Glastrevjabátur okkara hevur fyri fyrstu ferð verið á Argjum til smáar umvælingar. Vit plaga annars altíð at gera hetta í Álakeri. Satt upplivilsi at vera niðri við støðna á Argjum, tí har koma so nógv fólk bæði rógvarar, bátaeigarar og fólk annars at fáa sær eitt prát. Tá eg í morgun var um at vera liðugur við bátin, og hann skjótt skuldi á sjógv, fekk eg eyguni á unga kvinnu, sum í sólskininum sat í rógvimaskinu uttan fyri róðrarneystið hjá Argja Róðrarfelag. Bleiv róðrarforvitin, tí eg veit, at tá rógvarar venja í bátinum, rógva summir eisini eitt sindur í maskinunum. Hetta var kanska kvinna, sum gekk til próvtøku, og tí kundi venja um morgunin. Unga kvinnan, sum eg prátaði við var ikki hvør sum helst í Argja Róðrarfelag.
Talan var um 24 ára gomlu Annu Katrinu Larsen, sum í sólskininum róði sær nakrar metrar, og uttan iva eisini fekk sær nakrar sólstrálur í andlitið. Hevði ikki myndatólið í bilinum, og tí gjørdi eg skjótt av og fór heim eftir myndatólinum og út aftur á Argir. Og tað vísti seg, at Anna Katrina er ikki hvør sum helst í Argja Róðrarfelag, men hon rør tó ikki við Teistanum í summar, tí hon er um at vera liðug útbúgvin sjúkrasystir og fær prógv um tvær vikur. Men í fjør róði hon við Teistanum, sum var í harðari kapping um fyrsta plássið við Erlu Kongsdóttir. Anna Katrina sigur soleiðis:
– Eg siti í rógvimaskinuni til tess at halda meg í venjing, tí eg skal umborð á Teistan á vestanstevnu, og vit eru eisini nakrar, sum ætla at manna 5-mannafar á ólavsøku. Mær dámar so væl at rógva, men eg kundi tíverri ikki vera við í summar, tí um fjúrtan dagar fái eg prógv sum sjúkrasystir og skal arbeiða í summar. Men tá kvinna umborð á Teistanum ikki kann rógva á vestanstevnu, fari eg umborð.
– Tá eg gekk í sjeynda flokki róði eg eitt sindur av inniróðri í Róðrarfelagnum Knørri, og í 2010 róði eg við Sílinum mannað við gentum. Í 2012 stýrdi eg Argjabátinum, og frá 2013-2016 róði eg við Teistanum kvinnum. Vit vóru í fjør í harðari kapping við Erlu Kongsdóttir, og vit vunnu á norðoyastevnu og vestanstevnu. Annars var eg forkvinna í Argja Róðrarfelag í 2014 og havi verið skrivari í nevndini síðani 2015.
– Nú siti eg so her í sólskinum og royni at rógva í maskinuni, so eri klár at fara umborð á Teistan á vestanstevnu. Mær dámar væl at rógva, og tað er ringt at ganga á landi, meðan vinkonurnar umborð á Teistanum venja í Nólsoyarfirði, sigur Anna Katrina at enda. Vit høvdu trupulleikar at fáa nóg góðan mynd, tí sólin var sterk í støðni. Til tess at tryggja mær í hvørfall eina hampuliga mynd, funnu vit skugga norðan fyri róðrarneystið.. Áhugavert prát við henda fyrikomandi 24 ára gamla rógvara.
Manningarnar hjá Arga Róðrarfelag í summar eru hesar: Blikur 5-mannafar við gentum, Teistin 5-mannafar við dreingjum, Teistin 5-mannafar við kvinnum, 6-mannafarið Lómur við monnum, Argjabáturin og Drekin Reyði. Eisini stendur 8-mannafarið Árnfirðingur í neystinum á Argjum, sum felagið hevur lánt, og sum eisini er við í FM-kappingini. So felagið er væl umboðað, men tað kann tykjast løgið, at eingin barnamanning er á Argjum, tí har búgva jú fleiri enn 2000 fólk. (Vagnur)


