Fáur gevur sær far um, hví húsini hjá “radioamatørum” Yviri við Strond er bygd júst har. Vit síggja høgar antennur við húsini, og koyrir tú framvið um kvøldarnar, standa nógvir bilar har. Radioamatørarnir og Føroya Ellisakfør halda til í húsnum, men tað hava felagsskapirnir ikki altíð gjørt. Tað var í 1926, at Johannes í Stórustovu legði sær fiskapláss og bygdi sær goymsluhús Yvir við Strond, har hann keypti klippfisk sum umboð fyri sponsku fyritøkuna Truebay Pardo. Virksemið gekk heilt væl í nógv ár, men so broyttust politisku viðurskiftini í Spania, og í 1936 brast á borgarakríggj. Um hetta mundið var Føroya Fiskaexport stovnað, sum førdi til, at fiskavirkið hjá Johannes í Stórustovu mátti steingja. Johannes (1874-1941) var eitt skifti saman við Christian Holm Jacobsen og Zacharias Heinesen í felagnum p/f Nabb, sum hevði fiskapláss uppi á Hálsi. Á myndini, sum er tikin í 1955, síggja vit eisini Bukkvald, har alt órudd og óhumska var tveitt á sjógv. Í bókini Havnin – fólk og yrki stendur at lesa, at fiskaplássið Yvir við Strond er einasta fiskapláss frá farnari tíð, sum er eftir í Havn. (Vagnur)
Kategoriarkiv: Óbólkað
Richard Long var fittur, róligur og góður lærari, sigur Solveig

4.millum í 1938: Aftast f.v: Karin Wellejus, Margit Lava Hansen, Guðrun Djurhuus, Lisa Eystberg, Guðlaug Helmsdal og Solveig Lava Hansen. Aftara miðraðið f.v: Ásla Hansen, Esther Rein, Leivur Andresen, Aksel Juul, Evald Fuglø, Hans Hansen, Árni Olsen og Erik Juul. Fremra miðraðið frá vinstru: Minna Michelsen, Mary Wikkelsøe, Ingrid Joensen, Solveig Joensen, Poul Sørensen og Richard Long, lærari. Fremst frá vinstru: Bassi Haraldsen, Trygvi Árting, Petur Christiansen, Sverri Trónd Hansen, Petur F. Chrisistansen og William Sloan. (Myndin er úr myndagoymlsuni hjá Gunhild systkinabarn pápa mín)
23. januar 2014 legði eg út á heimasíðuna grein um tá 90 ára gomlu neista-og handilskvinnuna Solveig Dam, sum er dóttir Jóan Jakku og Poulinu Joensen, sum høvdu skóbúð í Vágsbotni. Jóan Jakku var av Viðareiði, og Poulina var úr Havn. í gjár var aftur í heiminum hjá Solveig í Blákollugøtu, sum er síðugøta til Villingardalsvegin. Nú vóru ørindini míni at fáa Solveig at seta nøvn á næmingarnar á mynd frá 1938 av 4.millumflokki í Realskúlanum í Havn. Floksmyndin hevur áður verið á Gamlar havnarmyndir, men ongantíð við øllum nøvnunum. Blíða og fyrikomandi eldri konan, sum fyllir 94 ár í næsta mánað, var sum altíð í góðum lag og var longu tilreiðar at siga mær øll nøvnini á myndini , tí hon eigur sjálv eintak av myndini. Læs resten
Úr myndasavninum – Søguligt hondbóltstilfar hevur mín stóra áhuga
Søguliga hondbóltstilfar hevur altið havt mín áhuga, men enn havi eg enn gátu og harvið árstal á loysa. Fyrsti hondbóltsvøllur í Gundadali varð gjørdur í 1936 við siðuna av fótbóltsvøllinum. Havi tvær myndir frá 1943, har millum annað MB og Stjørnan kvinnur spæla. Eisini aðra mynd, sum er tikin niðan í Gundadal, har vit síggja hondbóltsvøllin og tennisvøllin longri upp. Men nær var so vøllurin gjørdur, sum vit spældu á í 60 árinum? Tá ið nýggja svimjihøllin var gjørd í 1982, mátti hesin vøllur lúta fyri stásiligu nýggju høllini. Læs resten
Úr myndasavninum – 17000 minkar vóru einaferð í Hoydølum

Nógv er broytt í Hoydølum og sunnan fyri minkagarðin, síðani myndin var tikin. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Sum smádrongur minnist eg væl minkagarðin í Hoydølum, tí Óli Kurt Hansen, sum vit kendu sum bakara og sjónleikara, búði við Landavegin og arbeiddi á minkagarðinum. Vit vóru fleiri ferðir upp í Hoydølum og vitjaðu Óla og sluppu at síggja nógvu minkarnar. Áhugavert at síggja, tá Óli fóðraði minkarnar, sum vóru grammir og larmaðu illa við serligu ljóði. Tað var p/f Bacalao, sum í 1960 bygdi minkagarðin í Hoydølum, og fóðrið kom frá flakavirkinum á Vesturubryggju. Fyrstu minkarnir 350 í tali komu sama árið. Tá talið var hægst, vóru 17000 minkar á garðinum. Minkarnir vóru dripnir í minkagarðinum, skinnini turkað á Bacalao og síðani seld til útflutnings. Í 1969 kom í sjúka á garðin, og minkarnir avlívaðir, og garðurin niðurlagdur. Ovara Hoydalar er vátt lendi, og tá áin fór upp um áarbakkarnar, kundi alt standa undir í vatni. So var tað søgan, sum fór út um landoddarnar, tá 500 “munkar” í stórum áarføri vóru druknaðir í Hoydølum. Tað vóru sjálvandi ikki 500 munkar, sum vóru druknaðir, men 500 minkar. Minnist eisini, tá Óli Kurt hevði stóran høsnagarð í Havnardali. (Vagnur)
Tey samkyndu vera brúkt sum kastibløka í politisku skipanini

Skúðgonga uttanfyri hjá okkum í 2014. Tey samkyndu hava millum manna dygga undirtøku fyri sínum rættindum í samfelagnum. (Mynd Vagnur)
Fyri trimum árum síðani hoyrdi eg ein av leiðarunum í LGBT í Føroyum siga, at tey samkyndu ikki ynsktu at blanda kirkjuna upp í kensluborna málið um tey samkyndu. Tey vildu bert hava møguleikan at giftast borgarliga og fáa somu rættindi sum vit onnur í samfelagnum. Um dagarnar hava vit hoyrt og sæð tey samkyndu vera brúkt sum kastibløka í politisku skipanini, har serliga partur av andstøðuni kemur við ákærum ímóti okkara løgmanni. Nú er kirkjan vorðin knútapunktið í málinum, sum tey samkyndu ikki ynsktu. Løgmaður er á beinari kós, tá hann sigur, at fólkakirkjan ger sjálv av, um tey signa tey samkyndu. Fyri meg og stóra meirilutan av føroyingum er málið um tey samkyndu bert eitt avgreiðslumál, og tað er at fáa avgreitt hetta mál einaferð med alla, so tey samkyndu og vit onnur fáa frið. Samkynd hava altíð verið í Føroyum, og tey skulu sjálvandi hava somu rættindi sum vit onnur. At hótta við, at kirkjan fer í tvíningar og samfelagið við, er tað reina møsn. Tá málið er endaliga avgreitt, er alt við tað sama bæði í fólkakirkjuni og úti í samfelagnum. So einfalt er tað. Vit minnast jú orrustuna á sinni um § 266 b. Fólk hava fyri langari í tíð síðani gloymt alt um hetta einaferð kensluborna mál. (Vagnur)
Úr myndasavninum – Nógv broytt í Gundadali síðani 60-árini
Omanfyri mynd er besta myndin av Gundadali, sum vit minnast, sum vóru ung í 60 árunum. Mangan hugsar tú, hvussu umstøðurnar hjá spælarum vóru tá samanborið við 2017. Á myndini síggja vit nærmast hondbóltsvøllin, sum Tórshavnar kommuna lat gera í 1945/1946. Vit spældu fyrstu árini á grúsi, men í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár 1964, varð vøllurin asfalteraður. Longri niðri við síðuna av fótbóltsvøllinum sæst annar hondbóltsvøllur, sum er fyrsti veruligi uttandura hondbóltsvøllur í Havn. Hondbóltsfelagið Neistin varð stovnað 21. mars 1931, og tá fóru neistaspælarar av Vaglinum niðan á fótbótsvøllin at spæla hondbólt. Nøkur ár seinni 1935/1936 varð hondbóltsvøllurin gjørdur, og hús bygt við vøllin. Læs resten
Úr myndasavninum – Endiliga funnu vit ungdómsmynd av Amandu ommu
Tá eg minnist aftur á ommu mína Amandu Dahl Michelsen, fødd Poulsen, síggi eg bara fyri mær eina mynd av eldri konu, sum hevði mist førleikan. Omma var fødd 23. oktober 1886 og doyði 23. desember í 1960. Tá var eg ellivu ára gamal. Sum 48 ára gomul fekk omma heilabløðing og lá uttan vit í fimm dagar. Tá hon vaknaði aftur, hevði hon mist førleikan. Hon gekk illa og hevði torført við at tosa. Nú eru vit so heppin, at ungdómsmyndir av ommu eru komnar undan kavi, sum Gunhild, eitt systkinabarn pápa okkara í Danmark lá inni við. Myndin omanfyri er ein av nógvum. Amanda omma er á myndini.. Læs resten
Vit eiga at broyta endaspælið í bestu kvinnuhondbóltsdeild
Tá eg mikukvøldið så kvinnudyst í sjónvarpi millum donsku kvinnuliðini Viborg og Odense Håndbold, kom eg í tankar um, at vit áttu at broytt endaspælið í bestu kvinnudeild, ja, kanska eisini í bestu mansdeild. Broytingin fer at broyta áhugan hjá kvinnunum at spæla hondbólt, landskappingin gerst meira spennandi, og vit varðveita spenningin longst møguligt. Serliga kvinnudeildin í Føroyum er viðbrekin, tí nógvar kvinnur vera við barn í kappingarárinum, og breiddin er lítil og stendur og fellur við heilt fáum spælarum. Tá so skaðar eisini minka um spælarahópin, so fánar mangan landskappingin burtur í einki seinna hálvár. í nógvar mánaðir bíða vit eftir FM-finaludystunum, og fleiri av dystin seinna hálvár hava lítið og einki at siga, tí eingir dystir eru um niðurflyting og FM-finaluliðini longu funnin. Læs resten
Úr myndasavninum – Slíkar myndir fáa tankarnar at sveima
Tá ið eg kom fram á myndina omanfyri í bókini hjá Birgari, sum er tikin í gamla Kyndilshúsinum í 1967, kom eg at hugsa um Kára Petersen eisini nevndur Kári P. Evnaríkur tónleikari og sangari, ja, ein av okkara allar bestu. Sangirnir hjá Kára P. koma at standa í allara ævir, tí allir siga teir fólki so nógv og eru mangan tíðarleysir. Teir tríggir á myndini Kári Petersen, Eirikur Rasmussen og Dánjal Jákup Højgaard stovnaðu bólkin “Mystic Eyes” í 1967, men bólkurin gavst longu í 1968. Læs resten
Úr myndasavninum – Tá ið Sverri Durhuus rýmdi við steypinum

Unglingalið Neistans 1966. Aftast f.v: FinnBjørn Guttesen, Sverri Wang, Kristjan á Neystabø, Sverri Durhuus, steypagevari, Tønnis Wardum og Steinbjørn Slættanes. Húkandi f.v: Vagnur Michelsen, Echardt Persson, Kristjan Samuelsen og Haraldur Kjeld.
Unglingaliðið hjá Neistanum var í 1966 boðið til steypadyst í Vestmanna. VÍF og Neistin vóru jøvn lið, og vit høvdu trupulleikar at vinna í Vestmanna, sjálvt um vit vunnu FM-heitið hetta árið. Mín góði hondbóltsvinur Sverri Durhuus var serligur áskoðari, tí hann mest sum gekk ov høgt upp í hondbóltsspælið sum áskoðari. Hann var vísir í, at steypið, sum hann hevði keypt til dystin, fór VÍF at vinna. VÍF vóru favorittar at vinna steypið. Men við seinasta bríksl lógu vit tvey mál omaná. Steypið skuldi nú handast okkum, men har var einki steyp, tí Sverri var rýmdur heim í bygdina við steypinum. Hann var keddur, tí VÍF ikki vann dystin og harvið steypið. Alt spældi tó væl av, tí Sverri kom aftur við steypinum, sum varð handað okkum. Sverri var ikki sørt errin, tá ið hann bleiv avmyndaður saman við neistaspælarunum. Tað regnaði henda dagin. (Vagnur)





