Úr myndasavninum – Vit eru stødd úti á Molanum í 1950

Úti á Molanum í 1950. Hegnrullur, oljutunnur og fólk hvørt um annað. Fremst mitt fyri síggjast Bette til vinstru, síðan Helena Hansen og Harry. (Mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen) 

Vit eru stødd úti á Molanum í 1950, og Molin var ikki so langur, sum hann er nú. Einki flogsamband einans ferðamannaskipini Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyum og Drotningin hjá DFDS. Minnist, hvussu nógv fólk leitaðu sær út at Eysturu bryggju, tá ferðamannaskipini løgdu at bryggju. Summi høvdu næstringar umborð, onnur bara av forvitni at hyggja at fólki og skipi. Molin var heilt serligt stað í Havn, tí í 1950 búðu 5000 fólk í býnum, og ikki var koyrandi longur til gamla enda á Oyggjarvegnum og ikki til Kalbaks. Høvdu fólk verið í dansi ella á møti, ja, so fóru fólk túr út á Molan. “Kajtúr”, sum var rópt tá.

Við sorgblídni at síggja myndina, tí á brygguni standa hjúnini Bette og Harry S. Johansen. Millum tey bæði Helena Hansen kona “Millionærin”, sum fostraði upp Bette, frá tí hon var trý ára gomul. Á myndini er Bette við barn, og nakrar mánaðir seinni átti Betty dóttir, men Betty doyði í sambandi við føðingina, og Harry sat eftir sum einkimaður og gentubarni. Syrgilig støða hjá Harry.

Á Molanum er hugaligt at síggja tokulúðurin og vitan. Sjálvandi gjørdist meira fátæksligt, tá havnarfólk misti Molan, sum kundi sagt frá mongum kærleiks – og vinartúrum út á Molan. Minnist eisini, hvussu nógv fólk mangan stóðu á seyðabergi á Molanum, og eisini mongu fólkini, sum stimaðu út á Molan at veittra seinasta farvæl til næstringar umborð á Tjaldrinum og Drotningini. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Í 1950 búðu 5.607 fólk í Havn og 31. 781 í Føroyum

Áhugaverd mynd frá 1950. Harry og svenski gesturin hyggja yvir Havnina. Nærmasta húsið høgrumegin eru tey hjá Tummasi Rubeksen og teimum. Áhugavert at síggja nógvu grótgarðarnar. (Mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen)

Aftur áhugaverd mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen. Harry og konan Bette høvdu vitjan úr Svøríki, og á myndini sigur Harry svensku konuni um Havnina. Myndin er frá 1950, og 1. januar 1950 búðu 5.607 fólk í Havn og 31.781 fólk í Føroyum. Løgið at hugsa sær, at nú búgva fimm túsund fólk í Hoyvíkshaganum, og fólkatalið í kommununi er farin upp um 20.000 fólk. Áhugavert at síggja, hvussu lítið er bygt á Trapputrøðni og har um leiðir og eisini Undir Varða. Vøkru grótgarðarnir um Havnini eru á síggja á eldri myndum, men nógvir av garðunum eru tí verri burtur.

Tíðírnar í Føroyum vóru ikki góðar í 1950-árunum. Arbeiðisloysi, og millum annað fóru fólk til íslands at arbeiða fisk um summarið. Nógv fólk fluttu til Havnar, og er íbúðarneyðin í dag stór í Havn, so var hon ikki minni í 1950 árunum. Man hoyrdi mangan, at tað búði fólk av bygd í hvørjum kjallara í Havn, og flytingin í prosentum hevur nokk ongantíð verið størri enn í 1950 árunum. Ikki fór at lýsna fyrr enn seinast í 1960-árunum og serliga í 1970-árunum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Søgulig hondbóltsferð í Runavík í 1985

Kyndil dreingir 10 ár vinna FM-heitið í 1985. Standandi f. v: Hanus Jensen , Beinir Poulsen, Rúni Jákupson og Einar Vang. Fremst f.v: Regin Johannesen, Hanus Kúrberg ,Hans á Lag, Búi Holm og Eyðun Samuelsen. (Mynd Vagnur)

35 ár eru liðin, síðani omanfyri mynd varð tikin í høllini í Runavík. Ein mynd sum hevur sína søgu. Vit sóu longu frá ungum árum, at sonur okkara Hanus Jensen hevði sera góð hondbóltsevni, og vit kastaðu og loftaðu mangan í gongini hjá okkum, so lampur og annað til tíðir fingu toyggið og brotnaðu. Eitt av málinum var úthurðin. Rannvá og eg spældu í Neistanum, og tað gjørdi Eyðun beiggi Hanus eisini. Hanus var mangan við til venjingar, serliga tá mamman vandi, har hann spældi bólt aftan fyri netini. Spurningur var bara um tíð, nær hann fór at venja skipaðan hondbólt í Neistanum. Læs resten

Bládúgvan reiðrast mest sum bara í Føroyum

Svarta rondin um hálsin á Turkadúgvuni sæst væl. (Mynd Vagnur)

Hevur tú breyðmolar og kastar teir á gøtuna fram við ánni í Plantasjuni, gongur lítið bil, so eru dúgvurnar hjá tær. Bládúgvan og Turkadúgvan. Serliga bládúgvan er ótrúliga vakur litfagur fuglur. Liturin er vakur grábláur, aftast á velinum er hon svørt, og tvørtur um veingirnar ganga tvær svartar rendur. Hálsurin glitrar og skyggir av grønum og reyðum fjøðrum. Beinini korkareyð og eyguni gulbrún. Bládúgvan er støðufuglur í Føroyum. Bládúgvan dámar best at liva nær sjógvi. Læs resten

Úr myndasavninum – Nøkur minni og orð um megnarkvinnuna Frú Müller

Frú Müller á skrivstovuni. Megnarkvinnan var formaður í Reiðarafelagnum í tíggju ár. (Myndaeigari: John Müller)

Siti júst og hyggi at 70 ára gamlari mynd, sum eg fekk úr myndabók hjá Harry S. Johansen. Tankar mínir leita aftur í barnaárini, og vit eru stødd við húsini hjá Frú Müller í Gongini og síggja eisini radiohandilin hjá Wellejus. pakkhúsið hjá Evensen og Kristnastovu. Síggi fyri mær, tá eg saman við ungdómsvininum Jan Müller nakrar ferðir var inni hjá Frú Müller, sum var omma Jan.

Vit vistu, at Hans Müller abbi Jan var deyður á ungum árum bert 36 ára gamal, og konan Frú Müller hevði sitið einkja í nógv ár. Søgan um Frü Müller er áhugaverd, tí tá maðurin fall frá, átók konan sær uppgávuna at reka DFDF avgreiðsluna og reiðaravirksemið, sum umfataði nógv fiskifør. Tað var um reppið, at Frú Müller tyngd av sorg fór av landinum, tá maðurin brádliga doyði í 1925. Nøkur orð um Frú Müller. Læs resten

Júst soleiðis minnist eg sum smádrongur grindadrápini

Áhugaverd mynd, sum er gomul. Men hvussu gomul. 

Tá ið eg sá omanfyri myndina á Facebook, sveimaði tankarnir beinanvegin, og eg ímyndaði mær grindadrápinum, sum vóru á Eysturvág, tá ið eg var smádrongur og unglingi í Havn. Tá kundi grindin ikki fara upp á turt uttan nakrir fáir hvalir inni á sandinum við áarmunnan. Hvalirnir vórðu stungnir við hvalvákni, sum eru bannað fyri nú nógvum árum síðani. Nakrir hvalir vórðu eisini høgdir við sóknarongli og hálaðir upp á turt, har teir vórðu skornir á háls. Hátíðardagar vóru í Havn, tá ið grind legði beinini. Næmingarnir fingu frí úr skúla, og sannur veitslurómur var í býnum. Læs resten

Úr myndasavninum – Tá vælumtókti týski venjarin Sepp Piontek vitjaði eisini í Føroyum

Sepp Piontek í Føroyum: F.v: Jákup Simonsen, FSF, Sepp Piontek og Jens Erik Rasmussen. (Mynd Dimmalætting)

Sepp Piontek í Føroyum: F.v: Jákup Simonsen, FSF, Sepp Piontek og Jens Erik Magnussen FSF. (Mynd Dimmalætting)

Eg havi altíð havt stóra virðing fyri Sepp Piontek fótbótlsvenjara. Í TV2 sæst ein lýsing við Sepp Piontek, har hann heitir á fólk at keypa týskan bil. Í 1979 fekk Sepp starvið sum danskur landsliðsvenjari í fótbólti. Um hetta mundið var danska manslandsliðið ikki nakað serligt, og hevði ikki verið tað í nógv ár. Sepp var júst givið sum landsliðsvenjari á Haiti. Sepp vandi danska landsliðið til 1990 og leiddi liðið 115 landsdystir. Læs resten

HSF skal sláa kalt vatn í blóðið og fáa avgreitt bestu deildirnar í heilum líki.

Fýra kvinnulið ligga stavn um stavn til tess at vinna meistaraheitið. Kyndil, H71, VÍF og Neistin. 

Áhugavert kjak fer fram á Hondbóltskjaki, har Geir Wardum leggur upp til kjak um, hvørs man bara skal strika kappingarárið 2019/2020. Hetta er sjálvandi ein meining, men slett ikki eri eg samdur í hesi niðurstøðu. Og serliga, tá Geir sigur, at hetta er bara eitt ”bikar”, og tá sammetir hann uttan iva við koronastøðuna her heima og úti í heimi. Forkvinnan í HSF hoyrdist í Kringvarpinum siga, at tey arbeiða við ymsum møguleikum at enda kappingarárið í bestu deildunum, og yngru deildirnar spæla ikki meira, og meistararnir kosnir á skrivarborðinum men sjálvandi eru eisini tikin hædd fyri stigatalvuni. Nakrar viðmerkingar um innleggið hjá Geir Wardum. Læs resten

Úr myndasavninum – Áhugaverdir hýruvognar í 1950 í Kirkjubø

Mynd úr Kirkjubø í 1950. (Mynd úr myndabók hjá Harry S. Johansen)

Áhugavert mynd frá 1950 úr myndabók hjá Harry S.Johansen, tá Harry og konan Bette høvdu vitjan úr Svøríki. Tey eru á vitjan í Kirkjubø, og eisini hýruvognarnir eru áhugaverdir og hava sína søgu. Í 1950 – árunum hevði vanligi borgarin ikki loyva at keypa sær bil, tí landið vildi ikki lata valuta av landinum. Bara vinnubilar og hýruvognar kundu keypast, tí vóru so nógvir hýruvognar kring landið í mun til samlaða bilatalið. Hetta var alt broyt, tá vit komu í 1960-árini.

Vit síggja eisini tríggjar hýruvognar í Kirkjubø henda dagin í 1950. Fari eg ikki skeivur, so eru tveir av bilunum Vauxhall 14 hýruvognar og ein Checolet hýruvognur. Hugsa vit um ferðfólk, sum kom til Føroya í 1950, vóru ikki nógvir møguleikar at sýna teimum okkara land í bili, tí í 1950 var ikki vegasamband til Kollafjarðar ella til Vestmannar, tí Oyggjarvegurin var ikki bundin saman fyrr enn 1966. Heldur ikki var koyrandi úr Havn til Kalbaks fyrr enn í 1983. (Vagnur)

Føroyska bókin – “Alt av kærleika” eftir Dagny Joensen

Forvitnislig bók eftir Dagny Joensen.

Forvitnislig bók eftir Dagny Joensen.

Í 2013 kom út bókin “Alt av kærleika” eftir Dagny Joensen. Bókin sigur frá fýra ungum føroyskum gentum, sum í 1960-árunum funnu sær amerikanskan mann í Føroyum og fóru við teimum longu leiðina til Amerika, har tær settu búgv. Sjávt um tær blaðungar fóru út í tað óvissa langt heimanífrá, eydnaðist teimum at skapa sær góða lívsleið sum útisetar. Ikki var lætt hjá teimum at liva seg inn í fremmant umhvørvi við øllum tí, sum tað hevði við sær, og mangan leitaðu tankarnir heim aftur. Kvinnurnar gloymdu tó ongantíð sín uppruna sum føroyingar. Læs resten