Nú eru bert minnini eftir av Turkihúsinum úti í Hvannasundi

Tað gekk skjótt hjá gravimaskinuni at bróta niður betongveggirnar. Í gula húsinum til høgru goymdu teir eisini saltfisk. Seinni hevði Johannes Berg bilverkstað har. (Mynd Vagnur)

Gula turkihúsið við Heygsvegin rópti Turkihúsið úti í Hvannasund var tikið niður í seinastu viku. Nærmasti granni eru hús míni Hvannasundsgøtu 1. Tá fyrstu myndirnar komu á Facebook av turkihúsinum hálvt niðurtikið, spurdi lesara, hví húsið var rópt Turkihúsið úti í Hvannasundi. Hvat hevur húsið við Hvannasund at gera? Hetta er ein longri søga, og eg svaraði lesaranum stutt, hví so var. Hetta havi eg skrivað um áður, men vil leggja nøkur orð aftrat burturbeinta gulu turkihúsinum.

Teir bygdu turkihúsið i 1934, men løgið at teir fóru so langt frá sjóvarmálinum við turkihúsinum. Gula húsið til høgru var fjósið hjá Debesi. (Mynd Vagnur)

Langabbi mín Jógvan Christiansen róptur Havnar Jógvan var giftur Marionnu, sum var av Debesarslagnum í Havn. Sum ungt par fóru tey til Eiðis at arbeiða í fyritøkuni hjá Kruse. Eftir at hava verið hjá Kruse handlinum í nøkur ár, vóru boð eftir teimum at koma til Norðdepils at leiða útihandilinum hjá Jørgen Bech og sønner. Ungu hjúnini Sivar og konan, sum vóru fyrstu niðursetufólkini í Norðdepli og sum leiddu útihandilin, fóru ógvuliga ung, tí stóð útihandilin uttan leiðara.

Hetta kundi verið eitt terrorhending, men so er ikki. (Mynd Vagnur)

Ein sonur Havnar Jógvan og Marionnu var Christian Christiansen, sum var føddur á Eiði, og sum í 1901 flutti úr Norðdepli og bygdu sær hús við Landavegin í Havn. Havnar Jógvan og synirnir Christian og Sámal keyptu sær sluppir millum annað Ternuna, Jubelee, King Arthur og seinni Grundick. Christian abbi keypt eisni stóra trøð, sum strekti seg frá har turkihúsið stóð og oman til Velbastaðvegin. Jógvan Christiansen elsti sonur Christian abba stovnar fyrst í 1930-árunum saman við pápanum partafelagið Hvannasund. Ætlanin var í 1934 at byggja fiska- og turkihús við sjóvarmálan í Havn, men teir fingu einki grundøki. og tí bygdu teir húsið á Heygnum Mikla í Havn. Navnið Hvannasund valdu teir sær uttan iva, tí teir høvdu jú tilknýti til sundið millum bygdirnar Norðdepil og Hvannasund. Kansa eisini, tí Christian abbi fekk sær konu úr Frammistovu í Hvannasundi. Omma æt Sigrid.

Løgið at hugsa sær, at teir bygdu saltfiska – og turkihús so langt frá sjóvarmálinum. (Mynd Vagnur)

Tilvildin ræður mangan, tí Jógvan Christiansen kom av tilvild at seta búgv í Kollafirði, har hann fann sær konu. Hann og systkinabarnið Guttorm bygdu sær saltfiska – og turkihús í Kollafirði. Debes beiggi Jógvan tók yvir leiðsluna av turkihúsinum úti í Hvannasund. Hetta var um 1950, og tá var pápin deyður. Jógvan hevði altíð útlongsul og fyrst í 1950 árunum fór hann til Grønlands, har hann í trý ár var bóndagarði.  Jógvan bygdi í 1936 sær eisini sethús skamt frá turkihúsinum úti í Hvannasundi, men hann búði ongantíð í húsunum. Minnist bara at Gigga og Tummas Jakku búðu har.

Mær er sagt, maðurin, sum keypti grundøkið, ætlar at byggja íbúðir á staðnum. (Mynd Vagnur)

Nógv eru minni í gula turkihúsininum við Heygsvegin ella rættari sagt á Heygnum á Mikla. Sum ungur arbeiddi eg har í millumbilum í frítíðini, men serliga minnist eg, tá elsti beiggi mín arbeiddi um náttina í húsinum. Turkirúmini koyrdu alt døgnið, og tá fiskavongarnir høvdu verið so og so leingi í turkirúmunum, skuldu teir út, og aðrir vognar inn í staðin. Síggi fyri mær sterku fiskakonurnar av Argjum við bulmiklum ørmum vaska saltfiskin at gera kláran at turka. Nógv argjafólk arbeiddu úti í Hvannasundi, og eg minnist, tá tey nógvu sótu í lastbilinum hjá Kokkinum til og frá arbeiði.

King Arthur fiskaði eisini til Turkihúsið úti í Hvannasundi.

Beiggin mín sigur, at arbeiðið hjá honum sum heilt ungar var eisini at starta motorin í húsinum. Kølivatnið frá motorinum var leitt niðan í vaksirúmið, sum var vestasta rúmið. Vatnið var ikki so heitt, og seinni settu teir dynamo á motorin, sum hitaði upp nøkur varmalikam, so vatnið at vaska saltfiskin gørdist nakað heitari. Tá turkihúsið var tikin niður stóð motorurin enn í kjallaranum, men hann er nú farin niðan á brennistøðina.

Ternan á sleipistøð á Skála Skipasmiðju í 1934.

Tá Debes Christiansen var givin at turka fisk, komu aðrar fyritøkur í bygningin. Millum annað høvdu Búrøkt og Triv í nógv ár sítt virksemi har. Nú eru turkihúsið søga, men enn standa tvey minni gul hús har. Í húsinum til vinstru goymdu tey saltfisk, og seinni hevði Johannes Berg bilverkstað har. Gula lítla húsið til høgru var fjósið hjá Debesi, har hann í nógv ár hevði mjólkineyt. Minnist eisini, at fiskapláss við serligum tilhøgdum steinum var upp á slættanum vestan fyri Turkihúsið, so tey hava eisini turka fisk úti, sum gjørt var aðrastaðni í Føroyum.

Grundick í Grønlandi í 1947.

So var tað hendingin 14. okober 1956, tá eldur kom í turkihúsið. Síggi fyri mær, tá vit frá okkum sóu høgu eldsúluna upp úr takinum á turkihúsinum, og skjótt vóru vit børn á staðnum. Minnist, at mammubeiggi mín Debes var klatraður upp eftir einum jarnsteyra í elevatorinum, so hann kundi sløkkja málaran. Hann sá øgiligur út í andlitinum, tí bæði eygnabrýr og hárið var sviðið. Tað gekk seint at sløkkja eldin, tí ov lítið av vatni var har á leiðini og bara ein brandbilur. Eldurin var kyknaður í miðhæddini. Løgið at koma út í Hvannasund, nú gula turkihúsið er burtur. (Vagnur)

Eg minnist væl, tá Turkihúsið brendi. Húsið fór illa, men nakað av fiskinum í kjallaranum var bjargaður.

Brøðurnir Sámal og og Christian Christiansen. Sámal førdi Grundick og Christian King Arthur.

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *