað, enn næmingarnir á myndini ikki dugdu og høvdu brúk fyri tá. (Vagnur)
Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd av fimleikarum frá 1928

Fremst frá vinstru: Esta í Funningsstovu, Sanna Dahl Niclasen, Gunhildur Evensen, ókend, Mia Trónd Hansen (Jensen), Ebba Simonsen (Vang), Nanna Skála og Jona Jacobsen. Aftasta rað frá vinstru: Svend Skarðhamar, Óli Ellingsgaard, Eiði, Petur Nolsø, Vági, Kári Evensen, Børge Poulsen, Petur Háberg, Theodor við Keldu, Ludvig (Luddi) Mohr, Erling Skarðhamar, Niclas Andreasen, Johan Mortensen og Jákup á Dul. (Úr bókini Frá Petur Hábergs penni)
Áhugavert at síggja gamlar myndir og serliga, tá tú kennir nøkur nøvn og persónar á myndini. Myndina omanfyri havi eg sæð áður á Gamlar myndir úr Havn men ikki við øllum nøvnunum. Sá hesa myndina í bókini “Frá penni Petur Hábergs”, og Petur er sjálvur á myndini. Yvirskriftin eitur: Fimleikalið í Realskúlanum í Havn í 1928. Realskúlin við síðuna av Tórshavnar kommunuskúla var vígdur í 1916, og nakað norðan fyri skúlan stóð fimleikahøll, sum bleiv tikin niður, tá Kommunuskúlin var bygdur. À myndini eru millum annað vermóðir Mia Trónd og vinkonan Sanna Dahl, sum tær vóru róptar. Eisini brøðirnir Svend og Erling Skarðhamar. Nanna Skála er eisini har, og sum gjørdist hundrað ár. Minnist eisini væl Petur Háberg og Niclas Andreasen, og so smílið á Jákup á Dul, som fór alt ov ungur. (Vagnur)
Nøkur orð um Kjartan Mohr nú hann er farin
Eftir stutta sjúkralegu andaðist Kjartan Mohr 24. november 61 ára gamal. Tá eg hitti Kjartan fyri seinastu ferð á Syðradalsvegnum, tá hann og konan Mona eins og eg í skýmingini vóru komin at síggja sólina fara í kav og lita himmalhválvið bjart millum Hest og Koltur, vóru fyri meg eingin tekin, at æviskeiðið hjá Kjartani var um at styttast, og at hesin lívsglaði, fitti og prátingarsami maður tríggjar vikur seinni er farin um sýn. Læs resten
Minnisvarðin – 60 ár eru liðin, síðani minnisvarðin í Plantasjuni varð vígdur
Eg síggi hvønn dag úr køksvindeyganum minnisvarðan í Plantsjuni, og har hevur minnisvarðin altíð staðið, sjálvt um hann er sjey ár yngri enn eg. Minnisvarðin er vakurt listaverk lagaður úr føroyskum gróti. Á talvum standa nøvnini á teimum 210 sjómonnunum, sum doyðu undir seinna heimsbardaga. Læs resten
Politiska hornið – Okkurt er spinnandi galið í okkara samfelag
Sjálvt um allir pílar í samfelagnum vísa vinkulrætt uppeftir við lágum oljukostna, góðari uppsjóvarvinnu og methøgari aling, so megna vit ikki at hava nóg gott sjúkrahúsverk. Vit skulu byggja undirsjóvartunlar fyri milliardir, vit byggja miðnámsskúla fyri útvið 700 milliónir, fólkaskúlar og havnir fyri hundraðtals milliónir, og so togast fólk í tinginum og í fjølmiðlunum um sekstan milliónir krónur til Landssjúkrahúsið. Tað má vera dapurt hjá starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum aftur og aftur at hoyra um sparingar, og at starvsfólk kanska vera uppsøgd. Hetta hava tey ikki uppiborið. Jú, okkurt er spinnandi galið í okkara samfelag. Læs resten







