Eg veddaði 1000 krónur, og neistaspælari gavst at roykja (e)

Roykingin er minkað millum ung í Føroyum, men enn er langt á mál.

Nógv er broytt seinastu árini, tá ið talan er um at roykja. Hvønn dag fáa vit í fjølmiðlunum at vita, hvussu vandamikið er at roykja, og dentur verður serliga lagdur á, hvussu vandamikil “passiv” royking er. Hugburðurin er broyttur nógv til tað betra, og roykjarar fáa eingi rættindi longur í skúlum og á arbeiðsplássum. Ikki er longur loyvt at roykja á almennum støðum, og fólk skulu vera fylt átjan ár, skulu tey keypa ein pakka av sigarettum. Alt hetta verður gjørt til tess at tálma roykingini. (Greinin skrivað í 2013)

Ein kaldan heystdag fyri nú nógvum árum síðani kom undirritaði í Gundadalshøllina og sá unga neistakvinnu í venjingarklæðum roykja uttanfyri Gundadalshøllina. Eg spurdi kvinnuna, um vit bæði skuldu vedda 1000 krónur, sum gekk út uppá, at neistakvinnan fekk 1000 krónur frá mær, um hon onga sigarett roykti restina av kappingarárinum “Nei, tað kundi eg ikki funnið uppá, tí nú havi eg roykt í fimm ár og kann ikki halda uppat”, segði ungu neistakvinnan. Eg segði henni, at broytti hon hugsan, var at ringja til mín.

Tríggjar dagar seinni ringdu hon og segði, at hon tók av tilboðnum. Glaður var eg. Neistakvinnan roykti ikki aftur í kappingarárinum, sum endaði fyrst í apríl mánað. Og á taktikkfundi fyri seinasta dystin gav eg ungu kvinnuni tveyhundrað fimmkrónur í einum pussaðum kobarrøri. Og í rørið graveraði eg heilsu.

“Sunn sál í sunnum likami”, verður mangan tikið til. Íðkar tú ítrótt, so roykir tú ikki, men tað eru ítróttafók, sum ikki  geva sær far um, at tey áttu at verið fyrimyndir hjá ungdóminum. Men tíverri er hetta ikki altíð veruleikin. Tó standa fólk longur við sigarettini í munnklovanum millum sínar medborgarar. Hugburðurin er broyttur til nógv tað betra, men enn er ikki komið á mál.

Vanligt er enn at síggja ungfólk í ítróttaklæðum uttanfyri ítróttahallir við sigarett í hond, tí tey sleppa ikki at roykja inni. Tey mugu fyri alt í verðini hava eina sigarett, áðrenn tey fara í brúsu. Ítróttafólk mugu ikki roykja í hallunum, tí sært tú mangan nakrar spælarar roykja framman fyri hallardyrnum, sum er keðilig mynd.

Undirritaði tekur ikki ítróttafólk í álvara, sum roykja í kappingarárinum, tí kanningar vísa, at hevur tú bara roykt í nøkur fá ár, er lungaorkan minkað við 10-15 %. Og kappingin er nú so mikið stór innan ítróttina í Føroyum, at pláss verður i framtíðini ikki fyri roykjarum í krevjandi ítróttargreinum.

Eg havi sæð spælara fest sær í sigarett beint eftir lokna harða venjing. Spælarin kann ikki bíða, til hann hevur verið í brúsi og kanska er komin út í bilin á veg til húsa. Hetta er langt úti í mínari verð, sum tey unga plaga at taka til. Eg havi skrivað áður, at ítróttafeløgini og ítróttafólkini og eiga slóða fyri, tá talan er um at roykja. Tey skulu vera fyrimyndir. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

En tanke om “Eg veddaði 1000 krónur, og neistaspælari gavst at roykja (e)

  1. Hey Vagnur
    1 juni fyri skjótt 9 árum síðani kl 1920 grønlanska tíð tók eg kanska tað bestu avgerðina í lívinum(nú verdur konan kanska firtin,men,lad gå við tí) Eg legði av at roykja. Síðani tá havi eg sett virðið av eitt sindur meir enn einum pakka inn um dagin, og upphæddin er nú komin uppá 180.000 kr.Peningin havi eg deilt í tvey,so døtur mínar eiga 90.000kr í part,og tad er ikki so lítid. Upphæddin veksur hvørt ár til tær verda 20 ár, men tær fáa bert peningin, um tær ikki byrja at roykja, og byrjar onnur dótturin at roykja, so far hin allan pengingin. Vóni ikki at viðmerkingin er ov long, eg var bara noyddur at siga tað.
    Framvegis ein góð síða Vagnur.
    Vinarliga
    Pauli.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *