
Vónandi fáa vit tríggjar góðar skúlar í vesturbýnum, men hvussu við ferðsluni har á leiðini. (Mynd Vagnur)
Ein sólskinsdag í vetur tók eg myndina omanfyri. Tankarnir leitaðu trý/fýra ár aftur í tíðina, tá sagt var í fjølmiðlunum, at hesin stóri skúli kom at kosta 350 milliónir krónur. Tvey ár seinni var talið rættað til 450 milliónir krónur, og seinastu tølini siga 636 milliónir krónur. Hetta sigur mær, at tá skúlin er klárur at taka í nýtslu, er endaliga talið farið upp um 700 milliónir krónur. Meirkostnaðurin kundi fíggjað bæði tunlarnar Norður um Fjall og Hvalbiartunnilin. Kom eisini at hugsa um fyrrverandi landsstýrismann í mentamálum, sum segði í fjølmiðlunum, at tíðarætlanin fór at halda, ja, eisini fríggjarligaætlanin. Síðani gjørdi roknivilla á tekniborðinum, at stórur betongveggur mátti takast niður aftur, tí hann var ov veikur, og at arbeiðið tí var seinkað tríggjar mánaðir. Men alt hetta passaði jú ikki. Vónandi gerast fólk fegin um Glasir, tá skúlin kann takast í nýtslu í august mánað 2018. Um tíðarætlanin hesuferð sjálvandi heldur. Hvussu við stóru ferðsluni har á leiðini, tá næmingar og lærarir eru farinir til arbeiðis í trimum stórum skúlum. Glasir, Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin koma at rúma millum 3000 og 4000 næmingum og lærarum. Havi ikki sæð Tórshavnar kommunu sagt okkum, hvat skal henda við ferðsluni har á leiðini, tí har eru longu nakrir ferðuknútar, sum mugu loysast. (Vagnur)