Úr myndasavninum – Í 1943 rýmdi Hoyvík úr hertikna Danmark til Føroya

Skoti í Aberdeen teknaði Hoyvík. (Myndaeigari: Hans Simonsen)

Síðani ungdómsárini hava vit kent til skipini hjá Johan í Hoyvík og teimum, og serlig í minninum stendur klárt, tá tú fyrstu ferð hoyrdi um bátin Hoyvík, sum í 11. desember 1943 stevndi inn á Havnarvág eftir at vera rýmdur úr Danmark, sum var hersett av týskinum.

Skrivað er nógv um hesa stórhending millum annað í bókini Víkingasynir eftir Jákup Joensen, og eisini eru greinastubbar frá 1943 at lesa í bløðunum á alnótini. Av forvitni og áhuga havi eg leitað fram tilfar um hendingina um Hoyvík og um Johan í Hoyvík skipara, sum var djarvur undangongumaður.

Johan í Hoyvík á ungum árum. Maður við áræði, má sigast.

Í 1939 var Johan Simaosen (1904-1989) róptur Johan í Hoyvík farin til Danmarkar at sigla sum stýrimaður í danska handilsflotanum, har hann var umborð á tangaskipi. Heima í Havn Tvørgøta 2 sat konan Sigrid (1908-1995) við fýra børnum. Tá seinni heimsbardagi brast á og Týskland hertók Danmark, og enskir hermenn stigu á land í Føroyum í apríl mánað 1940, untist Sigrid ikki at búgva í Havn og flutti við børnunum niðan til Hoyvíkar.

Johan var ikki ráðaleysur innstongdur í Danmark og ikki slapp heim til familjuna. Hann keypti sær 19 tons stóran deksbát úr Frederikshavn við navninum Greta og fór at rógva út serliga úr Esbjerg. Fiskurin var nógvur, og Johan forvann sær so mikið nógv av peningini, at í hugaheiminum mól tankin at fáa sær størri og betri bát, og ætlanin var alla tíðina, at bátin skuldi hava við sær til Føroya, tá møguleikin var til tess.

Maður hevði gjørt sáttmála við bátasmið at byggja sær 43 tons stóran snurruváðsbát, men hann leyp frá sáttmálanum, tí hann metti seg ikki megna uppgávuna. Johan í Hoyvík fekk frænir av hesum og yvirtók sáttmálan, og báturin bleiv bygdur liðugur í Keypmannahavn. Vit eru í 1943, og 43 tons nýggi báturin fekk navnið Hoyvík E 294 skrásettur í Esbjerg. Motorurin var 104 hesta tveir sylindar Gamma dieselmotorur komin úr Frederikshavn og settur í bátin í Keypmannahavn.

Hoyvík rýmur úr Danmark til Føroya

Longu tá Johan keypti bátin Gretu, ætlaði hann sær til Føroya við bátinum, og hann spyr seg fyri, hvussu hann skal fáa loyvi at fara. Svarið frá uttanmálaráðharranum var stutt: Eingin møguleiki. Johan og teir hugleiddu rúma tíð um, hvussu teir kundi sníkja seg burtur úr týskum valdi. Hetta mátti gerast í loyndum, og tá náttin var long.

Hoyvík var heimahoyrandi í Esbjerg, og seinast í november 1943 var Hoyvík á sleipistøð, tí teir vildu hava bátin reinan og alt í besta standi. Báturin var útgjørdur til fiskiskap, men hjørtur teirra, ið fiska skuldu, vóru útgjørd til rýmingar, hugur teirra tráaði til Føroya.

Hoyvík skrásettur í Esbjerg. Tá báturin í 1943 var komin úr donskum sjógvi, varð danska flaggið strikað og málað var yvir nøvn og nummar. Hoyvík hevði ikki sendara, og teir kundu ikki geva boð frá sær. (Mynd úr bókini Víkingasynir).

Manningin umborð á Hoyvík rýmingardagin 7. desember 1943 vóru Johan í Hoyvík, Virgar Frýdal av Velbastað, Leivur Jacobsen úr Mykines og Schønfeldt Vang av Glyvrum. Alt var gjørt klárt til Føroyaferðina, og Hoyvík fór sum vanligt á fiskileið eins og aðrir bátar. Men teir blivu steðgaðir av vaktbáti, sum setur hermann umborð, og sum bað teir sigla aftur til Esbjerg.

Tá Hoyvík kom aftur til Esbjerg var løgregla fyri teimum, sum gjørdist óhugnaligt fyri teir fýra sjómenninar. Teir vóru førdir í barakk, har teir skuldu lata seg úr hvørjum tráð. Aðrir hermann leitaðu umborð á Hoyvík ikki vitandi um, at teir fýra á veg á fiskileið høvdu brent brøv, sum teir skuldu hava við til Føroya.

Í 1950 fór Kúrberg hjá Johan í Hoyvík og teimum av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju. Skoti úr Aberdeen teknaði Kúrberg (Myndaeigari Hans Simosen).

Tveir tímar seinni segði týskari, at teir kundu fara. Manningin var í døpurhuga, summaðu seg eina løtu, so loystu teir um trý tíðina seinnapartin. Teir settu fulla ferð á motorin, og mikumorgunin 8. desember vóru teir 150 fjórðingar úr landi, har teir onkuntíð høvdu fiskað, men økið nú var uttan fyri fiskimarkið.

Framvegis var gott veður, og seinnapartin 10. desember komu teir norður um Hetland, og nú vóru teir komnir út í teirra egna hav. Teir heilsaðu hesum havi við inniligum kenslum, og tað tyktust teimum, at havið bjóðaði teimum at vera vælkominir heim. Teir sóu bara eina slupp á ferðina til Føroya. Nú var danska flaggið strikað og málað var yvir flaggið, navnið og nummar á bátinum. Hoyvík navnleysur og skrásettur í ongamannalandi helt leiðina víðari til Føroya. Umborð var einki tól/sendari, so teir kundu geva boð frá sær.

Hoyvíkingur frá 1960 hjá Johan í Hoyvík og teimum var bygdur á Bratvåg skipasmiðju A/S. (Mynd Bambus)

Gekk náttin í øllum góðum, kundu teir vera undir landi, áðrenn dagur var aftur. Tá ljóst gjørdist, vóru teir einar seks sjey fjórðingar eystur úr Skálahøvda. Nú var bara at sigla inn á Havnina og ikki var gott at vita, hvørja móttøku teir fingu, tí teir komu jú úr stongdum landi til annað stongt land.

Stórfingin móttøka

11. desember 1943 klokkan ellivu fyrrapartin stevndu teir inn um Molan, men havnarmyndugleikin visti ikki rættiliga, hvat teir skuldu gera við Hoyvík og manningina. Her kom bátur við onkum navni, flaggi ella nummari og ongum fiskiloyvi. Nógv fólk vóru komin at taka ímóti, og har var rópt umborð: – Góðan dagin Johan, væl afturkomin, segði ein fyri og annar eftir.

Johan í Hoyvík umborð á Hoyvíkingi.

Boð vóru nú send eftir amtmanninum og bretska konslinum, og móttøkan var so mikið góð, at amtmaðurin bjóðaði manningini til betri bita á Hotel Djurhuus.

Um Hoyvík er at siga, at báturin bleiv skrásettur í Føroyum og við navninum Hoyvík TN 90. Í 1958 selir Johan í Hoyvík Virgari Frýdal Hoyvík, sum hevur bátin til 1965, tá Hoyvík verður seldur til Kristian Max Petersen skipara í Hundested. Kristian, sum var ættaður úr Vestmanna, seldi Hoyvík í 1970. Keldur: Bókin Víkingasynir, Greinastubbar úr Dimmalætting frá 1943 og Hans Simonsen. (Vagnur)

Johan í Hoyvík og teir fingu Vágastein í 1977 bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply