Í Føroyum er eingin lóg um vatnskutarar og skjóttgangandi bátar

Skútarar av hesum slag hava einki at gera inni á vágunum í Havn. (Mynd: Ùtlendsk mynd)

Herfyri hendi syrgilig vanlukku á Keypmannar havn. Ein vatnskutari rendi við nógvari ferð á lítlan leigaðan ferðamannabát. Tvær ungar amerikanskar kvinnur doyðu. Førarin á skutaranum er fongslaður fyri óviljað manndráp, og hini nýggju ungfólkini eru eisini ákærd í málinum, tí tey rýmdu frá staðnum og eisini sigldu alt ov skjótt í havnini. Í Danmark er lógarverk um skjóttgangandi vatnskutarar og skjóttgangandi bátar. Millum annað skal ein vatnskútari vera 300 metrar úr landi. Men í Føroyum finst eingin lóg á økinum. Eg havi spurt meg fyri hjá havnarmeistaranum í Havn og hjá løgregluni. Svarini eru stutt. Læs resten →

Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd frá 1955 úr Vágsbotni

Mynd frá 1955. Áhugavert eisini at síggja bilsniðini, bátarnar, og tað, at bilar koyra niðan Tórsgøtu. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Sá í morgun í bókini Havnin – fólk og yrki, at Sjómansheimið í Vágsbotni og eg eru mest sum javngomul. Tað var í 1949, at hundrað ára gomlu “fysikus” húsini vóru niðurtikin, og farið var undir at byggja stórt nýmótans sjómansheim. Um heystið var farið at grava út, og 12. august 1956 var Sjómansheimið vígt. Olaf Mortensen teknaði, og Petur Michelsen stóð fyri arbeðinum. Í 1967 var bygd ein hædd aftrat oman á Sjómansheimið. Minnist heilt væl, at nógvir navigatørar búðu á Sjómansheiminum, og tá ítróttafólk komu til Havnar, búðu ella ótu tey á Sjómansheiminum. Myndina omanfyri eigur Kirstin Johannesen, sum er dóttir “Pidda”, sum í nógv ár var fyristøðumaður á heiminum. Ì fyrstu hædd helt kjøthandilin hjá Jens Reinert til, og eisini barberarnir Frantzen og Ellingsgaard. Myndin omanfyri er frá 1955, og áhugavert at síggja bilar koyra niðan Tórsgøtu, og har standa eisini tveir bátar “parkeraðir”. Í 1955 var Molin ikki longdur í fulla longd, og mangan var uppgangur á lágættunum í Vágsbotni, har sjógvurin kundi koma niðan um Sjómansheimið. (Vagnur)

Fleiri róðrarfeløg vísa ikki ábyrgd í sambandi við ódnartøkini

Vøkur róðrarsjón. 5-mannaførini við dreingjum liggja við startin í Runavík. Tríggir bátar við hvítum drekastevni. Sig so tað. (Mynd Hvannrók)

Eg kann gerast so dundrandi argur og keddur, tá fleiri manningar kring landið ikki møta til ódnartøkini. Nógv fólk bæði í Róðrarsambandinum, fólk á staðnum og onnur brúka fleiri leygardagar, tí tey eru góð við kappróðurin, og so møta nógvir bátar ikki. At hugsa sær, at heilt lið av dómarum og fyrireikarum fara til Runavíkar, so er bara ein bátur við úr Eysturoynni. Hvar eru allir teir gulu bátarnir, sum róðu í fjør, og hvar eru ljósagrønu bátarnir úr Fuglafirði? Hoyrdi, at nakrar manningar vóru á venjingarlegu Suðuroy. Álvaratos, ikki er neyðugt at fyriskipa eina venjingarlegu, tá ódnartøkini vera rógvin. Læs resten →

Úr myndasavninum – Áhugaverd tíðarmynd frá 1933

Tú kanst hugleiða góða løtu um myndina, sum sigur so nógv. (Mynd Fornminnissavnið)

Altíð áhugavert at síggja gamlar myndir og sammeta tær við myndina í dag. Myndin omanfyri er frá 1933, og har er mangt áhugavert at síggja. Hugnaligu neystini, eingir bilar, opnir smáir bátar, og myndin boðar frá friðsælu á Kongabrúnni. Vit síggja til høgru tá stóru húsini hjá Evensen, har hotell var latið upp í 1935. Í 1950 kom eldur í, og tað gamla hotellið brann í grund. Eftir eldsbrunan var farið undir at byggja hotellið uppaftur, sum stóð liðugt í 1952. Miðskeiðis í myndini stendur skrivað Dimmalætting á hvítum húsum. Vit síggja eisini handilin hjá Poul í Geil og Carl á Lag, og so kemur handilin hjá Essaba undan vinstrumegin nú Cafe Natúr. Havi mangan hugsað, hvussu var við byggiætlan um hetta mundið. Smá og stór hús hvørt um annað, og húsini venda í allar ættar. Tó hugnaligt og vakurt umhvørvið, har hús nógvastaðni har á leiðini eru varðveitt. Vit kunnu vera samd um, at vit kundu havt varðveitt meira av gomlu havnini, har hús vóru niðurtikin og burturbeind, og ljótir betongklossar bygdir ístaðin. Komi júst at hugsa um, at um hetta mundið læt Hans Jacob Jakobsen upp matvøruhandilin Smæruna í Vørðsluni. Pápi mín arbeiddi har í 48 ár, og hann segði okkum, at fólk ávaraðu Hans Jakku at lata upp handilin, tí hann lá so avsíðis. Smæran skuldi gera størsti og fyrsti sjálvtøkuhandil í Føroyum. (Vagnur)

Stórhending, tá stórskjúttin Henrik Gerster í 1987 kom til Hoyvíkar

Mynd frá 1987/88. Henrik skýtur brotskast, meðan Sámal Hansen og Kári Mortensen eygleiða. (Mynd Vagnur)

Syrgilig tíðindi at hoyra mánamorgunin, at Henrik Gerster brádliga var deyður bert 52 ára gamal. Ikki nógvir dagar síðani, at Henrik var í Hoyvíkshøllini, tá stór mannfjøld hátíðarhildu, at H71 hevði vunnið meistaraheitið. Stórhending í føroyskum hondbólti, tá tað eydnaðist H71 fáa Henrik Gerster til Føroya í 1987 at spæla við besta liðnum. Henrik Gerster er besti álopsspælarin, og spælarin, sum hevur skotið harðast í føroysku kappingini nakrantíð. Havi ringt til Ásvald Simonsen, sum býr í Danmark, og spurt hann, hvussu tað eydnaðist honum at fáa Henrik til Føroya, tí boð vóru jú nógvastaðni eftir stórskjúttanum. Og Ásvald sigur soleiðis, tá hann fyri tretivu árum síðani fekk Henrik Gerster til Føroya. Læs resten →

Eg veddaði 1000 krónur, og neistaspælari gavst at roykja (e)

Roykingin er minkað millum ung í Føroyum, men enn er langt á mál.

Nógv er broytt seinastu árini, tá ið talan er um at roykja. Hvønn dag fáa vit í fjølmiðlunum at vita, hvussu vandamikið er at roykja, og dentur verður serliga lagdur á, hvussu vandamikil “passiv” royking er. Hugburðurin er broyttur nógv til tað betra, og roykjarar fáa eingi rættindi longur í skúlum og á arbeiðsplássum. Ikki er longur loyvt at roykja á almennum støðum, og fólk skulu vera fylt átjan ár, skulu tey keypa ein pakka av sigarettum. Alt hetta verður gjørt til tess at tálma roykingini. (Greinin skrivað í 2013) Læs resten →

Úr myndasavninum – Góð saltfiskaminni á Vestaru bryggju

Havnartrolarin Fiskanes landar til Bacalao. Nógvar hendur til arbeiðis, og brúk var eisini fyri ungdómum at landa trolaran. Í lastini var allur fiskur tikin upp við hond, og elspøl vóru brúkt at hiva kurvarnar úr lastini. (Mynd Lossingarmenn í Havn)

Vit ungu í 1960-árunum høvdu ikki trupulleikar at forvinna okkum nakrar krónur í summarfrítíðini. Boð vóru mangan eftir okkum, og tað ráddi jú um at útvega sær pening at brúka á ólavsøku. Nógvar hendur vóru til arbeiðis, tá trolarar landaðu saltfisk á Vestaru bryggju, tí mest sum alt arbeiðið var gjørt við handamegin. Saltfiskurin skuldi takast upp við hond í lastini og fyllast í kurvar fyri síðani at hivast upp á bryggjuna. Haldi meg ikki hava arbeitt í lastini, men vit koyrdu vognarnar, sum vit síggja á myndini. Á hvørjum vogni stóðu tríggjar kurvar. Havi magan hugsað, at hetta kundi vera lønandi vinna hjá Bacalao, tí heilt nógv fólk vóru til arbeiðis, og harvið nógvar vikulønir gjaldast landarum. Minnist eisini allar kvinnurnar, sum vaskaðu saltfiskin at gera kláran at turka í serligu turkirúmum á næstu hædd. Vit ungu vóru dagliga niðri á Vesturu bryggju, tí har var altíð so nógv spennandi at síggja. Nógv virksemi. Onkuntíð lossaðu vit eisini tunnustavar til tunnivirkið oftast úr skipinum Hólmi. Tunnuvirkið helt til í Saltsøluni. Vit fylgdu eisini við, hvussu nógv ymsu trolararnir fiskaðu, og Fiskanes fiskaði væl. Síggi fyri mær Hans Paula Johannessen skipara og seinni stjóra á Saltsøluni ganga á bryggjuni. Hans Pauli hoyrdist, har hann var. Vart tú fjúrtan/fimtan ára gamal, fekst tú hálva arbeiðsmannaløn. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Tá Sundabáturin brotnaði í óndnarveðri í 2008

Tríggir bátar brotnaðu í ódnini í 2008.

Tríggir bátar brotnaðu í ódnini í 2008.

Ódnarveðrið í 2008 gjørdist kostnaðarmikið fyri Norðdepils-Hvannsunds Róðrarfelag, tí 10-mannafarið Norðingur og gamla 5-mannafarið Ritan fóru í knús og kundu ikki umvælast. Nýggi Sundabáturin, sum ikki var spoytaður, var eisini so mikið illa farin, at ikki var vist, um báturin gjørdist aftur. Greinina skrivaði eg á heimasíðuni www.drekin.fo í 2008.   Læs resten →

Havi altíð trivist heilt væl við sjóvarmálan og millum róðrarfólk

Í meira enn hálvthundrað ár havi eg verið knýttur at hondbóltinum. Spælt sjálvur, vant lið, verið formaður í felag og i hallarnevnd, og havi útvegað stórar upphæddir til felagsskapin. Nógv eru góðu hondbóltsminnini. Eitt er hondbóltur, annað er kappróður, sum situr ógvuliga djúpt í sálargongini. Plagi at siga, at eg trívist allar best niðri við sjóvarmálan og millum róðrarfólk. Tí haldi eg fram at geva mítt íkast til kappróður. Gleði meg hvørt ár til róðrarárið, og serliga hevur mín áhugi verið hvørt vár, hvørjir bátar eru við í kappingini. Eg gleðist, tá eg hoyri, at tað eydnast at manna nógvar bátar kring landið, og alt talar fyri, at nógvar manningar eru við í summar. Uttan eldsálir ber ikki til, og hesi orð eru bara á vísa á, hvussu stórt arbeiði er at fyrireika eitt ódnartak, sum tað flaggdagin. Læs resten →

Væl fyriskipað “køld” ódnartøk flaggdagin á Vestaruvág

Hugaligt á Vestaru bryggju flaggdagin. (Mynd Vagnur)

Fjallatindarnir vóru hvítir flaggdagin, tá fyrstu ódnartøkini á árinum vóru rógvin. Sjálvt um kalt var í luftini, høvdu nógv fólk leitað sær oman á Vestaru bryggju. Høvuðsfyrireikararnir Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen vóru har, Magni Nielsen stóð sum altíð fyri startinum, Hugo Joensen var startdómari, og í málbilinum vóru fólk frá Róðrarsambandinum og Havnar róðrarfelag. Forkvinnan í RSF var eisini har. Ódnartøkini vóru seinkað nakrar minuttir, tí bátar komu norður við Smyrli, men tá fyrsta skotið brast, gekk væl at avgreiða allar róðrarnar. Og tú fekst nakrar ábendingar um róðrarárið 2017, sjálvt um fleiri bátar ikki vóru við. Vit gleða okkum til næstu ódnartøkini og FM-róðrarnar í summar.  Læs resten →