Nakrar hugleiðingar um góðar “árgangir” í hond-og fótbólti

Fantastiskt avrik av U21 landsliðnum.

Áhugavert at síggja í sjónvarpi dystin millum Føroyar og Finnland. Sum eldri hondbóltsmaður kenni eg mest sum ongan av ungu monnunum, men á síðulinjuni fylgi eg fleiri teirra í landskappingini. Sjáldan havi eg sæð eitt so væl mannað og skipað føroysk lið, sum hetta U21 landsliðið. Spælararnir eru eins kroppsterkir og teir á mótstøðuliðunum, tí teir hava vant styrkivenjingar í nógv ár. Høvuðsstyrkjan hjá liðnum er, at teir hava tveir av bestu venjarum í landinum, og so eru øll plássini á liðnum mannað við góðum spælarum. Áhugavert at síggja, hvussu væl skipað liðið er við uppspæli hvørt álop. Læs resten

Úr myndasavninum – Norska felagið Harstad vitjaði í 1949 Neistan og B36

Harstad, Neistin og B36 á ólavsøku í 1949. (Mynd Fornminnissavnið)

Myndin omanfyri er áhugaverd, tí vit eru stødd á grúsvøllinum í Gundadali og síggja B36 húsið. HB húsið stóð tá úti við ánna niðan ímóti Gundadalsvegnum. Á myndini síggjast tvey fótbóltslið og tvey hondbóltslið. Føroysku liðini eru B36 og neistakvinnur, sum hava fingið vitjan av fót- og hondbóltsspælarum úr Noregi. Neistin og Harstad spældu tríggjar dystir á ferðini í Føroyum, og úrslitini vóru: Neistin – Harstad 5 – 3, Neistin – Harstad 8 – 2 og Neistin – Harstad 1 – 3. Fótbóltsliðið úr Harstad spældu tríggjar dystir, og úrslitini vóru: B36 – Harstad 2 – 1, B36 – Harstad 2 -1 og HB – Harstad 5 – 1. Áhugavert at síggja, hvussu fá mál vóru skotin í kvinnudystunum, men mær er sagt, at kvinnurnar tá spældu 2×20 minuttir, og so var torført at spæla skjótan hondbólt á mangan turrum og eisini vátum grúsvallum. Eisini áhugavert at síggja, at bara sjey spælarar manna neistaliðið og liðið úr Harstad. Nú er vanligt at síggja sekstan spælarar á dómaraseðlum, har fleiri spælarar sita á skiftingarbeinkinum enn spæla á vøllinum. Hjá fleiri spælarum átti at vera stuttligari at spælt hondbólt tá í tíðini, tí øll vilja spæla og hugaligt er ikki at sita ov leingi á skiftingarbeinki. Ein hondbóltsvøllur var í 1936/37 gjørdur norðan fyri fótbóltsvøllinum, men í 1945 var grúsvøllur gjørdur, har Svimjihøllin nú stendur, so har hava Harstad og Neistin spælt dystirnar. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Góð minni frá barnaárunum við Landavegin

Tríggir dreingir við Landavegin. Frá vinsti Hans Jákup beiggi mín, Árni hjá Thorvaldi, sáli og eg sjálvur.

Tríggir dreingir við Landavegin. Frá vinstru Hans Jákup beiggi mín, Árni hjá Thorvald sáli og eg sjálvur.

Síðani eg byrjaði egnu heimasíðu www.hvannrok.fo í apríl mánað 2012, havi eg skrivað fleiri enn 1400 greinar. Heimasíðan er bara eitt av mínum frítíðarítrivum sum eftirløntur lærari. Eg geri sjálvur av, hvat eg skrivi um, og hvussu nógv eg skrivi. Einki mynstur er í míni skriving, men hondbóltur og kappróður hevur mín stóra áhuga. Drívmegin er, at mær dámar væl at skriva og at taka myndir. Myndirnar hava ótrúliga nógv at siga fyri meg. Okkurt hissini politiskt gleps, og so dámar mær væl at skriva um okkurt áhugavert kring landið tildømis um standmyndir, kirkjur, skip og um bygdir og býir. Læs resten

Úr myndasavninum – Tá Drelnes var sprongt í luftina

Saltgoymslan í knúsi eftir bumbuálopið.

Saltgoymslan í knúsi eftir bumbuálopið undir krígnum.

Tá eg eitt kvøldið las í bókini hjá Niels Juul Arge Stríðsárini – Føroyar bumbaðar, kom eg á síðu 67 til yvirskiftina Drelnes sprongt í luftina. Visti um hendingina, men ikki fingið við alla søguna. Sera áhugaverdur lesnaður, nú tey eru í gongd við at endurreisa saltgoymsluna á Drelnesi til stásiligt mentanarhús. Spennandi at fylgja hesi verkætlan. Læs resten

Úr myndasavninum – Avhaldsfólk í ólavsøkuskrúðgongu

Fráhaldsfeløg ganga skrúðgongu á ólavsøku 1939.

Tá eg blaðaði í áhugaverdu bókini “Losjan støt viljen 100 ár”, steðgaði eg við skrúðgongumynd, sum ikki líktist vanligu ólavsøkuskrúðgongunum. Las tekstin til báðar myndirnar, sum søgdu frá tilaki í 1939, tá fráhaldsfeløgini í Føroyum skipaðu fyri skrúðgongu á ólavsøku. Læs resten

Við Rættará í Havn stóð einaferð katólsk kirkja (e)

Kirkjan rúmaði 200 fólkmum

Kirkjan rúmaði 200 fólkum. Pastor Bauer, slektaður úr Bayern, tók stig at byggja kirkjuna.

Mamma mín býr á Ellisheiminum, og nú ein dagin tosaðu vit um skúlagongdina hjá pápa mínum, sum doyði í 1985. – Pápi tín gekk bara sjey ár í skúla, og tey fyrstu árini gekk hann í skúla hjá frú Joensen í Christines Minde í Rættará, hetta var fyrst í 1920’unum, segði mamma.  Læs resten

Fekk ringa samvitsku at síggja tunlarnar í sendingini Norðdepil 150 ár

Stór skomm at bjóða fólki slíkar samferðsluumstøður. Vit skriva jú 2017. (Mynd Vagnur)

Bæði við gleði og sorgblídni sá eg seinnapartin sjónvarpssendingina í sambandi við, at Norðdepil í fjør fylti 150 ár. Sum altíð er Zacharias Hammer úrmælingur við upptøkutólinum og frálíku myndunum. Søgan um 150 ára gomlu bygdina var væl lýst. Nú havi eg ávíst tilknýti til Norðdepil og Hvannasund, tí í sendingini hoyrdu vit um langabba mín Havna-Jógvan og synirnar og aðrar eftirkomarar hjá mær har á leiðini. Áhugavert alt samalt. Men tá eg sá bíðurøðina við tunlarnar frá 1967, fekk eg feril av ringari samvitsku sum føroyingur. At vit í 2017 bjóða fólkunum har norðuri slíkar samferðsluumstøður. Bilarnir eru nú vorðnir so stórir, at teir passa slett ikki inn í víkiplássini í ótíðarhóskanad trongu í tunlunum. Stór skomm.  Læs resten

Úr myndasavninum – Neistadreingir vaska sær skógvarnar í ánni í Vestmanna.

Vit hava júst spælt dyst á grúsvøllinum, og skógvar og knø skulu vaskast í ánni.

Vit hava júst spælt dyst á grúsvøllinum, og skógvar og knø skulu vaskast í ánni.

Myndin omanfyri er úr Vestmanna miðskeiðis í 60-árunum. Fyrsti grúsvøllurin í Føroyum varð asfalteraður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Hetta var í 1964. Eftir hetta blivu fleiri vallir asfalteraðir um landið. Fortreytirnar vóru ymiskar at spæla uttandura. Var liggjandi gott veður við sól, var vøllurin so turrur, at tú fekst dust í nasagluggarnar, og tú hevði torført at fóta tær í turra sandinum. Læs resten

Spell, at Sandá ikki er rein sum á okkara ungu døgum (e)

Góð minni frá Mylluhylinum seinast í 50 árunum. Djúpi stóri hylurin fær tankarnar at sveima. (Mynd Vagnur)

Í seinastu viku var frálíkt kalt veður, og eg spákaði mær fram við Sandá, har vit ungu hava so nógv góð minni frá barna- og ungdómsárunum. Sandagerð er perla í Havn og ikki at gloyma Mylluhylurin, har vit lærdu at svimja. Tá var Sandá rein, men tað er hon tíverri ikki longur, og hetta er ov galið, tí nógv fólk koma í Sandagerð ein góðveðursdag. Læs resten

Tankarnir reika, tá ið tú fært sendandi slíka mynd (e)

Vagnur, Jóannis og Lene í Eysturskúlanum.

Vagnur, Jóannis og Lene í Eysturskúlanum.

Ì morgun fekk eg gjøgnum Facebook sendandi eina áhugaverda mynd av trimum lærarum avmyndaðir í A-bygninginum í Eysturskúlan. Jóannis Mohr, kona hansara Lene og eg sjálvur. Slík mynd fær tankarnar at reika. Myndin er frá umleið 1980, tá ið vit trý fylgdi skúlaflokki frá 2. flokki og heilt upp í 10. flokk. Hetta var ein ótrúliga fittur og góður flokkur, sum vit framvegis hava samband við. Læs resten