Línubáturin Váðasteinur fekk í 1977 navn eftir serligum steini í Hoyvík

Váðasteinur á royndarferð í 1977. Snótuligur línubátur. (Mynd Bambus)

Fekk sendandi vakra mynd av línubátinum Váðasteini, mynd, sum Bambus tók, tá Váðasteinur fór royndarferð í 1977. Johan í Hoyvík átti Váðastein, sum var bygdur á Tórshavnar skipasmiðju. Bátúrin er merktur 401 tons í skipalistanum. Kom herfyri at hugsa um navnið Váðastein, har eg gitti, at talan má vera um stein einastaðni uppi í Hoyvík. Eftir at hava tosað við Hans Simonsen son Johan í Hoyvík, er søgan um navnið Váðastein komin á pláss, og søgan er áhugaverd. Læs resten

Í dag 21. mars fyllir hondbóltsfelagið Neistin 90 ár

Nógv frálíka góð hondbóltsminni á uttandura vøllinum. Fyrst grúsvøllur sum síðani var asfalteraður í 1964. Nýggja Neistahúsið til vinstu frá 1964 var karmur um blómandi hondbóltsungdóm næstu árini. Til høgru Kyndilshúsið nærmast og gamla neistahúsið.(Mynd Havnin – fólk og yrki)

Løgið í morgun at sita við telduna og hugleiða og ynskja hondbóltsfelagnum til lukku við stóra hálvfemsára føðingardegnum. Fekk mest sum hondbóltin við móðirmjólkini, tí mamma spældi í fleiri ár hondbólt, og pápi var ein av unglingunum, sum í 1931 stovnaðu Neistan í húsum í Magnus Heinasonar gøtu. Eitt eru foreldrini, men sum neistaspælari upplivdi eg bæði at spæla hondbólt á grúsvølli, asfaltvølli og í ítróttahøll. Fari at hugleiða eitt sindur um lívsleiðina hjá Neistanum, og hvussu hondbóltsspælið er ment hesi hálvfems árini. Men fyrst til eldra søguliga partin. Læs resten

Thor VN 87 og Túgvusteinur VN 86 eru vælhildnir 60 ára gamlir garnabátar

Snotuligir garnabátar nærmast Túgvusteinur og síðani Thor. Bátarnir bygdir í Noregi í 1960 og 1963. (Mynd Vagnur)

Komi mest sum hvønn dag oman á Vestaru bryggju, og myndin er nýggj hvønn dag. Frá ungum árum fylgdu vit við virkseminum har á leiðini, sum er nógv broytt, síðani vit fyrstu ferð komu av Landavegnum oman á Vestaru bryggju.

Ein morgun herfyri stóð eg løtu og eygleiddi tveir vakrar vælhildnar garnabátar, sum eru um trýss ára gamlir og hava sína søgu. Visti, at bátarnir, sum Thor í Hósvík eigur, hava skift eigara fleiri ferðir og eisini umbygdir. Talan eru Thor VN 87 og Túgvustein VN 86. Fekk hug at ringja til Hans Andrias Kelduberg á Thor til tess at vita eitt sindur meira um bátarnar. Læs resten

Sandavágs kirkja og skonnartin Sólarris, sum fórst undir Íslandi

Sandavágs kirkja varð vígd 29. apríl 1917. (Mynd Vagnur)

Hvørja ferð tú koyrir gjøgnum Sandavág og sært vøkru Sandavágs kirkju, sveima afturvendandi tankarnir um góðar hondbóltsløtur í bygdini. Serlig er ein hending, sum er ritað rimmar fast í minni títt, og tað er, tá ið tú sum ungur hondbóltsspælari vart boðin til døgurða á Steig, har spælari búði, sum spældi við SÍF. Umframt at fáa frálíkan døgurða fóru vit í kirkju, áðrenn farið var at spæla hondbólt. Pápi SÍF spælaran bjargaðist, tá ið skonnartin Sólarris fórst undir Íslandi 18. august 1941. Tríggir av manningini bjargaðust á einum flaka, og fimm mans sjólótust. Læs resten

Úr myndasavninum – Miðbýurin kundi verið ein hugnalig perla

Vøkur mynd av miðbýnum tikin miðskeiðis í 1930 árunum. (Mynd bókin Tórshavn)

Tá eg síggi myndina omanfyri, sum er tikin miðskeiðis í 1930-árunum, komi eg at hugsa um , hvussu hugnaligt og nógv lív kundi verið í miðbýnum í Havn. Býarpolitikkarar hava ikki verið nóg langskygdir, tá teir góvu byggiloyvi til ljótar betongbygningar millum annars vøkru sethúsini har á leiðini. Nærmast síggja vit gamla realskúlan, sum seinni gjørdist bókhandil, og uttan til vinstru kommunuskúlin, har borgarstjórin nú heldur til. Skúlarnir umgyrdir av sethúsum og harvið lív í býnum. Nú er miðbýurin bert handlar og matstovur og ov lítið lív í býnum, halda nógv fólk.

Skrivað  tekstin 18. juni 2015. Áhugarvert, tí nú í 2021 ætlar TK at lata upp Havnará, Tjóðpallur byggjast á Bursatanga, og bátahavnin við Skansan gjørdist tíbetur av ongum. Tey gera  smábátahavn í Álakeri. Soleiðis broytist tað poliska landslagið. Læs resten

Úr myndasavninum – Hugleiðingar um 60-ára mynd í Vágsbotni

Hugaligt at minnast aftur ólavsøkukappróðurin í Vágsbotni. Frálík mynd og nógv fólk á ólavsøku: (Mynd Christian Holm Jacobsen, myndasavn)

Christian Holm Jacobsen, sáli, sást mangan við myndatóli, og hann tók nógvar myndir eisini úr Havn frá tíðini, vit vóru unglingar. Tí er forvitnisligt at síggja hesar myndir og hugleiða um myndirnar, sum siga so nógv júst frá hesi broytingartíðini í Havn. Vit eru stødd til kappróður á ólavsøku um 1960, tá róðrarteinarnir vóru 1000 og 2000 metrar frá  Argjaboða og Argjahøvda inn í Vágsbotn. Hesir róðrarteinar broyttust miðskeiðis í 1970 – árunum, tá Molin kom út í fulla longd og ikki longur kundi rógvast inn í Vágsbotn. Nógv at síggja á myndini, eisini, tá smábátarnir vóru drignir upp á land í Vágsbotni. Tá eingir glastrevjabátar ella stuttleikabátar.

Áhugavert at síggja, hvussu fá fólk eru í føroyskum klæðum, og orsøkin var, at føroysku klæðini vóru kostnaðarmikil at útvega sær, og tá sást tú ikki miðnámsskúlanæmingar í føroyskum klæðum mest sum allar eftir próvhandan. Minnist einki til, at nakar unglingi við Landavegin átti føroysk klæði. Ja, bensinstøð, Útvarp Føroya, Poul Hansen heilssølan, SAJ Radionhandil, handil hjá Valdemar Lützen og aðrar fyritøkur í Vágsbotni. Eingin barr ella matstova. Og postbátarnir Reynir, Tróndur og Sigmundur høvdu heimstað í Vágsbotni, har farmur og ferðafólk komu í land. Vit, sum eldru eru, minnast alt hetta, tí  Vágsbotnar og har umleiðiir var okkara heimavøllur.

Tíðirnar broytast, tí um 1960 vóru bara 1100 akfør skrásett í Føroyum, nú fleiri enn 30.000 akfør. Og tað sigur seg sjálvt, at gamla Havnin megnar ikki at svølgja allar bilarnar, og tí fluttu mangar fyritøkur út um býin millum annað Poul Hansen heilssøla og Útvarp Føroya. Frálíka myndin tikin av Christian Holm Jacobsen, sála, sigur okkum so ómetaliga nógv. (Vagnur)

Læs resten

Úr myndasavninum – Fyrsta myndin tikin í 1934 av neistakvinnum

Neistakvinnur 1934: Fremst t.v:Gunnvør Dal Christiansen og Malan Patursson. Miðjan f.v: Sólrun Winther, Rigmor Christiansen og Sára Hansen. Aftast f.v: Hanna Skaale, Ninna Thomsen og Petra Rein

Eg veit, at fleiri gamlar neistamyndir eru í ymsum myndabókum, myndir, sum vit onnur ikki hava sæð. Ein dagin sat eg og hugdi í myndabók, sum mammubeiggi mín Debes Chistiansen og kona Rigmor áttu. Aftast í myndabókini kom eg fram á myndina omanfyri av neistakvinnum.Talan var um ein upprunamynd, tí Rigmor spældi við neistaliðnum og er á myndini. Havi sæð myndina áður, men ikki upprunamyndina. Havi altíð vitað, at myndin er frá 1934, men tað løgna er, at aftanfyri á myndini er skrivað 1935/1936. Talan er um fyrstu mynd av einum neistaliði.   Læs resten

Tórshavnar kommuna eigur sleppa ætlanini at byggja hotel í Fossdali

Farleiðing oman í gomlu bygdina og norður í Fossdal er ikki búgvin at taka ímóti stórum virksemi í Fossdalin. (Mynd Vagnur)

Tá tú bjóðar teg fram í politikki, skalt tú eisini læra teg lurta eftir borgaranum, og hetta manglar mangan. Borgarin dugir jú eisini at hugsa. Nú er freistin farin at mótmæla, at byggisamtykt skal broytast í Fossdali, so matstovuvirksemi, gisting og tílíkt kann byggjast við Fossdalsgjógv. Vit vóna, at nýggja býráðssamgongan arbeiðir øðrvísi enn undanfarna samgongan, sum hevði trupulleika at lurta eftir borgaranum. Sund og Skálatrøð eru bara tvey dømi.

Var á Velbaðstað mikumorgunin og hugleiddi eina løtu. Tók mynd av vegakervinum, sum slett ikki lýkur vanlig ferðslukrøv til stórt virksemi við Fossdalsgjógv. Nógvastaðni, sum myndin vísir, eru smalir vegir, har bilar ikki kunnu møtast, ei heldur er gongubreyt. Undanfarna býráðssamgongan gjørdi ikki sítt heimaarbeiði, tá tey ætlaðu at gera nýggja byggisamtykt í  Fossdali. Púra vitleyst at oyðaleggja eitt av vakrasta náttúruøkjum í Suðurstreymoy. Nú er at lurta eftir mótmælunum og bóndunum í økinum.

Koks matstovan kann byggjast við Hotel Føroyar, tí har er nógmikið av plássi, og harvið fær Fossdalur frið. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Í 1943 rýmdi Hoyvík úr hertikna Danmark til Føroya

Skoti í Aberdeen teknaði Hoyvík. (Myndaeigari: Hans Simonsen)

Síðani ungdómsárini hava vit kent til skipini hjá Johan í Hoyvík og teimum, og serlig í minninum stendur klárt, tá tú fyrstu ferð hoyrdi um bátin Hoyvík, sum í 11. desember 1943 stevndi inn á Havnarvág eftir at vera rýmdur úr Danmark, sum var hersett av týskinum.

Skrivað er nógv um hesa stórhending millum annað í bókini Víkingasynir eftir Jákup Joensen, og eisini eru greinastubbar frá 1943 at lesa í bløðunum á alnótini. Av forvitni og áhuga havi eg leitað fram tilfar um hendingina um Hoyvík og um Johan í Hoyvík skipara, sum var djarvur undangongumaður. Læs resten

Úr myndasavninum – Lítið og einki er skrivað um Tórshavn Radio

Vit eru í 1953 í sendirúminum hjá Tórshavn Radio. Frá vinstru Erling Michelsen, Vagn Erik Michelsen, Jóannes Rubeksen, Hans Jakku Egholm og stjórin Eivind Akraberg Hansen. Jóannes er á vakt við sendaran, og vit síggja eisini mikrofonina, Jóannes tosar í. (Mynd úr myndagoymslu hjá Vagn Erik)

Vit høvdu nært tilknýti til pápabeiggja Vagn Erik Michelsen, sum arbeiddi frá ungum árum og langt lív á Telegrafstøðini. Eg skuldi havt lurtað betur eftir, tí fjarskifti, sendarar og káplar fyltu nógv hjá Vagn Erik eisini í frítíðini. Havi skrivað um, tá Føroyar fyrstu ferð í 1906 fingu telegrafsamband við umheimin. Nú vildi eg frætta meira um Tórshavn Radio, men tað gekk nakað striltið. Læs resten