
Áhugaverd mynd frá 1950. Bara gravir niðan ímóti garðinum, og teir stoypa kapellið, sum var liðugt í 1951. Eingi sethús, eingir bilar bert ein bussur niðri við inngongina til kirkjugarðin. Ja, so hestavognur í grúsvegnum niðan brekkuna á Heygsvegnum. Friðsælt.
Fyri okkum smábørn, sum búðu við Landavegin, var økið við Heygsvegin, Sandá og kirkjugarðin áhugavert og spennandi øki. Vit lærdu at svimja í Sandá seinast í 1950-árunum, mammubeiggjarnir Jógvan og Debes Christiansen áttu saltfiska – og turkihús við Heygsvegin, og so lógu abbarnir Christian í Hvannasundi (1874-1944) og Hans Jacob í Dalólastovu (1878-1943) í kirkjugarðinum.
Frá Bette Johansen dóttir Harry S. Johansen (1921-1999) og Jacobinu Elisabeth Johansen (1923-1950) rópt Bette havi eg fingið nakrar áhugaverdar myndir úr myndabók, sum Harry fekk frá tempulriddara, sum vitjaði í Føroyum í 1950. Harry S. Johansen róptur av summum Harry í Sjúkrakassanum var tempulriddari og virkin langt lív í Losjuni. Men aftur til myndina omanfyri. Læs resten








