Myndin sigur frá góðum barnaminnum niðri í Vágsbotni

Áhugaverd mynd, sum uttan iva er tikin fyrst ella miðskeiðis í 1950 – árunum. (familjumynd)

Herfyri kom eg fram á myndina omanfyri í myndabók hjá familjuni. Altíð áhugavert at síggja “nýggjar” gamlar myndir, og serliga spennandi at finna útav, nær myndin er tikin. Men hetta er ikki altíð lætt. Eg eri uppvaksin við Landavegin, men sjóvarmálin dró altíð okkum ungu oman á Vestaru bryggju, Skipasmiðjunan, Álaker, Lágikai, Vestara bryggja og Vágsbotn vóru eisini okkara spælipláss. So er spurningur, nær er myndin so tikin?

Ringdi fyrst til Poul Mohr, sála, og spurdi hann, nær bygningurin uttast til høgru varð bygdur. – Pakkhúsið hjá millionerinum Zachariasi Hansen. Bygningurin er uttan iva bygdur seinast í 1920-árunum ella fyrst í 1930-árunum, segði Poul. Sjálvur minnist eg væl, tá eingin vegur var fram við sjóvarmálan, og vit ungu royndu at klúgva fram við pakkhúsinum. Minnist, at Otto Reinert og hansara menn flettu seyð í kjallaranum. Ì nýggjari tíð keypti Margit Svarrer og Zacharias Wang húsini og umvældu tey. Einaferð hevði íslendingurin Ólavur Gudmundsson handil í húsinum.

Síðani er tað vakri báturin hjá Olufi Hansen, sum liggur fyri teim út frá bátadráttinum. Hesin altíð vælhildni bátur, sum var hvítur í neðra við grønum stokkum og tvey ovastu borðini grøn.

Síggi fyri mær mann sita á motorkassanum. Myndin er so ikki tikin eftir 1958, tí tá byrjaðu tey at grava út fyri nýggja Sjómansskúlanum. Skúlin varð vígdur 4. januar 1962, og skúlin sæst ikki á myndini.

Sjómansskúlin frá 1962, sum vit róptu skúlan, eitur nú Vinnuháskúlin. (Mynd Vagnur)

Fyri teym síggja við mjólkabátin Reynir hjá Mejarínum og nærri Skipasmiðjuni Heklu, sum í nógv ár lág fyri teym á vágni í okkara ungdómsdøgum. Carl á Lag keypti Heklu úr Noregi, og teir skutu brugdur við Heklu. Sum eg minnist, átti Jákup hjá Carli á Lag Heklu. Annars síggja vit Müllers pakkhús, Skeiva pakkhús og gamla hospitalið. Og undan pakkhúsinum kemur gamla Danmark.

Áhugavert at síggja bátadráttirnar. Eg minnist, hvussu hált tað kundi vera á ganga á steinsetningini, tí olja og annað rusk kom upp á land í Vágsbotni. Molin var tá ikki longdur, og á lágættunum breyt mangan upp um bryggjukantarnar, og sjógvurin fór mangan niðan Tórsgøtu og í ringasta føri niðan til Mejaríið. Minnist væl, tá tey byrjaðu at grava og spreingja á Skálatrøð. Nógv grót skuldi brúkast, tá teir longdu Molan. Hetta var seinast í 1960- árunum.

Um sama mundin gjørdu teir fast samband millum Vágsbotn og fabrikkina hjá Østrøm. Tá talan er um økið, har Valdemar Lützen nú heldur til, so minnist eg væl, tá vit spældi á sandinum og royndu at sleppa út át stóra steinin. Eitt var at vassa út, men annað var at sleppa upp á steinin. Myndin omanfyri er eldri mynd av Østrøm, men sandurin og steinurin er eins, og tá vit vóru ung.

So er spurningurin, nær myndin av Vágsbotni er tikin? Mítt uppskot er fyrst ella miðskeiðis í 1950 – árunum. Eingin Sjómansskúli, Hekla liggur har og ikki at gloyma báturin hjá Olufi Hansen. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply