Úr myndasavninum – Nøkur barnaminni um kappróður

Vit fóru fleiri ferðir á ólavsøku oman á Kongabrúnna at hyggja at kappróðrarbátunum. (Mynd Havnin-fólk og yrki)

Myndin omanfyri er frá ólavsøku 1939, tíggju ár fyri eg var føddur. Men júst henda myndin vekir nøkur barna- og ungdómsminni um kappróðurin á ólavsøku. Í mínum ungdómsárum stóðu allir kappróðrarbátar til framsýningar á Kongabrúnni alla ólavsøkuna, og júst sum á myndini, sóu nógv fólk bátarnar. Hvør bátur hevði sína søgu. Læs resten

Nakrar hugleiðingar um Vágsbotn og uppskotið um nýtt torg

Meiningarnar um Vágbotn eru nógvar. Alt gott um hugna har á leiðini, men kommunan fær ikki ikki bilbukt við nógvu bilinum. (Mynd Vagnur)

Sat herfyri á vøkru trappuni í Vágsbotni og hugleiddi eina løtu um Vágsbotn, sum so nógv fólk hava meining um. Tankarnir leitaðu til barnaárini, tá Skálatrøð var trøð og ikki parkeringspláss, og har ikki var koyrandi út á Skálatrøð. Vit  ungu fingu um endan á tíðini, tá mjólkabátarnir løgdu at bryggja í Vágsbotni, har Rubek var avgreiðslumaður hjá Meiarínum, Vit minnast aldurnar, sum komu sunnan úr havi inn í Vágsbotn, og tað kom fyri, at aldurnar fóru leikandi niðan Tórsgøtu. Læs resten

Modell av fronskum rannróknarskipi hongur í Mariukirkjuni

Kongaminni er vakurt listaverk, sum stendur á vælvaldum plássi. (Mynd Vagnur)

Tá ið tú kemur inn í vøkru katólsku Mariukirkjuni í Havn, hongur vakurt rannróknarskip í kirkjuni. Vinnmaður mín FinnBjørn Guttesen hevur sent mær nakað um rannróknarskipið, sum sakk í Íslandi í 1936. Fjøruti mans vóru við skipinum, bara 3. stýrimaður bjargaðist. . Rannsóknarskipið var fleiri ferðir í Føroyum. Læs resten

Úr myndasavninum – Vit eru í 1956 til barnadóp uppi á Varðabú

Mynd frá 1956. (Mynd Bambus)

Í fjør 24. juni fór pápabeiggin Vagn Erik Michelsen 92 ár ára gamal. Hann búði á Tjarnargarði í tólv ár, og tá vit ruddaðu og tømdu kamarið, fekk eg forvitnisligu og góðu myndina í varðveitslu. Bambus tók myndina av systkinabarninum, tá hon var doypt fyri 64 árum síðani. Við sorgblídni at síggja gummur og gubbar, men eisini hugaligt at síggja hesi fólkini, sum er ættarlið undan okkum. Læs resten

Nøkur minnisbrot nú Sverri Faber Wang er fluttur um sýn

Sverri Wang á ungum árum í 1960-árunum

Hósdagin 25. juni andaðist Sverri Faber Wang á Boðanesheiminum 70 ára gamal, og í dag 28. juni  fylgdu vinir og kenningar Sverra til gravar, dagin hann hevði fylt 71 ár. Sverri var grivin í gravstaðið hjá foreldrunum Knúti og Anettu Wang. Sverri hevur langt lív búð í Danmark, men eftir at konan Anna doyði, ynskti hann at koma aftur til Føroya og búgva í barndómsheiminum í Tróndargøtu. Seinnu árini var heilsan hjá Sverra farin at bila, og nú orkaði hann ikki meira. Hann búði nú hann andaðist á Boðanesheiminum. Eftir sita vit vinir við nógvum góðum minnum bæði sum hondbóltsvinir í Neistanum og seinni í heiminum við Tróndargøtu.

Sverri var sonur Knút Wang, fyrrverandi blaðstjóra á Dagblaðnum, og Anettu Wang, sum var donsk og var komin til Føroya eftir seinna heimsbardaga at arbeiða á Tjaldurs apoteki. Áhugavert er eisini, at Erik Faber, pápi Anettu og abbi Sverra, arbeiddi sum lækni eitt skifti seinast í 1880-árunum á Gamla hospitali. Knút og Anetta komu at kennast á matstovuni hjá Ellingsgaard, sum var matstova nær gamla Klubba. Tá undirritaði eftir fýra ár í Nonnuskúlanum flutti oman í Kommunuskúlan, kom eg at ganga í sama flokki sum Sverri. Vit skúlanæmingar komu nógv í heimi hjá Sverra og teimum, sum stóð skamt frá skúlanum.

Serliga minnist eg, tá dreingir spældu fótbólt á vegnum í Tróndargøtu, og vit høvdu garaguhurðina sum mál. Tá vóru ikki nógvir bilar í gøtunum. Sverri kom at spæla hondbólt í Neistanum, og var av bestu hondbóltsspælarum og eisini fótbóltsspælarum. Tað var Sverri, sum bað meg koma at spæla við dreingjaliðnum hjá teimum, sum júst var flutt upp í unglingadeildina. Sverri var bæði spælari og leiðari, og tað var hann, sum tók stig til allar venjingardystirnar, vit spældu kring landið og serliga í Vestmanna. Læs resten

Stuttsøga – Lítli Einar ætlar sær at læra til skipara eins og abbin

Lítli Einar situr so fittur og starir út á sjógv. Og tankarnir reika.

Lítli Einar situr so fittur og starir út á sjógv. Og tankarnir reika.

Tá eg sá hesa frálíku myndina á Facebook, droymdi eg meg aftur í tíðina, tá ið vit sum smádreingir spældu niðri við sjóvarmálan. Pápi okkara var altíð bangin um okkum í sambandi við sjógv, og hann legði stóran dent á, at vit lærdu okkum at svimja úti í Sandá. Eg fekk hug at skriva niðanfyri stuttu stuttsøgu. Læs resten

Hvíldarheimið Naina frá 1936 hevur kensluborna og áhugaverda søgu

Mynd frá 1950. Til vinstru húsini hjá viðoyinginum, síðani Hvíldarheimið og húsini hjá Finni Helmsdal. Frálílt og vælvalt økið at byggja Hvíldarheimið. (Mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen,)

Tá tú úr myndabók hjá Harry S. Johansen fekk mynd frá 1950, har tú sært niðan í Gundadal og Hvíldarheimið Naina, komst tú tat hugsa um bókina Hvíldarheimið Naina 1936-2016. Hvíldarheimið fylti áttati ár í 2016, og í hesum sambandi kom út forvitnislig og góð bók, sum Hanna S. Absalonsen skrivaði. Tú hevði hoyrt og sæð, hví Hvíldarheimið í 1936 fekk navnið Naina, men nú vildi tú kanna hetta nærri og havi lisið bókina.

Naina Scharla Nielsen fødd 29. august 1893 var úr danska býnum Bromme í Sjællandi og flutti seinni til Lynge sunnan fyri Sorø. Foreldrini góvu dóttrini navnið Naina, tí tey hildu, at staðarnavnið Nain, sum er nevnt í Bíbliuni, var vakurt navn og hóskaði til dóttrina. Innsavningin til Hvíldarheimið var eindømi í Føroyum, tí 3.200 gevarar harav 800 skúlabørn lótu pening til nýggja Hvíldarheimið, sum var vígt 23. februar 1936. . Læs resten

Mina Wilhelm seymaði hattar og húgvur, og skraddar Debes seymaði frakkar og draktir

Mamma helt hattin vera dekan ov ógvuligan. Smágentan er systir Christin.

Mamma helt hattin vera dekan ov ógvusligan. Smágentan er systir mín Christin.

Eg fann ein dagin í myndagoymsluni hjá mammu eina ungdómsmynd av henni. Hon hevði á høvdinum serligan hatt. Myndin er frá 1942. Altíð áugavert at práta við mammu um farnar tíðir, men henda dagin vildi hon ikki so væl at tosa um júst henda hattin, tí sum hon segði: – Hann gjørdist dekan ov ógvusligur, sum eg ikki ætlaði. Mina Wilhelm var “modist” og hevði handil og seymistovu í heiminum í Niels Finsensgøtu, har Suðuroyr Sparikassi heldur til. Men hvat er ein modistur? Læs resten

Úr myndasavninum – Í 1969 spældu menninir FM í oldboys

Neistin oldboys 1969. St.f.v: Hans Holm  Poul Johannes Johansen, Henning Eysturoy, Hildibjart Johansen og Eigil Lyngsø. Húkandi f.v: Hansemann Mikkelsen, Eivind Dam og Evald Larsen.

Tað gongur ikki væl at finna myndir av eldri mansliðnum. Neistamenn vóru meistarar í 1949, 1953 og 1955, men sjálvt um eg havi spurt familju og spælarar frá hesum árum, so er eingin mynd at finna. Harafturímóti havi eg funnið upprunamyndina av oldboysliðnum hjá Neistanum frá 1969. Roynt varð hetta árið at skipa fyri FM-kapping í oldboys, men bara VÍF, Neistin og TB meldaðu til kappingina. Og í seinastu løtu meldaði TB frá, tí spældu bara Neistin og VÍF. Liðini spældu fyrst ein dyst hvør ímóti øðrum í Havn og í Vestmanna, men javnleikur var millum liðini. Avgjørt varð tí at spæla nýggja kapping, og har eydnaðist neistamonnum at vinna FM-heitið. Á neistaliðnum spældu spælarar, sum eisini mannaðu neistaliðið í 50 árunum. Myndin av neistamonnum er tikin í Vestmanna. Spælt varð bara í 1969 um FM-heitið í oldboys. (Vagnur)

Eg gekk í 1977 á møti hjá Jehova vitnum í ein mánað

Nú ein dagin fekk eg blaðið "Vagttårnet" í hondina frá nøkrum vitnum á gøtuni. Hetta var forsíðumyndin.

Nú ein dagin fekk eg blaðið “Vagttårnet” í hondina frá nøkrum vitnum á gøtuni. Hetta var forsíðumyndin.

Tá ið eg gekk á Føroya læraraskúla frá 1974 til 1979 var kristni ella rættari sagt “religión” ein av lærugreinunum. Í 1977 skuldu vit skriva høvuðsuppgávu í kristni, og valdi eg at skriva um Jehova vitni í Føroyum, har eg serliga legði dent á søguliga partin. Eg tosaði við nógv fólk, m.a. við varabispin Eivind Vilhelm. Í 1977 var Ríkissalurin hjá Jehova vitnum í húsunum hjá Rasmusi og Aase Nygaard við Noregsveg. Ríkissalurin í Havn er nú Yviri við Strond. Læs resten