Ælabogin og ein skínandi miðnámsskúli í vesturbýnum

Vónandi fáa vit tríggjar góðar skúlar í vesturbýnum, men hvussu við ferðsluni har á leiðini. (Mynd Vagnur)

Ein sólskinsdag í vetur tók eg myndina omanfyri. Tankarnir leitaðu trý/fýra ár aftur í tíðina, tá sagt var í fjølmiðlunum, at hesin stóri skúli kom at kosta 350 milliónir krónur. Tvey ár seinni var talið rættað til 450 milliónir krónur, og seinastu tølini siga 636 milliónir krónur. Hetta sigur mær, at tá skúlin er klárur at taka í nýtslu, er endaliga talið farið upp um 700 milliónir krónur. Meirkostnaðurin kundi fíggjað bæði tunlarnar Norður um Fjall og Hvalbiartunnilin. Kom eisini at hugsa um fyrrverandi landsstýrismann í mentamálum, sum segði í fjølmiðlunum, at tíðarætlanin fór at halda, ja, eisini fríggjarligaætlanin. Síðani gjørdi roknivilla á tekniborðinum, at stórur betongveggur mátti takast niður aftur, tí hann var ov veikur, og at arbeiðið tí var seinkað tríggjar mánaðir. Men alt hetta passaði jú ikki. Vónandi gerast fólk fegin um Glasir, tá skúlin kann takast í nýtslu í august mánað 2018. Um tíðarætlanin hesuferð sjálvandi heldur. Hvussu við stóru ferðsluni har á leiðini, tá næmingar og lærarir eru farinir til arbeiðis í trimum stórum skúlum. Glasir, Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin koma at rúma millum 3000 og 4000 næmingum og lærarum. Havi ikki sæð Tórshavnar kommunu sagt okkum, hvat skal henda við ferðsluni har á leiðini, tí har eru longu nakrir ferðuknútar, sum mugu loysast. (Vagnur)

Veðurgudarnir eru í løtuni ikki blíðir við kappróðurin

Ì dag er ikki hugsingur um at fara við kappróðrarbáti úr støðni á Argjum og í Nólsoyarfjørð. (Mynd Vagnur)

Nógv ár mugu vera síðani, at so fáir bátar eru á síggja í Nólsoyarfirði, sum higartil í summar. Orsøkin er ógvuliga einfald, tí róðrarlíkindini hava verið alt annað enn góð í fleiri vikur hjá róðrarfeløgunum í Havn og á Argjum. Hann hevur verið eystan og landsynningur í ættini í rúma tíð, tó við nøkrum glottum, og serliga smærru bátarnir hava havt trupulleikar at sleppa úr støðni á Argjum og Álakeri. Bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri hava tað lættari, tí bátarnir standa í pakkhúsi við Müllersbrúgv.  Læs resten

Í Hoydølum var settur minnissteinur á 100 ára føðingardegnum hjá Karsteni Hoydal

Vakri minnissteinurin stendur við fyrrverandi Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum. (Mynd Vagnur)

Herfyri spákaði eg í Hoydølum, og har sá eg vakran minnisstein, sum er settur við ein av gomlu bygningunum, sum áður var Bróstsjúkrahúsið. Umstøður hjá Karsteni Hoydal uppvakstrarárini vóru øðrvísi enn hjá børnum flest. Pápi hansara var umsjónarmaður á Bróstsjúkrahúsinum, og Karsten kom tí at liva tætt at sjúku og deyða hesi fyrstu viðkvomu árini. “Eg livdi tætt upp at sjúkum fólki, og hesar morgnarnar, tá ið pápi einsamallur fór við rossavagni oman til Havnar við líki, sum skuldi førast út á bygd, bóru eitt sovorðið myrkur og illveður inn í meg, at eg øtaðist og mátti verja meg á onkun hátt”, skrivar Karsten. Niðast kanst tú lesa frálíku yrkingina Barnið, bergið og bómurnar hjá skaldinum Karsteni Hoydal, yrkingin, sum eg mangan nýtti til próvtøku í føroyskum í framhaldsdeildini. Yrkingin setti okkurt í gongd í huganum hjá næmingunum. Nógv varð tosað, og tankarnir sveimaðu, tá ið vit fyrireikaðu okkum til próvtøku í føroyskum. Læs resten

Havnarútbyggingin suður úr Molanum givið sandinum í Sandagerði nýtt sjáldsamt skap

Ikki havi eg áður sæð sandin í Sandagerð takið seg út, sum á myndini. (Mynd Vagnur)

Hitti ein dagin mann í Vestaru bryggju, sum bað meg fara út í Sandagerð at hyggja at sandinum har. sum hevði fingið serligt skap, sum hann ongantíð hevur sæð áður. Orsøkin er havnarútbyggingin suður úr Molanum. Eg spurdi mannin, hvussu hetta hekk saman, og so hann at greiða mær frá: – Hann hevur verið eystan og landsynningur í ættini í rúma tíð, og tá havaldan kemur inn í millum Stong og Eystnes og nærkast grótinum, sum higartil er slept á botn suður úr Molanum, so lyftir aldan seg upp sum ein tsunami, meira ferð kemur á alduna, sum nú er hægri enn vanligt og fer buldrandi inn í Sandagerð. Tí sær sandurin í Sandagerð út, sum hann ger í løtuni, segði maðurin. Læs resten

Úr myndasavninum – Tankarnir leita til pápa og mammu (e)

Neistaungfólk á veg til Klaksvíkar í 1936. Mamma er har afturi á myndini við alpuhúgvuni mest á skák, og pápi mín fremst til høgru í keppi. Aftast frá vinstru: Meinhard Andreasen, Rigmor Christiansen, Ása Michelsen, Sólrun Winther og Gunnvør Dal Christiansen. Fremri frá vinstu: Arni Olsen, Mia Rein, Ása Vágsheyg og Helge Michelsen.

Neistaungfólk á veg til Klaksvíkar í 1936. Mamma er har afturi á myndini við alpuhúgvuni mest á skák, og pápi mín fremst til høgru í keppi. Aftast frá vinstru: Meinhard Andreasen, Rigmor Christiansen, Ása Michelsen, Sólrun Winther og Gunnvør Dal Christiansen. Fremri frá vinstu: Arni Olsen, Mia Rein, Ása Vágsheyg og Helge Michelsen.

Summi fólk brúka meira tíð í felagsskapi enn onnur, og nógv fólk siga felagsskapinum farvæl, tá ið tey spæla seinasta dystin. Nógv foreldur fylgja børnunum á ítróttaleiðini, meðan onnur gera tað ikki ella nógv minni. Ein partur av míni drívmegi í Neistanum og í ítróttinum vóru og eru foreldur míni og sjálvandi, at eg spældi sjálvur og fekk frálíkar upplivingar á hondbóltsleiðini. Serliga hugsi eg um pápa mín, sum var við at stovna Neistan. Hansara neistaandi er stórur partur av orsøkini, at eg helt fram. Í ár eru 50 ár liðin, síðani eg fór í bláu leiktroyggjuna. Herfyri tók eg mynd av mammu míni og spurdi hana um hennara ungdómstíð í Neistanum. Hon fyllir 95 ár 16. juni og er elsta neistakvinna. Læs resten

Úr myndasavninum – Enn einaferð fann eg søguliga neistamynd

Neistagentur 1963 á Eiði: Standi frá vinstu: Emmely Mikkelsen, Turid Hansen, Rannvá H. Jensen og Hildigunn Weihe. Húkandi f.v: Turið Debes Hentze, Helena Mortensen og Margit Hjalmarsdóttir Hansen.

Neistagentur á Eiði í 1963: Standandi frá vinstru: Emmely Mikkelsen, Turid Hansen, Rannvá H. Jensen og Hildigunn Weihe. Húkandi f.v: Turið Debes Hentze, Helena Mortensen og Margit Hjalmarsdóttir.

Myndin omanfyri er søgulig, tí hetta er fyrsta mynd tikin av gentuliði hjá  Neistanum. Gentur og dreingir byrjaðu at spæla landskapping í 1963, áðrenn var bara kapping fyri 1. deild og 2. deild menn og kvinnur. Lið hjá Neistanum vóru á Eiði 7. juli 1963 og spældu vinardystir á Mølini ímóti EB. Siglt varð við postbátinum úr Vágsbotni til Oyrar, og liðini vóru koyrd víðari við bili til Eiðis. EB hevði tá lið bæði í mansdeildini og kvinnudeildini, men miðskeiðis í 1970 árunum bleiv hondbóltsspælið eitt innanduraspæl, og tá mátti EB við tíðini leggja kongin. Nú er so komin snotulig høll á Eiði. Læs resten

Fiskivinnan í Havn er mest sum steindeyð

Fiskurin kemur upp á land at venda, fyri síðani at vera koyrdir til virki kring landið. (Mynd Vagnur)

Tá eg mikumorgunin spákaði á Vestaru bryggju og eygleiddi, meðan tvey skip landaðu til landingarmiðstøðina, sveimaðu tankarnir eina løtu. Eg sá fyri mær allar trolbátarnar og línubátarnar liggja við bryggju søkkladnar við fiski undan Føroyum. Eg leitaði longur aftur í tíðina, tá saltfiskatrolararnir Brandur Sigmundarson, Magnus Heinason, Fiskanes, hvussu teir nú allir eita, landaðu saltfisk til Bacalao. Mær er sagt, at okkurt árið tók Bacalao ímóti 15000 tonsum av feskum fiski til virkingar. Nú er hetta alt søga, og alt virksemið hjá Bacalao og seinni Fiskavirking er stein deytt. Herfyri vóru allar maskinurnar á flakavirkinum seldar av landinum. Tó so, nakað av fiskavirksemi er, tí bátar og skip landa til landingarmiðstøðina. Fiskurin verður landaður og flokkaður fyri síðani at fara í lastbilum til fiskavirki kring landið. Fara vit yvir á “Ískaiina”, er næstan eisini steindeytt, tó hissini útróðrarbátur heldur til í egningarskúrunum, men bátarnir eru seinnu árini fækkaðir heilt nógv í tali. Kanska kunnu vit fegnast um, at nógv ungfólk koma at halda til í Saltsøluni, men var rætt, fór vinnan avstað við Saltsøluni. Uttan iva verður seinur dagar, at veruligt fiskaarbeiði aftur gerst veruleiki á Vestaru bryggju. (Vagnur)

 

Í Føroyum er eingin lóg um vatnskutarar og skjóttgangandi bátar

Skútarar av hesum slag hava einki at gera inni á vágunum í Havn. (Mynd: Ùtlendsk mynd)

Herfyri hendi syrgilig vanlukku á Keypmannar havn. Ein vatnskutari rendi við nógvari ferð á lítlan leigaðan ferðamannabát. Tvær ungar amerikanskar kvinnur doyðu. Førarin á skutaranum er fongslaður fyri óviljað manndráp, og hini nýggju ungfólkini eru eisini ákærd í málinum, tí tey rýmdu frá staðnum og eisini sigldu alt ov skjótt í havnini. Í Danmark er lógarverk um skjóttgangandi vatnskutarar og skjóttgangandi bátar. Millum annað skal ein vatnskútari vera 300 metrar úr landi. Men í Føroyum finst eingin lóg á økinum. Eg havi spurt meg fyri hjá havnarmeistaranum í Havn og hjá løgregluni. Svarini eru stutt. Læs resten

Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd frá 1955 úr Vágsbotni

Mynd frá 1955. Áhugavert eisini at síggja bilsniðini, bátarnar, og tað, at bilar koyra niðan Tórsgøtu. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Sá í morgun í bókini Havnin – fólk og yrki, at Sjómansheimið í Vágsbotni og eg eru mest sum javngomul. Tað var í 1949, at hundrað ára gomlu “fysikus” húsini vóru niðurtikin, og farið var undir at byggja stórt nýmótans sjómansheim. Um heystið var farið at grava út, og 12. august 1956 var Sjómansheimið vígt. Olaf Mortensen teknaði, og Petur Michelsen stóð fyri arbeðinum. Í 1967 var bygd ein hædd aftrat oman á Sjómansheimið. Minnist heilt væl, at nógvir navigatørar búðu á Sjómansheiminum, og tá ítróttafólk komu til Havnar, búðu ella ótu tey á Sjómansheiminum. Myndina omanfyri eigur Kirstin Johannesen, sum er dóttir “Pidda”, sum í nógv ár var fyristøðumaður á heiminum. Ì fyrstu hædd helt kjøthandilin hjá Jens Reinert til, og eisini barberarnir Frantzen og Ellingsgaard. Myndin omanfyri er frá 1955, og áhugavert at síggja bilar koyra niðan Tórsgøtu, og har standa eisini tveir bátar “parkeraðir”. Í 1955 var Molin ikki longdur í fulla longd, og mangan var uppgangur á lágættunum í Vágsbotni, har sjógvurin kundi koma niðan um Sjómansheimið. (Vagnur)

Fleiri róðrarfeløg vísa ikki ábyrgd í sambandi við ódnartøkini

Vøkur róðrarsjón. 5-mannaførini við dreingjum liggja við startin í Runavík. Tríggir bátar við hvítum drekastevni. Sig so tað. (Mynd Hvannrók)

Eg kann gerast so dundrandi argur og keddur, tá fleiri manningar kring landið ikki møta til ódnartøkini. Nógv fólk bæði í Róðrarsambandinum, fólk á staðnum og onnur brúka fleiri leygardagar, tí tey eru góð við kappróðurin, og so møta nógvir bátar ikki. At hugsa sær, at heilt lið av dómarum og fyrireikarum fara til Runavíkar, so er bara ein bátur við úr Eysturoynni. Hvar eru allir teir gulu bátarnir, sum róðu í fjør, og hvar eru ljósagrønu bátarnir úr Fuglafirði? Hoyrdi, at nakrar manningar vóru á venjingarlegu Suðuroy. Álvaratos, ikki er neyðugt at fyriskipa eina venjingarlegu, tá ódnartøkini vera rógvin. Læs resten