Nú búgva vit soleiðis fyri við Hoydalsvegin, at tá fólk skulu úr miðbýnum niðan Gundadal, ganga tey fram við hjá okkum. Knappliga fríggjakvøldið hoyrdist øgilig róp niðri við Sjónleikarahúsið, og løtu seinni kom stór gonga við sveisarum í reyðum framvið KFUM. Skjótur var eg oman á vegin við myndatólinum. Og knappliga hendi nakað, sum var áhugavert og spennandi. Stóra mannfjøldin steðgaði knappliga, og øll niður á húka, og so hoyrdist nøkur øgilig kampróp, sum eg ongantíð havi hoyrt áður so ógvusliga, uttan iva, tí eg stóð so nær. Lítla løtu seinni hildu tey leiðina niðaneftir. Komi at hugsa um 1970 og 1980 árini, tá áskoðarar í hundraðtali úr Klaksvík og Tvøroyri komu framvið hjá okkum. Tey vóru komin til Havnar við Teistanum ella Smyrli til tess at stuðla sínum liði, sum spældi ímóti HB ella B36 í Gundadali. Har vóru stór fløgg og áskoðarar klæddir í blátt ella svart/hvítt. Henda vælkenda TB-sirenan var eisini við í stóra fylginum. Ja, so tók eg eisini myndir av stóru LGBT skrúðgongunum, sum gingu fram við hjá okkum úr Gundadali oman í miðbýin. Nú er LGBT málið tíbetur endaliga avgreitt, og so er spurningurin, vit eisini seinast í juli mánað síggja LGBT skrúðgongu uttan fyri hjá okkum. (Vagnur) Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Hitti Annu Katrinu Larsen í sólskinum uttan fyri neystið á Argjum
Glastrevjabátur okkara hevur fyri fyrstu ferð verið á Argjum til smáar umvælingar. Vit plaga annars altíð at gera hetta í Álakeri. Satt upplivilsi at vera niðri við støðna á Argjum, tí har koma so nógv fólk bæði rógvarar, bátaeigarar og fólk annars at fáa sær eitt prát. Tá eg í morgun var um at vera liðugur við bátin, og hann skjótt skuldi á sjógv, fekk eg eyguni á unga kvinnu, sum í sólskininum sat í rógvimaskinu uttan fyri róðrarneystið hjá Argja Róðrarfelag. Bleiv róðrarforvitin, tí eg veit, at tá rógvarar venja í bátinum, rógva summir eisini eitt sindur í maskinunum. Hetta var kanska kvinna, sum gekk til próvtøku, og tí kundi venja um morgunin. Unga kvinnan, sum eg prátaði við var ikki hvør sum helst í Argja Róðrarfelag. Læs resten
Úr myndasavninum – Fyrsta B36 liðið eg minnist í Gundadali

B36 vinnur FM-heitið 1962. Aftast f.v: Tórstein Magnussen, Kaj Kallsberg, Odmar Færø, Heðin Samuelsen. Í miðjuni f.v: Henry Poulsen, Bent Olsen, Tórður Holm og Gunnar Guttesen. Fremst f.v: Gunnleiv Hansen, Ólavur Olsen og Bjarni Holm.
Tá eg skrivaði tekstin til myndina, tá Sigfred Skaale handar Brynjer Gregoriussen HB liðformann FM-steypið í 1965, fór eg at hugsa um, hvørjar fyrstu B36 spælarar eg minnist frá dreingjaárunum. Minnist ikki longur enn til 1962, tá B36 vinnur meistaraheitið. Tá var eg tólv ára gamal. Fótbóltslandskappingin byrjaði í 1942, og hetta var fimtu ferð B36 vinnur meistaraheitið. Læs resten
Úr myndasavninum – Hvør er søgan um hvíta “garðin” á Tinghúsvøllinum
Tá vit síggja eldri myndir frá miðbýnum, kann man undrast, at tey eftir kríggið byrjaðu at taka niður vøkur hús og byggja stórar betongkassar ístaðin. Vit kunnu vera samd um, at tað arkitektoniska var á lágum støði. Tað er bara at hyggja at Ebenezer, Losjuni, Klubbanum og Arbeiðsmannafelagshúsunum. Ljótir betongkassar. Myndin omanfyri er frá fyrst í 1950-árunum, tá gamla Telefonstøðin frá 1912 varð tikin niður, og betongkassi bygdur ístaðin. Gamla Telefonstøðin hevði eins skap og Tinghúsið. Teir byrjaðu at byggja nýggju Telefonstøðina í 1950 og í 1953 var støðin liðug. Minnist, tá fólk stóðu í bíðurøðu til tess at sleppa í telefonboksirnar á støðini at ringja. Tá vóru ongar fartelefonir. Mín áhugi fyri myndini er vakri hvíti “garðurin”, um vit kunnu kalla hann soleiðis. Minnist hann og eisini, tá árabátur lá í ánni á ólavsøku. Árabátur, sum skuldi burturlutast. Friður valdar yvir myndini, har vit síggja smádrong hyggja í ánna, har uttan iva tankarnir reika. Kanska sær okkurt sílið í ánni. Eldri menninir taka saman um í gerandisdegnum, meðan annar maður hevur skund niðaneftir. Kundi hugsað mær at fingið at vita, í hvørjum sambandi hasin hvíti “garðurin” var gjørdur. Var hann til fundarforum, kórsang ella bara eitt slagi av talarastóli. Og hví var hann burturbeindur. Hetta er alt partur av havnar søgu. Eisini áhugavert, at ljósmastur stendur skamt frá hvíta garðinum. (Vagnur)
Vit mugu hava eina unglingadeild í róðri longu frá 2018

Myndin talar fyri seg í finaluróðrinum við dreingjum á norðoyatevnu. Stórur munur á bátunum, og tá eru fleiri manningar longu sáldaðar frá í riðlaróðrunum. (Mynd Hvannrók)
Vit fegnast øll um, at 24 barnamanningar róðu á norðoyastevnu í fjør og 23 manningar í ár. Eisini boðar frá góðum, at skúlar nú eru farnir at skipa fyri innandurakappingum í róðri, sum uttan iva fara at gera, at tað legst aftrat við ungum rógvarum. Men eru ungdómskappingarnar nóg væl skipaðar og mennandi fyri allar rógvarar? Nei, tað eru tær ikki, og tí mugu vit longu frá 2018 broyta serliga dreingjaróðurin, so hann mennir og tænir øllum rógvarum. Róðrarsambandið skal gera sum í øðrum ítróttagreinum og upprætta nýggjan bólk, sum eitur unglingdeildin fyri ungar menn. Ungir rógvarar skulu rógva tvey ár í hvørjari bólki, og ikki sum nú trý ár við tildømis dreingjabátum. Unglingarnir seytjan og átjan ára gamlir skulu rógva við 6-mannafari. Eg havi tosað við fleiri róðrarleiðarar, og tey eru samd við mær um unglingadeildina. Læs resten
Føroya Tele setti upp frálíkan stórskíggja á norðoyastevnu
Áskoðarar, sum vóru til kappróður á norðoyastevnu, fingu ein eyka uppliving, sum tey ikki hava upplivað áður. Á bryggjuni stóð stórur skíggi, har tú kundi fylgja beinleiðis frá kappróðrinum. Hetta er nýhugsan í føroyskum kappróðri, og tað er Føroya Tele, sum er høvuðsstuðul hjá Róðrarsambandinum, sum tók stig til frálíka átakið. Fólk vóru fegin um myndirnar. Eg havi spurt John Syderbø marknaðarleiðara hjá Føroya, hví tey hava tikið frálíka stigið, og hvussu stórt arbeiði er at fáa slíkt í rættlag, sum áskoðarin er so fegin um. John sigur soleiðis um stórskíggjan á norðoyastevnu: Læs resten
Úr myndasavninum – Nógv eru góðu minnini í Sverrisgøtu 13

Eg havi nógv at takka Ebbu og Niels fyri í Sverrisgøtu 13. Hevði serligt trygdarnet í Ebbu, sum stóð mær ógvuliga nær í 1960-árunum. (Mynd Havnin – fólk og yrki.)
Húsini nærmast vinstrumegin á myndini omanfyri hava serligt pláss á míni lívsleið. Vit skulu aftur fyrst í 1960 – árini, tá Niels og Ebba Mortensen við familju búðu í húsunum. Tá var meira friðarligt í Sverrigøtu enn í dag, tí bilarnir vóru ikki nógvir. Tó so, tá var Sverrisgøta høvuðsfarleiðin millum vestur- og eysturbýin, og bilarnir kundu koyra báðar vegir. Mamma og Ebba vóru vinkonur, og tí kom eg nógv í húsini hjá Ebbu og Niels bæði, tá tey búðu við Dalavegin, Tróndargøtu og í Sverrisgøtu 13. Niels byrjaði heilsølu í 1952, og í 1953 flytir hann oman í bygningin hjá Lamba Jóannesi á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta. Tá læt hann eisini upp matvøruhandil. Í 1960 gavst Niels við handlinum, og tá fór konan Ebba Mortensen í staðin at handla við tóvørum. Ebba seldi tógv í norðarapartinum, og matstóvan IRIS. sum Olivia Knudsen rak, helt til í sunnara partinum. Minnist eisini, at S.H.J radiohandil og blómuhandil eitt skifti helt til í húsunum. Seinni fór sonurin Hans at selja gardinur, barnaklæðir og annað í hølunum. Men aftur til nógvu og góðu minnini í Sverrisgøtu. Læs resten
Norðoyastevnuróðrarnir vóru avgreiddir til “ug”

8-mannafarsróðurin var mest spennandi róðurin á norðoyastevnu. Her fer Argjabáturin fyrstur um málið, síðani Tofta Regin og Árnfirðingur. (Mynd Hvannrók)
Nógv er ikki at leggja aftrat fyrstu FM-róðrunum í Klaksvík, eftir at norðoyastevnuróðrarnir vóru væl úr hondum greddir. Alt gekk bæði skjótt og væl, og róðrarlíkindini vóru góð. Myndirnar frá Krinvarpinum vóru góðar, tó eitt sindur av tekniskum trupulleikum eina løtu, sum slett ikki biltu. Eisini frálíkt at síggja, at áskoðarar á bryggjuni kundu fylgja róðrunum á stórskíggja. Eg hevði gjørt mær nakrar metingar fyri fyrsta skotið, og tað gekk á leið, sum eg hevði roknað við. Tó við fáum undantøkum. Læs resten
Hugleiðingar um aldursmark í barna-dreingja-og genturóðrum
Sum eg eri fegin at síggja stóra talið á ungdómsmanningum, sum rógva leygardagin á norðoyastevnu. Hetta boðar frá góðum. Eisini áhugvart kjak er frammi á róðrarkjaki, nú dreingjamanningarnar eru sekstan í tali og mugu rógva í tveimum riðlum og síðani finaluróður. Rokni ikki við, at dreingirnir taka skaða av finaluróðri, men her fer nakað grunnleggjandi fram í kappróðrinum, tí tú kanst ivast í, hví summar dreingjamanningar skulu rógva tvær ferðir túsund metrar í summar, meðan tildømis 10-mannaførini rógva einaferð túsund metrar. Fari niðanfyri at nema við ymist innan kappróður, millum annað aldursmark, og hvussu vit fáa ungdómin at hanga við, og at ungi rógvarin fær góð upplivilsi á stevunum. Læs resten
24 manningar róðu í fjør barnaróður á norðoyastevnu
Leygardagin er norðoyastevna og fyrstu FM-róðrar. Altíð áhugavert og spennandi at síggja, hvussu stórt bátatalið er fyrstu FM-róðrarnar. Vit vita mestsum longu nú, hvussu nógvar manningar rógva við stóru bátastøddunum, men hvussu við dreingja-og gentumanningum og serliga barnamanningum. Ein leiðari í Sandavági segði mær einaferð, at veðrið um várið ger av, hvussu nógvar barnamanningar møta upp á norðoyastevnu. Í 2016 var várveðrið frálíkt til barnaróður, og á norðoyastevnu í fjør róðu 24 barnamanningar, sum er met á norðoyastevnu. Trettan dreingjamanningar og ellivu gentumanningar. Í apríl og mai mánað higartil í ár hava vit havt eystan og landsynning í ættina við fitt av vindi, sum hava gjørt, at nógvastaðni kring landið, hevur verið torført at flotað bátarnar. Tí eri eg spentur, hvussu nógvar barnamanningar rógva á norðoyastevnu. Vit skulu eisini minnast til, at rógvarar gerast ov gamlir til barnaróður og flyta upp, og nú kunnu ellivu ára gomul eisini rógva barnaróður. Annars kunnu vit fegnast um, at serliga nógvir dreingjabátar rógva á norðoyastevnu. Spennandi at frætta í vikuni, hvørjar manningar rógva leygardagin í Klaksvík. (Vagnur)





