Úr myndasavninum – Øll á Abbatrøð og vit onnur vóru góð við Oskar í Smæruni

Oskar Jacobsen var føddur 23. februar 1929 og andaðist 25. mai 2002. Oskar var altíð væl hýrdur.

Pápi okkara Helge Michelsen (1913-1985), róptur Helgi í Smæruni, kom sum tjúgu ára gamal at arbeiða í Smæruni, eftir at hann í nøkur ár arbeiddi hjá Evensen. Hans Jacob Jacobsen róptur Hans Jakku í Smæruni var handilsmaður og vinnulívsmaður, og í 1932 læt hann upp matvøru- og slaktaríhandilin Smæruna, sum helt til í M.A. Winterhersgøtu/J.H. Schrøtersgøtu, har Sjónvarp Føroya helt til, áðrenn flutt varð í Sortudíki.

Eitt av børnunum hjá Hans Jacob og konuni Gerdu var Oskar (1929-2002), sum var føddur við barnalammilsi. Hann hevði góð evni, men vánaligar rørslur, so hann hevði torført at tosa, ganga og brúkar hendurnar. Nøkur orð um Oskar henda fitta fyrikomandi mannin, sum øll vóru so góð við. Læs resten

Úr myndasavninum – Sjeyti ára gomul mynd av svanum í Plantasjuni

Vøkur mynd frá 1950 í Plantasjuni. Tveir svanir men ongar dunnur. (Mynd: Ùr myndabók hjá Harry S. Johansen)

Tá vit vóru ung og komu í Plantasjuna, kendi vit ikki orðið viðarlund, tí kemur Platasjan í okkara hugaheimi altíð at eita Plantasjan. Vit kenna jú sangin Eitt sunnukvøld í Plantasjuni, sum Birni Dam gjørdi orð og lag, og sum Simmi gav út í 1957. Alt eg minnist, hava tvey sløg av svanum verið í Plantasjuni. Knópsvanur og sangsvanur. Hvør er so munurin á svanunum? Læs resten

Tvey stásilig frálandaskip við Vestaru bryggu í morgun

Tvey stásilig skip á Vestaru bryggju í morgun. (Mynd Vagnur)

Altíð okkurt áhugavert á Vestaru bryggju. Mánadag plaga nógvir bátar at landa til Fiskamarknaðin, men so var ikki í morgun. Tó so bátur hjá Thor, sum eg haldi fiskar svartkalva við gørnum. Streymurin er nakað harður í løtuni men batnar næstu dagarnar, men trupulleikin er, at línubátarnir fáa ikki nóg mikið fyri fiskin, tí fáir keyparar eru í løtuni úti í heimi. Myndin í morgun eru frálandaskipini Eldborg frá 2009 og Sjoborg frá 2012, sum lógu við bryggju. Í hesum koronatíðum er skipini komin til Føroya at skifta manning. Tað er Supply Service, sum eigur skipini, og sum eru skrásett í Føroysku altjóða skipaskrásetingini. Sá onkrastaðni at 22 mans sigla við hvørjum skipi. (Vagnur)

Hon misti hattin uttan fyri Kondittaríið

Myndin “Hon misti hattin uttan fyri Kondittaríið” hongur inni hjá okkum.

Í 1995 hevði Eir í Ólavsstovu listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, og ein av myndunum hongur á veggi heima hjá okkum. Forvitnislig góð mynd, sum sigur júst frá, hvønn leiklut Kondittaríið á “Glade hjørn” hevði. Í ungdómsárunum var hetta miðdepulin í Havn, tí mest sum øll ferðsla millum eystur og vestur býin fór báðar vegir gjøgnum hetta knútapunkt.

Tá var ikki fast vegasamband millum Steinatúni og J. Paturssonargøtu og heldur ikki koyrandi niðri á Skálatrøð. Á Kondittarínum hittust fólk bæði tíðliga og seint, og nógvir vóru “stam” gestirnir. Og komst tú innum, angaði av kaffi, og køkurnar vóru sjálvandi frá bakarínum hjá Frants Restorff, sum átti Kondittaríið. Ikki óvanligt at hoyra fólk siga, at tíðindini hevði viðkomandi hoyrt á Kondittarínum.

So er tað vakra listarverkið, sum Fridtjof Joensen gjørdi í 1983 úr rustfríum stáli við navninum Springvatn við dansandi børnum. Minnist, at fyrstu tíðina var vakurt springvatn, men listarverkið fekk ikki frið fyri ungdómi, sum í náttarlívinum gjørdu seg vátan undir vatnstrálunum. Tí verri blivu vatnstrálurnar burturbeindar, og nylon spent har, vatnstrálurnar áður vóru. Hetta fekk heldur ikki frið, tí ungdómar skóru burtur nylontræðrirnar.

Stóri spurningurin er, um listakvinnan við vilja hevur skrivað ”ð” skreivt í navninum Kondittaríið. Áhugavert, tí hetta fær eisini hyggaran at hugsa. Stuttligt at síggja, hvussu forvitnir gestirnir á Kondittarínum eru, nú unga kvinnan misti hattin, sum er navnið á listarverkinum. Kondittaríið er ikki til longur, men húsini standa tó har.  (Vagnur)

Úr myndasavninum – Havi so nógv góð minni um Sverra Trónd Hansen og Gundadal

Sverri Trónd Hansen og Tummas Rubeksen á hestbaki. (Mynd Stephania Thorsteinsson)

Tá tú herfyri hoyrdi Sverra Trónd og Viggo Olsen í tríati ára gomlu spurnarkappingini Kennir tú land títt, leitaðu tankarnir í myndagoymsluna eftir mynd av Sverra. Kendi Sverra frá ungum árum úr reyðu húsunum í Gundadali, og mannin, sum kálkaði fótbóltsvøllin, sum tá var grúsvøllur. Eisini góð minni um Sverra í kappríðingum úti á Velbastaðvegnum, sum var eitt av hæddarpunktunum hjá okkum ungu á ólavsøku. Men hvør var Sverri? Læs resten

Norskur grótbátur á Havnini við gróti til Sandoyartunnilin

Átta lastbilar koyrdu frá stóra norska grótbátinum til Sandoyartunnilin. (Mynd Vagnur)

Á Vestaru bryggju er ikki nógv virksemi í løtuni, tí eingir næmingar eru í skúla í Saltsøluni, og parkeringsplássið tí mest sum tómt. Heldur eingin bátur landaði í gjár til Landingarmiðstøðina, tá línubátar sleppa ikki av við fiskin fyri rímuligan kostnað. Tó so, har koyrdu átta lastbilar frá norska grótbátinum Nordfjord, sum sýntist áhugavert, tí hví innflyta grót úr Noregi, tá nóg mikið av gróti er í Føroyum. Tosaði við bilførara, og hann segði mær, at grótið kemur úr grótbroti í Noregi og skal brúkast til vegin í Sandaoyartunlinum. Hví grót úr Noregi, og bilførarin svaraði ógvuliga skilagott

– Norska grótið er reinari og betri til vegin og eisini bílagari enn at keypa tað í Føroyum, tí koyringin úr til dømis Hundsarabotni er bæði dýrari og longri at koyra, segði bilførarin. Sum eg skilji, er talan um stórt grótbrot í Noregi, sum selur og flytir grót bæði við bilum og grótbátum kring landið. (Mynd (Vagnur)

Við sluppini m/k Grundick í Vesturgrønlandi í 1947

Grundick fór av Havnini 22. juni í 1947, og tað tók níggju og eitt hálvt døgn at sigla til Grønlands

Myndirnar niðanfyri eru úr myndabók, sum børnini hjá Debes Christiansen eiga. Niels Peter svigarsonur Debes klistraði fyri nú nógvum árum síðani frálíku myndirnar í myndabók, har hann skrivaði myndatekstir til hvørja mynd. Mammubeiggi mín Debes Christiansen var skipari á ferðini í Vesturgrønlandi, og fremst í myndabókini sigur Debes eitt sindur frá um ferðina. Men fyrst til sluppirnar, sum langabbi mín Havnar Jógvan og synirnir Christian og Sámal Christiansen áttu. Læs resten

Úr myndasavninum – Áhugaverdar sigandi myndir úr Gundadali í 1950 og 2020

Frá vinstru Harry S. Johansen og konan Bette nummar tvey frá høgru. Hini bæði eru útlendskir ferðavinir úr Karlskrona í Svøríki.

Gundadalur hevur altíð verið áhugaverdur dalur fyri havnarfólk, ja, kring alt landið. Ikki av tilvild, at teir bygdu fótbóltsvøll í Gundadali, tí har er veðurgott, sjálvt um vindhart er uppi á Nabb og niðan ímóti Sortudíki, tí har lívir ikki á nakrari ætt. Og Ovari vøllur má vera veðurbesti fótbóltsvøllur í Føroyum.

Eldri myndirnar eru frá 1950, tá Harry S. Johansen og konan Bette hava útlendska vitjan úr Karlskrona í Svøríki. Nógv broytt í Gundadali síðani tá. Vegurin, sum í dag eitur Gundadalsvegur, róptu vit ungu bara  Oyggjarvegurin allan teinin frá Gundadali niðan í Grótbrotið. Eldri myndirnar eru úr myndabók hjá Harry og teimum. Læs resten

Úr myndasavninum – Seinasti hondbóltslandsdystur úti í 1968

Føroyska landsliðið í 1968: Standandi f.v: Mannbjørn Mortensen, venjari, Niels Nattestad, Kyndil, Jóan Pætur Midjord, Kyndil, Steinbjørn Zachariassen, VÍF, Petur Højgaard, VÍF, Annfinn Rubek Nielsen, Kyndil, Johnny Joensen, VÍF og Ólavur Lambaa ÍSF fomaður. Húkandi f.v: Regin Christansen VÍF, Marnar Gaard, VÍF, Sverri Jacobsen, Kyndil, Egon Rasmussen, StÍF og Kristian á Neystabø, Neistin. (Mynd Bambus)

Í 1964 spældi føroyska manslandsliðið fyrsta landsdystin ímóti Íslandi á nýasfalteraðum vølli. Hetta var í 18. juli 1964. Tá var eg fjúrtan ára gamal og júst byrjaður at venja hondbólt og kann ikki minnast so væl henda dystin uttan tað, at nógv fólk vóru komin í Gundadal og hornorkestur spældi. Landsdysturin varð fyriskipaður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Føroyingar spældu næsta dyst ímóti Íslandi eisini í Gundadali 20. juli 1968. Havi leingi leitað eftir góðu myndunum, sum Bambus, sáli, tók av báðum liðnum. Læs resten

Úr myndasavninum – Økið á Debesartrøð og har um leiðir var okkara spælipláss

Fara vit oman á brúnna í J.C. Svabosgøta síggja við millum annað húsini hjá Evald Arge og teimum, tey hjá Johan og Jansy Mouritsen og serligu húsini hjá Frazer. í høgu hvítu húsunum búðu í niðastu hædd Hans Marius og Lisa Mikkelsen við børnunum Boga, Hákun og Jónu.  (Mynd Sandavágs Fornminnisfelag)

Nógvastaðni kring landið hava fólk stóran áhuga í gomlum myndum, sum alt er Føroya søga. Eitt eru Gamlar myndir úr Havn, men tildømis hevur Jan Erik Simonsen seinastu átta árini talgilt 12.000 myndir at lata Sandavágs Bygdasavn í varðveitslu. Sandavágs Fornminnisfelag, har Jan Erik er nevndarlimur, er partur av Sandavágs Bygdasavni. Flestu myndirnar eru úr Sandavági, men hissini myndir eisini úr Havn. Stúrsaði við at síggja myndina omanfyri, sum er tikin seinast í 1950-árunum. Júst soleiðis minnist eg økið við Debesartrøð, sum var okkara spælipláss, og sum er so nógv broytt. Fari at hugleiða eina løtu um myndina, sum eg giti er tikin, har Demmus og Helena Hentze búðu. Læs resten