Allar fyrst skal eg heilsa og siga frá rógvarum og leiðarum í Àlakeri, at teir skulu takka fyri frálíka blíðskap á jóansøku. Góður matur og frálík fyrireiking á landi í allar mátar. Men so mugu fólk halda mær til góðar, tí tey fáu hárini, eg havi eftir á høvdinum, reisa seg, tá eg hoyri orð sum hanafótur, alibátar, snaraður og fløktur startur og boyur. Eg orki ikki longur at finnast at Róðrarsambandinum og stevnufyrireikarum, tí bara hesi orð: Undir alt lágmark, at jóansøkuróðrarnir vóru seinkaðir ein tíma. Sjálvur skal eg nokk fáa ein tíma at ganga við at spæla guitar, sappa á telduni, koyra abbabørn ella fáa mær drekkamunn. Tankarnir hjá mær leita serliga til gentumanningarnar, sum í meira enn ein tíma máttu damla og bíða á Trongisvágfjørði, tí menn fáa ikki startin at rigga. Vit skriva nú 2017, og eisini í 1980-árunum skrivaði eg um somu trupulleikar. Tá ein tími var farin, gekk alt eftir ánni at starta bátarnar, vit fingu “tíbetur” tríggjar nýggjar vinnarar á jóansøku. Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Nú eru bert minnini eftir av Turkihúsinum úti í Hvannasundi

Tað gekk skjótt hjá gravimaskinuni at bróta niður betongveggirnar. Í gula húsinum til høgru goymdu teir eisini saltfisk. Seinni hevði Johannes Berg bilverkstað har. (Mynd Vagnur)
Gula turkihúsið við Heygsvegin rópti Turkihúsið úti í Hvannasund var tikið niður í seinastu viku. Nærmasti granni eru hús míni Hvannasundsgøtu 1. Tá fyrstu myndirnar komu á Facebook av turkihúsinum hálvt niðurtikið, spurdi lesara, hví húsið var rópt Turkihúsið úti í Hvannasundi. Hvat hevur húsið við Hvannasund at gera? Hetta er ein longri søga, og eg svaraði lesaranum stutt, hví so var. Hetta havi eg skrivað um áður, men vil leggja nøkur orð aftrat burturbeinta gulu turkihúsinum. Læs resten
Annika Olsen og Gunvør Balle hava sovið í tímanum um grótið á Sundi

Hetta er óbrúkiliga góðshavnin, sum kommunan endilga mátti byggja seinast í 1980-árunum. Ikki eitt kilo av mjøli er komið upp á land á Sundi. Økið er ljótt og órudduligt, og nú skal meiri oyðileggjast. . (Mynd Vagnur)
Sum orðini frá Anniku Olsen og Gunvør Balle á in.fo í gjár eru ússalig um grótið á Sundi, tí eingin undirskrift var sett á sáttmálan um grótið fyrr enn 27. apríl, og tá var ikki byrjað at bora. Núverandi samgongan kom jú til valdið á Vaglinum 1. januar, og var viljin til staðar um ikki at oyðileggja meira á Sundi, so var góð tíð at fáa málið broytt. Tí er ikki rætt, at Tórshavnar kommuna fyri 27. apríl kundi fáa endurgjaldskrav, tí hvat skuldi endurgjaldskrav heingjast uppá, tá sáttmáli ikki var undirskrivaður? Fólkaflokkurin selir sína sál fyri vinnuna, men at Tjóðveldi skal gera slíkt, sum í stevnuskránni leggur stóra áherðslu á at fara væl um okkara vøkru náttúra, er langt úti og ússaligt. Læs resten
Úr myndasavninum – Seksæringurin Gøtu Tróndur fyllir 110 ár

110 ári gamli vakri seksæringurin tíbetur varðveittur. Teir róðu 2200 metrar av Gulanum og inn í Vágsbotn.
Kappróður í Føroyum hevur áhugaverda søgu. Sum smádrongur var eg mangan í Neystinum á Debesartrøð og hugdi at fuglum, gomlu amboðum og ikki at gloyma gomlu bátum, Barnaheimið var skamt frá Neystinum. Serliga minnist eg seksæringin Gøtu Trónd, sum stóð so vakur á gólvinum saman við øðrum bátum. Tá vistu vit ikki, at menn eisini høvdu róð kapp við Gøtu Trónda. Síggi í áhugaverdu bókini “Drekin”, sum Niels Juul Arge gav út í 1982, at á ólavsøku 1925 róði Gøtu Tróndur ímóti Drekanum úr Klaksvík og í 1952 ímóti Norðlýsinum úr Sandvík mannað við vágbingum. Sig so tað, merkjaði nøvn at geva bátunum. Tað var Jóhan Frammi í Annfinnsstovu í Elduvík (1863-1926) sum smíðaðu norðagøtumonnum bátin í 1907 til fluttnings – og grindabát. Neystið stóð undir Gøtueiði. 110 ára gamli báturin stendur á Fornminnissavinum í Hoyvík. Tað kundi verið áhugavert at vigað Gøtu Trónd, sum uttan iva vigar dupult so nógv sum núverandi 10-mannafør. Kann til stuttleika nevna, at vit 7. apríl 2004 vigaðu vit Havnarbátinum, sum Sámal Hansen smíðaði. Báturin vigaði 360 kilo. Síggi eisini, at vit vigaðu 5-mannafarið Sílið 25. april 2002, sum vigaði 190 kilo við fótlunnum og árum. Og í juni mánað 2002 vigaðu vit nýggja Ørv, sum Sámal smíðaði og gamla Ørv, sum Niclas í Koltri smíðaði. Nýggi Ørvur vigaði við øllum 256 kilo og gamli Ørvur 340 kilo, so her er næsta hundrað kilo á muni. 22. mai 2002 vigaðu vit nýggja Gongurólvi og gamla Gongurólv. Báturin, Sámal Hansen smíðaði vigaði 224 kilo, og báturin Niclas í Koltri smíðaði vigaði 325 kilo. Hundrað kilo á muni. (Vagnur)
Fyrsti skipaði kappróðurin var á Tvøroyri í 1870-árunum
At fara á jóansøku at rógva kapp var og er altíð nakað serligt. Orsøkin er, at rógvarar skulu sigla og vera saman fyrr í tíðini fýra tímar og nú tveir tímar umborð á Smyrli. Kappróðurin á Tvøroyri hevur djúpar røtur, og fyrsti skipaði kappróðurin í Føroyum var júst á Tvøroyri, har heiðursgáva til vinnararnar var latin. Vit skulu heilt aftur í 1870-árini. Vit skriva nú 2017, og kappróðurin á Tvøroyri er í menning, og tað fegnast vit øll um. Formaður í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag eitur Tóki Hartmann Niclasen, og hann havi eg prátað við. – Vit fegnast øll um, at tað legst aftrat við ungdómi, sum vilja rógva, sigur Tóki og heldur fram. Læs resten
Nakrar viðmerkingar um útsetta kappróðurin í Hósvík
Veðrið er partur í føroyskum kappróðri, og veðrið kunnu vit einki gera við. Veðurgudarnir boðaðu frá vindi og keðiligari ætt í Hósvík, og vit sóu longu tíðliga leygardagin, at vandi var fyri, at ikki kundi rógvast. Og so var. Vit hoyrdu persón frá Róðrarsambandinum í Kringvarpinum siga, at róðrarnir eru útsettir til nú týsdagin klokkan 18.00. Barnamanningar rógva fyrst, og síðani eldru manningarnar. Hetta tóku fólk fyri góða vøru, og nógvir bátar vóru standandi í Hósvík, bæði tí rógvast skuldi týsdagin, og vandi var fyri at koyra bátarnar til húsa, tí vindurin var nógvur. Men tað, sum eftirfylgjandi hendi, var ikki nóg gott frágingið frá RSF. Kunningin var alt ov vánalig, og endaligu boðini komu alt ov seint, at róðrarnir í Hósvík eru fluttir til mikudagin 28. juni klokkan 18.00. Læs resten
Vit fáa uttan iva bara ein nýggjan vinnara í Hósvík

Eg føli á mær, at vit her fáa nýggjan vinnara í Hósvík. 8-mannaførini á myndini eru jøvn. (Mynd Hvannrók)
Eg minnist eina norðoyastevnu fyri nú nógvum árum síðani, at allir bátarnir, sum vunnu á norðoyastevnu, vunnu ikki á næstu stevnu. Tá róðu tey ungu ikki barnaróður. Men hetta fer tíverri ikki at henda í Hósvík, sjálvt um manningirnar hava havt FM-frí í tríggjar vikur. Vit, sum skriva um kappróður, ynskja altíð broytingar og tíma ikki at síggja somu manningar vinna stevnu um stevnu ella ár um ár. Ynski mítt er sjálvandi, at hvítu bátarnir í Álakeri standa seg væl, men so vóni eg eisini, at favorittarnar frammi í oddinum fáa skarpan gang. Og tað fáa teir eisini í Hósvík, har javnari verður millum fremstu bátarnar. Læs resten
Grótið á Sundi kemur at fella býráðssamgonguna í Havn

Havnarlagið á Sundi skuldi ongantíð verið gjørt. Bryggjan kann ikki brúkast, tí har er ov nógvur súgur. (Mynd Vagnur)
Var býráðsval í Havn í dag, hevði samgongan mist meirilutan, og orsøkin er einfald og allar fyrst málið um grótið frá Eysturoyartunlinum. Serliga Tjóðveldi hevði fingið ein dyggan frammaná og í hvørfall mist ein býráðslim, og uttan iva mátti Framsókn tungu leiðina úr býráðnum, og Fólkaflokkurin hevði eisini mist atkvøður. Orsøkin er, hvussu arrogant býráðssamgongan hevur skúgvað kalbaksfólk og onnur til viks og ikki latið tey vera hoyrd um Sund. Kommunan hevur eisini skúgvað til viks samanleggingarsáttmálan við kalbaksfólk, og hetta er út um alt lágmark. Hetta var heldur ikki gjørt á sinni, tá ónýtuliga bryggjan var gjørd á Sundi, og økið oyðilagt. Vit minnst, tá bóndakonan á Sundi í Sjónvarpinum skulu tvingast úr bóndahúsunum, tí kommunan mátti fáa meira bryggjukant. Bóndahúsini standa har enn. Orðini hjá borgarstjóranum herfyri á in.fo, at vinnan skal hava betri karmar vóru ússalig og seta seg fast í hálsin,hjá fólki. Hetta var eisini sagt á sinni, tá tey blakaðu grót úr Vágatunlinum á bláman á Oyrareingi, tá tey umvældu Saltsøluna, og tá tey ætlaðu at oyðileggi útsýnið frá Skansanum suður í Nólsoyarfjørð. Sjálvur eri eg ógvuliga vónsvikin av Tjóðveldi, sum átti at vart okkara sjóvarmála og náttúru. Grót rustar og forgongur ikki, og sjálvandi kundi grótið verið goymt aðrastaðni enn í fjøruni á Sundi. Málið um grótið á Sundi kemur at spøkja aftur og aftur líka til næsta býráðsval. Síggi, at teir koma í meira enn trý ár at koyra grót úr tunlinum inn á Sund og oyðileggja enn meira. Tá er aftur býráðsval í Havn. Mítt boð? Samgongan fellur við eitt brak. (Vagnur)
Kappróðrarfelagið NSÍ í kreppu – tey fáa ikki mannað bátarnar
Kappróðrarfelagið NSÍ hevur stolta róðrarsøgu, og tað var tann tíð, tá gulu bátarnir vóru heilt frammi í oddinum. Men nú er stolta kappróðrarfelagið í djúpum aldudali, tí fólk í Runavík og har á leiðini tíma ikki at rógva kapp. Felagið hevur allar bestu róðrarumstøður í landinum við nýtímans neysti, nógvum góðum bátum í øllum støddum, og tey eru ikki darvaði av hørðum streymi á vágni sum onnur feløg. Á norðoyastevnu róðu tvær gular barnamanningar og 6-mannafarið Sølmundur mannað við kvinnum, har bara tveir kvinnur búgva í økinum. Vit eru øll kedd, at Kappróðrarfelagið NSÍ ikki megnar at halda tørn. Eg havi spurt Boga Olsen, sum í mansaldur hevur róð við gulu bátunum, hví tað gongst so illa at manna bátarnar. Og hann sigur. Læs resten
Nú síggjast bjartir glottar í kappróðrinum í Vági
Eg havi altíð havt serliga kenslur fyri ítróttinum í Vági tað veri seg bæði í fótbólti, hondbólti og nú kappróðri. Vágur liggur so langt frá miðøkinum, ungdómurin má fara úr bygdini til víðari lestur, og so skulu ítróttafólkini í Vági ferðast so langt og ofta til kappingar. Kappróður hevur djúpar røtur í Vági, og tað var tann tíð, tá tey megnaðu at manna tvey 10-mannafør Vágbing og Ormin langa. Kappróðurin var í aldudali fyri fáum árum síðani, men nú síggjast ljósir glottar. Seks manningar frá Vágs kappróðrarfelag rógva í summar, og beint fyri norðoyastevnu flotaðu tey nýtt 5-mannafar. Havi prátað við Rógva Kærbech, sum er formaður í Vágs kappróðrarfelag – Stórur áhugi er í løtuni fyri kappróðri í Vági, og vit hava góðar vónir um framtíðina, sigur Rógvi og heldur fram: Læs resten




