Jólaaftan herfyri fylti smádrongurin á myndini sjeyti ár. Ikki sørt, at man stúrdi eitt sindur at koma til hetta vegamót, tí sjeyti ár er høgur aldur. Havi havt góða lívsleið higartil, tó eisini tungar løtur eins og onnur menniskjum her á fold.
Góð vóru ungdómsárini við Landavegin, har grøna økið oman í Hornbø við vøkrum traðum, har seyður, flogfenaði og onkur kúgv var partur av gerandisdegnum. Okkara spælipláss spenti víða eisini oman í Rættará, Skipasmiðjuna og Vesturu bryggju. Góð minni.
Var bara ein dag í barnagarði hjá Nonnunum, tí eg vildi út aftur á Landavegin at spæla við børnini, sum ikki gingu í barnagarði. Skúlagongdin var einki serlig at minnast aftur á. Fýra ár í Nonnuskúla, har eg treivst illa, og síðani oman í Kommunuskúlan, nei, eingi góð minni frá barnaskúlanum.
Eftir sjeynda flokk gekk leiðin í realskúla í Hoydølum, men sama skilið, tímdi ikki at ganga í skúla. Kanska var ein orsøkin, at mamma okkara mátti sjúk til Danmarkar og var burturi í sjey ár. Nógvar ymsar arbeiðsgentur, sum gjørdi meg mangan í villareiði, sjálvt um pápi okkara var fantastiskur, men mátta stríðast fyri føðina í Smæruni.
Lívið byrjaði ikki at lýsna veruliga, fyrri enn eg segði Hoydølum farvæl eftir bara hálvtannað ár í realskúla. Hugurin til skúlan var framvegis ikki har, og lætti í sálini, tá pápi okkara loyvdi mær at fara niðan í Grótbrotið við Oyggjarvegin at arbeiða, har vit mest boraðu stórar steinar, sum vóru ov stórir at koyra í knúsaran. Gott ár at minnast aftur á saman við flittum monnum, sum tú komst at kenna fyri lívið. Læs resten →