
Hetta er myndin í dag á Vestarubryggju. Bátar landa til Landingarmiðstøðina, og fiskurin fer bilum til virki kring landið. (Mynd Vagnur)
Síggi í morgun á in.fo, at Heðin Mortensen vil hava fólk at sláa ring um Havnina og fáa fiskivinnuvirksemi aftur á Vestarubryggju beinanvegin. Fáa latið upp Bacalao. Her haldi eg, at Heðin veit ov lítið um fiskivinnuna í Havn, tí í Havn er mest sum eingin fiskivinna longur. Egningarskúrarnir standa tómir og myrkir, og í Havn er bara ein landingarmiðstøðu. Skip og bátar landa fiskin fyri síðani at vera sendur við stórum bilum til virki kring landið. Flestu fiskiskipini eru seld úr býnum, har tey seinastu fýra fóru til Sørvágs. Eftir eru Enniberg, einstakt uppisjóvarskip og nøkur heilt fá skip við TN á bógnum. Tað var tann tíð, tá landað vóru 12-15000 tons av botnfiski til Bacalao Læs resten








