Úr myndasavninum – Áhugaverd tíðarmynd frá 1933

Tú kanst hugleiða góða løtu um myndina, sum sigur so nógv. (Mynd Fornminnissavnið)

Altíð áhugavert at síggja gamlar myndir og sammeta tær við myndina í dag. Myndin omanfyri er frá 1933, og har er mangt áhugavert at síggja. Hugnaligu neystini, eingir bilar, opnir smáir bátar, og myndin boðar frá friðsælu á Kongabrúnni. Vit síggja til høgru tá stóru húsini hjá Evensen, har hotell var latið upp í 1935. Í 1950 kom eldur í, og tað gamla hotellið brann í grund. Eftir eldsbrunan var farið undir at byggja hotellið uppaftur, sum stóð liðugt í 1952. Miðskeiðis í myndini stendur skrivað Dimmalætting á hvítum húsum. Vit síggja eisini handilin hjá Poul í Geil og Carl á Lag, og so kemur handilin hjá Essaba undan vinstrumegin nú Cafe Natúr. Havi mangan hugsað, hvussu var við byggiætlan um hetta mundið. Smá og stór hús hvørt um annað, og húsini venda í allar ættar. Tó hugnaligt og vakurt umhvørvið, har hús nógvastaðni har á leiðini eru varðveitt. Vit kunnu vera samd um, at vit kundu havt varðveitt meira av gomlu havnini, har hús vóru niðurtikin og burturbeind, og ljótir betongklossar bygdir ístaðin. Komi júst at hugsa um, at um hetta mundið læt Hans Jacob Jakobsen upp matvøruhandilin Smæruna í Vørðsluni. Pápi mín arbeiddi har í 48 ár, og hann segði okkum, at fólk ávaraðu Hans Jakku at lata upp handilin, tí hann lá so avsíðis. Smæran skuldi gera størsti og fyrsti sjálvtøkuhandil í Føroyum. (Vagnur)

Stórhending, tá stórskjúttin Henrik Gerster í 1987 kom til Hoyvíkar

Mynd frá 1987/88. Henrik skýtur brotskast, meðan Sámal Hansen og Kári Mortensen eygleiða. (Mynd Vagnur)

Syrgilig tíðindi at hoyra mánamorgunin, at Henrik Gerster brádliga var deyður bert 52 ára gamal. Ikki nógvir dagar síðani, at Henrik var í Hoyvíkshøllini, tá stór mannfjøld hátíðarhildu, at H71 hevði vunnið meistaraheitið. Stórhending í føroyskum hondbólti, tá tað eydnaðist H71 fáa Henrik Gerster til Føroya í 1987 at spæla við besta liðnum. Henrik Gerster er besti álopsspælarin, og spælarin, sum hevur skotið harðast í føroysku kappingini nakrantíð. Havi ringt til Ásvald Simonsen, sum býr í Danmark, og spurt hann, hvussu tað eydnaðist honum at fáa Henrik til Føroya, tí boð vóru jú nógvastaðni eftir stórskjúttanum. Og Ásvald sigur soleiðis, tá hann fyri tretivu árum síðani fekk Henrik Gerster til Føroya. Læs resten

Eg veddaði 1000 krónur, og neistaspælari gavst at roykja (e)

Roykingin er minkað millum ung í Føroyum, men enn er langt á mál.

Nógv er broytt seinastu árini, tá ið talan er um at roykja. Hvønn dag fáa vit í fjølmiðlunum at vita, hvussu vandamikið er at roykja, og dentur verður serliga lagdur á, hvussu vandamikil “passiv” royking er. Hugburðurin er broyttur nógv til tað betra, og roykjarar fáa eingi rættindi longur í skúlum og á arbeiðsplássum. Ikki er longur loyvt at roykja á almennum støðum, og fólk skulu vera fylt átjan ár, skulu tey keypa ein pakka av sigarettum. Alt hetta verður gjørt til tess at tálma roykingini. (Greinin skrivað í 2013) Læs resten

Úr myndasavninum – Góð saltfiskaminni á Vestaru bryggju

Havnartrolarin Fiskanes landar til Bacalao. Nógvar hendur til arbeiðis, og brúk var eisini fyri ungdómum at landa trolaran. Í lastini var allur fiskur tikin upp við hond, og elspøl vóru brúkt at hiva kurvarnar úr lastini. (Mynd Lossingarmenn í Havn)

Vit ungu í 1960-árunum høvdu ikki trupulleikar at forvinna okkum nakrar krónur í summarfrítíðini. Boð vóru mangan eftir okkum, og tað ráddi jú um at útvega sær pening at brúka á ólavsøku. Nógvar hendur vóru til arbeiðis, tá trolarar landaðu saltfisk á Vestaru bryggju, tí mest sum alt arbeiðið var gjørt við handamegin. Saltfiskurin skuldi takast upp við hond í lastini og fyllast í kurvar fyri síðani at hivast upp á bryggjuna. Haldi meg ikki hava arbeitt í lastini, men vit koyrdu vognarnar, sum vit síggja á myndini. Á hvørjum vogni stóðu tríggjar kurvar. Havi magan hugsað, at hetta kundi vera lønandi vinna hjá Bacalao, tí heilt nógv fólk vóru til arbeiðis, og harvið nógvar vikulønir gjaldast landarum. Minnist eisini allar kvinnurnar, sum vaskaðu saltfiskin at gera kláran at turka í serligu turkirúmum á næstu hædd. Vit ungu vóru dagliga niðri á Vesturu bryggju, tí har var altíð so nógv spennandi at síggja. Nógv virksemi. Onkuntíð lossaðu vit eisini tunnustavar til tunnivirkið oftast úr skipinum Hólmi. Tunnuvirkið helt til í Saltsøluni. Vit fylgdu eisini við, hvussu nógv ymsu trolararnir fiskaðu, og Fiskanes fiskaði væl. Síggi fyri mær Hans Paula Johannessen skipara og seinni stjóra á Saltsøluni ganga á bryggjuni. Hans Pauli hoyrdist, har hann var. Vart tú fjúrtan/fimtan ára gamal, fekst tú hálva arbeiðsmannaløn. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Tá Sundabáturin brotnaði í óndnarveðri í 2008

Tríggir bátar brotnaðu í ódnini í 2008.

Tríggir bátar brotnaðu í ódnini í 2008.

Ódnarveðrið í 2008 gjørdist kostnaðarmikið fyri Norðdepils-Hvannsunds Róðrarfelag, tí 10-mannafarið Norðingur og gamla 5-mannafarið Ritan fóru í knús og kundu ikki umvælast. Nýggi Sundabáturin, sum ikki var spoytaður, var eisini so mikið illa farin, at ikki var vist, um báturin gjørdist aftur. Greinina skrivaði eg á heimasíðuni www.drekin.fo í 2008.   Læs resten

Havi altíð trivist heilt væl við sjóvarmálan og millum róðrarfólk

Í meira enn hálvthundrað ár havi eg verið knýttur at hondbóltinum. Spælt sjálvur, vant lið, verið formaður í felag og i hallarnevnd, og havi útvegað stórar upphæddir til felagsskapin. Nógv eru góðu hondbóltsminnini. Eitt er hondbóltur, annað er kappróður, sum situr ógvuliga djúpt í sálargongini. Plagi at siga, at eg trívist allar best niðri við sjóvarmálan og millum róðrarfólk. Tí haldi eg fram at geva mítt íkast til kappróður. Gleði meg hvørt ár til róðrarárið, og serliga hevur mín áhugi verið hvørt vár, hvørjir bátar eru við í kappingini. Eg gleðist, tá eg hoyri, at tað eydnast at manna nógvar bátar kring landið, og alt talar fyri, at nógvar manningar eru við í summar. Uttan eldsálir ber ikki til, og hesi orð eru bara á vísa á, hvussu stórt arbeiði er at fyrireika eitt ódnartak, sum tað flaggdagin. Læs resten

Væl fyriskipað “køld” ódnartøk flaggdagin á Vestaruvág

Hugaligt á Vestaru bryggju flaggdagin. (Mynd Vagnur)

Fjallatindarnir vóru hvítir flaggdagin, tá fyrstu ódnartøkini á árinum vóru rógvin. Sjálvt um kalt var í luftini, høvdu nógv fólk leitað sær oman á Vestaru bryggju. Høvuðsfyrireikararnir Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen vóru har, Magni Nielsen stóð sum altíð fyri startinum, Hugo Joensen var startdómari, og í málbilinum vóru fólk frá Róðrarsambandinum og Havnar róðrarfelag. Forkvinnan í RSF var eisini har. Ódnartøkini vóru seinkað nakrar minuttir, tí bátar komu norður við Smyrli, men tá fyrsta skotið brast, gekk væl at avgreiða allar róðrarnar. Og tú fekst nakrar ábendingar um róðrarárið 2017, sjálvt um fleiri bátar ikki vóru við. Vit gleða okkum til næstu ódnartøkini og FM-róðrarnar í summar.  Læs resten

Úr myndasavninum – Teir slóðaðu fyri hondbóltinum í Kollafirði

KÍF vinnur meðaldeildina í 1971. St.f.v: Sigvard Hansen, Regin av Steinum, Marius Johansen, Trygvi Samuelsen og Greittir Djurhuus. Húkandi f.v: Hans Jacob Pedersen, Kristjan Joensen, Rolvur Djurhuus og Jóhannes Johannesen. (Mynd Eyðstein Johannesen)

Fekk niðanfyri mynd sendandi – ein ótrúliga stuttlig mynd at síggja aftur. KÍF hevur eitt av bestu mansliðum í landinum, og sambandi við góðu úrslitini seinnu árini, er gott høvi at finna fram júst myndina frá 1971, tá ið menninir hjá KÍF vunnu meðaldeildina hjá monnum, sum tá var besta liðið hjá felagnum. Nú hevur KÍF snotuliga høll og hevur allar møguleikar at menna hondbóltin, men so var ikki í 1971. Hondbóltur hevur djúpar røtur í Kollafirði. Læs resten

Kyndilskvinnur stevna beint ímóti meistaraheitinum

Anna Brimnes er “lykilin”, um Kyndil skal vinna meistaraheitið vikuskiftið komandi. Hon hevur ongantíð verið betri enn júst nú. Hon skeyt níggju mál mikukvøldið. (Mynd Álvur)

Skal eg seta nøkur fá orð á FM-finaludystin millum Neistan og Kyndil mikukvøldið, so er stutt at siga: Kyndilskvinnur vildu meira vinna dystin, tær vóru meira uppsettar frá fyrsta bríksli, og kyndilskvinnur sýnast í miðal at vera í nógv betri venjing enn neistakvinnur. Tá so berandi kreftirnar á neistaliðnum Fríða, Bára og Marjun ikki standa mát sum áður, og Anna Brimnes og Turið Arge skjóta ávikavist níggju og átta mál, ja, so vinnur Kyndil uppibornan sigur. Haldi eisini, at Kyndilsliðið mikukvøldið var betri fyri taktiskt, so alt talar fyri, at kyndilskvinnur vikuskiftið komandi vinna sjeynda meistaraheitið í søgu felagsins. Læs resten

Úr myndasavninum – Eftir 22 ára FM turk vunnu fegnir neistamenn FM-heitið í 2000

Neistahópurin 24. septembur 1999. Aftast f.v: Páll Poulsen, venjari, Rani Slættanes, Regin Didriksen, Elmar Ósá, Finnur Hansson, Freddy Poulsen og Bjartur Brekkstein, liðleiðari. Miðraðið f.v: Áki Mørk, Kári Mortensen, Dánjal á Neystabø, Heini Hanusarson, Áki Olsen, Hans Laksá og Karl Oddmar Rasmussen. Fremst.f.v: Regin Petersen, Rasmus Rasmussen, Bogi Henriksen, Páll Nólsoy, Petur Magnusson, Finn Mørk og Helgi Justinussen. (Mynd Vagnur)

Neistamenn hava vunnið FM-heitið átta ferðir, síðan landskappingin sá dagsins ljós í 1943. Kyndil hevur vunnið FM-heitið 30 ferðir, VÍF 21, Neistin 7, StíF 5, H71 2 og SÍF 1 ferðir. StÍF vann fyrstu trý FM-heitini í 1943, 1944 og 1945. Hjá neistamonnum skuldu ganga fyrst ganga 23 ár og síðani aftur 22 ár, til liðið fekk handað FM-steypið. Myndin omanfyri er av neistamonnum tikin í Gundadalshøllini 24. septembur 1999. Læs resten