
Neistagentur á Eiði í 1963: Standandi frá vinstru: Emmely Mikkelsen, Turid Hansen, Rannvá H. Jensen og Hildigunn Weihe. Húkandi f.v: Turið Debes Hentze, Helena Mortensen og Margit Hjalmarsdóttir.
Myndin omanfyri er søgulig, tí hetta er fyrsta mynd tikin av gentuliði hjá Neistanum. Gentur og dreingir byrjaðu at spæla landskapping í 1963, áðrenn var bara kapping fyri 1. deild og 2. deild menn og kvinnur. Lið hjá Neistanum vóru á Eiði 7. juli 1963 og spældu vinardystir á Mølini ímóti EB. Siglt varð við postbátinum úr Vágsbotni til Oyrar, og liðini vóru koyrd víðari við bili til Eiðis. EB hevði tá lið bæði í mansdeildini og kvinnudeildini, men miðskeiðis í 1970 árunum bleiv hondbóltsspælið eitt innanduraspæl, og tá mátti EB við tíðini leggja kongin. Nú er so komin snotulig høll á Eiði. Læs resten








