Thor VN 87 og Túgvusteinur VN 86 eru vælhildnir 60 ára gamlir garnabátar

Snotuligir garnabátar nærmast Túgvusteinur og síðani Thor. Bátarnir bygdir í Noregi í 1960 og 1963. (Mynd Vagnur)

Komi mest sum hvønn dag oman á Vestaru bryggju, og myndin er nýggj hvønn dag. Frá ungum árum fylgdu vit við virkseminum har á leiðini, sum er nógv broytt, síðani vit fyrstu ferð komu av Landavegnum oman á Vestaru bryggju.

Ein morgun herfyri stóð eg løtu og eygleiddi tveir vakrar vælhildnar garnabátar, sum eru um trýss ára gamlir og hava sína søgu. Visti, at bátarnir, sum Thor í Hósvík eigur, hava skift eigara fleiri ferðir og eisini umbygdir. Talan eru Thor VN 87 og Túgvustein VN 86. Fekk hug at ringja til Hans Andrias Kelduberg á Thor til tess at vita eitt sindur meira um bátarnar.

Tíðirnar í Føroyum eftir seinna heimsbardaga vóru ikki góðar, og torført var at fáa fiskivinnuna at fóta sær aftur, tí føroyingar høvdu keypt vánaligar enskar trolarar, sum fóru á heysin saman við Sjóvinnubankanum. Eisini høvdu føroyingar mist skip og nógvar sjómenn av krígsávum. Marshall hjálpin og at Realurin var settur á stovn í 1950-árunum slóðaðu fyri, at føroyingar kundu byggja nýggj fiskifør og serliga stállínubátar, sum í stórum tali komu kring oyggjarnar.

Løgið at hugsa sær, at Hoyvíkingur frá 1960 nú 61 ár seinni liggur við bryggju í Havn sum Vesturtúgva úr Hósvík eftir at hava verið heimahoyrandi bæði í Havn, á Sandi, á Tvøroyri og í Klaksvík. Niðanfyri avreiðir Vesturtúgvan havtasku.

Túgvusteinur VN 86

Ikki visti eg í knappari løtu, at Túgvusteinur er fyrrverandi Hoyvíkingur, sum Johan í Hoyvík í 1960 læt byggja á J. Johansens Sveiseverksted í Noregi. Minnist væl Hoyvíking, sum Bacalao eitt stutt skifti átti fyri síðani í 1987 at enda á Sandi. P/F Klógvin v/Sofus Poulsen, Sandur, var eigari. Síggi, at í 2004 endar Hoyvíkingur á Tvøroyri, sum P/F Hoyvíkingur v/Marner Lisberg, Trongisvágur eigur.

Í 2013 endar báturin so í Klaksvík og fær navnið Pison KG 20, men longu árið eftir fær báturin navnið May. Í 2017 kemur báturin til Hósvíkar og fær navnið Túgvusteinur VN 86. Áhugavert at síggja snotuliga Túgvustein, sum er farin um tey trýss árini.

THOR VN 87

THOR VN 87 hevur aðra søgu enn Túgvusteinur, sum er frá 1963. Báturin er bygdur á Bolsønes skipasmiðju í Moldi Noregi. Báturin æt fyrst Robert Senior, men í 1978 kom hann at eita Klippstein heimahoyrandi í Tromsø. Men í 1999 var báturin keyptur til Tvøroyrar og fekk navnið Anita TG 788. Í 2011 fær báturin heimstað í Hósvík og fær navnið THOR.

Tað er nakað hugnaligt og søguligt at síggja bátarnar frá 1960 árunum, sum settu ferð á aftur niðurpíndu fiskivinnuna og búðskapin eftir seinna heimsbardaga. (Mynd Vagnur)

Til tess at vita eitt sindur meira um snotuligu bátarnar Thor og Túgvustein, hava eg ringt til Hans Andrias Kelduberg stjóra í Thor, og hann sigur soleiðis:

– Fara vit fyrst til Thor, so er skrokkurin í góðum standi, og vit hava bygt upp maskinrúmið av nýggjum tað veri nýggjan høvuðsmotor, ljósmotorar, gear, aksul og skrúvu, so møguleiki er at brúka bátin til lønandi garnavinnu. Báturin hevur fasta skrúvu og slivrigear, so báturin brúkar so lítið av brennievni sum tilber, bæði, tá vit sigla á fiskileið, vit seta og draga gørnini. At avmarkað brennievnið heilt nógv er lykilin til tess at fáa vinnuna at bera til. Motorurin er 600 HK Volvo.

– Eitt sindur øðrvísi er umborð á Túgvusteini, sum hevur 500 HK stóran Scania motor, sum er um fýra fimm ára gamal, men eisini her umborð hava vit lagt okkum eftir at avmarkað brennievnið. Bátarnir fiska svartkalva og havtasku, og tey 1400 loyvdu gørnini standa í tríggjar dagar, tá tey so vera drigin aftur. Níggju/tíggju menn eru við hvørjum báti, sigur Hans Andrias í stuttari viðmerking. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply