Úr myndasavninum – Sjáldsom kappróðrarmynd á ólavsøku

Áhugaverd róðrarmynd. Fleiri rógvarar eru í kolli. (Mynd ?)

Myndin omanfyri er áhugaverd, men ikki løtt at tíðarfesta. Tó, vit hava Havnarbátin at meta okkum eftir. Bátasmiðurin Jógvan í Skálum gjørdi drekan á Havnarbátin, sum hann smíðaði í 1935. Tá var róð av Gulanum undir Argjalandi og inn í Vágsbotn. Áskoðararnir, sum hyggja at kappróðrinum, standa á Tinganesi, úti í Bakka og inni í Vágsbotni. Í 1935 var fyrsta byggistigið at gera Molan liðugt, men Molin var bara minni enn helvtina av longdini av núverandi Mola. Eingin ivi er um, at nógvir áskoðrarar stóðu á Tinganesi, so teir sóu út undir Argjaland. Eisini áhugavert at síggja húsini í Tinganesi, sum ikki enn hava fingið reyðbrúna litin. Vit síggja eisini, at skip og bátar, sum hava ligið fyri teymi, er flutt, og at áskoðarar eisini eru umborð á skipum og bátum. Síggi í bókini “Drekin”, at 10-mannaførini á sinni róðu 2200 metrar. Menninir umborð á Havnarbátinum eru flestir í bundnum troyggjum. Ì mínum ungdómsárum róðu menn og kvinnur hjá Havnar róðrarfelag í hvítum skjúrtum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – 6-mannafarið Falkur var hansara hjartabarn

Levi Petersen saman við manningini á Falki á ólavsøku í 2005. (Mynd Christopher)

Levi Petersen saman við manningini á Falki á ólavsøku í 2005. (Mynd Christopher)

Eftir ólavsøkuróðrarnar í 2005 skrivaði eg niðanfyri grein um Levi Petersen áhugaverdan eldri víkamann, sum var komin til Havnar at fylgja 6-mannafarinum Falki, sum hann átti. Falkur er í dag 113 ára gamal, og Falkur úr Hósvík og Greivin úr Kollafirði, sum er eitt ár yngri, hava alla mína tíð verið fastir gestir á ólavsøku. Levi Petersen doyði 18. september í 2011. Læs resten

Havi fingið fatur á áhugaverdum skjali um hondbóltsvøllin í Gundadali (e)

Slík mynd vekir góð minni á vøllinum. Nógvir áskoðarar sóu dystirnar um summarið, sjálvt um veðrið ikki altíð var til vildar. (Mynd Elinborg)

Mangan hava vit í Neistanum tosa um, nær gamli hondbóltsvøllurin í Gundadali varð gjørdur, og hvør gjørdi vøllin. Men eingin hevur tikið stig at “grópa” í søguliga málinum. Men hetta er lættari sagt enn gjørt. Eitt er nú greitt, at Tórshavnar kommuna lat vøllin gera, og at fyritøkur, sum vildu gera arbeiðið, skuldu lata tilboð inn á býrálsskrivstovuna í seinasta lagi 9. oktobur 1944 klokkan 18.00. Enn vita vit ikki, hvør gjørdi arbeiðið. Í løtuni finst bara eitt skjal um vøllin í goymsluni hjá Tórshavnar kommunu. Læs resten

Úr myndasavninum – Tá Tórshavnar kommuna bygdi brennistøð og vatnverk í Havnardali

Brennistøðin í Havnardali var tikin í nýtslu í 1969. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Mangt er løgið í politikki eisini býarpolitikki. Tá eg av og á koyri mær ein túr út í Havnardal at hyggja, hvussu skilið er har, kemur mær til hugs brennistøðin í Havnardali, sum var tikin í nýtslu í 1969. Tí verri er økið ikki væl frágingið, eftir at brennistøðin tjúgu ár seinni var flutt niðan á Sandvíkarhjalla. Tú sært rustvatn renna nógvastaðni, sum stavar frá bilum og øðrum jarnlutum, sum var tyrvt í brotinum har úti. Bilarnir fóru heilir undir kav uttan at hugsa um avleiðingarnar. Men tað løgnasta var, at skamt frá brennistøðini var nýtt stórt vatnverk bygt, sum var tikið í nýtslu í 1966. Havnin vaks nógv í 1960-árunum, og mangan manglaði vatn, tá turt var í veðrinum. Læs resten

Úr myndasavninum – Fegnir neistamenn vinna silvur í 1995

Neistamenn í 1995. St.f.v: Finnur Holm Petersen, Jón Hansen, Hans Laksá, Johan Stenberg, Bjartur Nolsøe og Gunnar Streymoy, venjari. Húkandi f.v: Eyðun R. Jensen, Tróndur Bogason, Bogi Henriksen, Sigmund Christiansen og Páll Nólsoy. (Mynd Dimmalætting)

Gunnar Streymoy hevur í tveimum umførum vant neistamenn. Seinast í 80-árunum og so í 1995. Eyðun R. Jensen minnist væl, tá ið teir í 1995 fingu silvurmerkini um hálsin. Læs resten

Úr myndasavninum – Føroysk bilsøga er eisini áhugaverd

Í 1960 vóru umstøðurnar at hava bilverkstað ikki av teimum bestu. (Mynd – Havnin – fólk og yrki)

Havi skrivað eitt sindur um føroyska bilsøgu, men enn er eingin bók skrivað, tó er nógv at lesa í frálíku bókini Auto – altíð til tænastu. Bókina skrivaði Magnus Gunnarsson í sambandi við, at Auto fylti hálvthundrað ár í 2002. Tá eg í 1967 fór í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen, vaks talið av bilum ógvuliga skjótt. Tíðirnar gjørdu betri í Føroyum, og nú fekk vanliga fólkið eisini loyvi at keypa sær bil. Eftir kríggið og í 1950 – árunum sluppu bara fyritøkur, og tey, sum koyrdu hýruvogn at keypa bil, tí landið vildi ikki flyta ov nógva “valuta” av landinum. Í 1967 vóru fleiri smá bilverkstøð, sum ikki høvdu tey amborð og pláss, sum verkstøðini hava í dag. Minnist, at vit hjá Vilhelmi Nielsen høvdu bara ein lyftara, so vit lógu mangan á gólvinum og skiftu ymskt á bilunum. Áhugaverda myndin omanfyri er tikin í 1971. Tá var eingin Eystari ringvegur, og vit síggja eisini, hvussu fá hús eru uppi í Hoyvík. Tað var Reimar Isaksen, sáli, sum í 1967 læt um bilverkstað Yviri við Strond. Beinar Vesturgaard keypti verkstaðið í 1969, og í 1977 flutti Beinar verkstaðið niðan í nýggj høli uppi í Hoyvík. Hann seldi fyritøkuna í 1985. Sum vit síggja, so vóru ikki góðir møguleikar at herberga mongu bilunum Yvir við Strond, og soleiðis var støðan eisini aðrarstaðni í býnum, har menn høvdu verkstað í sethúsum. Ì 1960 vóru 1013 akfør skrásett í Føroyum, 3270 akfør í 1970, 11.000 akfør í 1980, og í 2017 er talið farið upp um 30.000 akfør. (Vagnur)

 

Meiningahornið – Landsstýrismaðurin fer alt ov lætt um píkamálið

Havi altíð hildið Henrik Old vera skilamann, og higartil hevur hann klárað seg væl í landsstýrissessinum. Men eg stúrsaði við, tá hann mikudagin í seinastu viku í fjølmiðlunum borðreiddi við nøkrum løgnum setningum um at koyra við píkum. Heðin Mortensen hevur spurt Henrik Old, um hann ætlar avmarka nýtsluna av píkum, men tað ætlar Henrik Old ikki. Eg og nógv við mær øtast, tí grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum eru so neyðarligar. Hann sleppur sær undan ábyrgd og vísir til Noreg, men hann gloymir, at vit búgva í Føroyum. Læs resten

Høvdu neistagenturnar vitað, at fólk nú skoyta á Vaglinum (e)

Skoytubreytin riggar bara heilt væl í miðbýnum. Tey ungu stuttleikaðu sær óført. (Mynd Vagnur)

Eg var ikki sørt ovfarin, tá ið eg seinnapartin spákaði fram við skoytubreytini á Vaglinum. Ótrúligt, sum skoytubreytin riggar væl á veðurgóða plássinum. Skoytubreytin og tey ungu, sum skeiddu á breytini, birta lív í annars heldur deyða miðbýin. Breytin er ikki eins stór, og hon var á Skálatrøð, men hetta ger einki. Færri og færri fólk vitjaðu skoytubreytina á Skálatrøð. Á Vaglinum er ljós um breytina, tónleikur og væl hýrd ungfólk á skoytum. Tankarnir sveimaðu hesa løtuna á Vaglinum, tí fyri umleið 85 árum síðani spældu unglingar hondbólt á júst sama staði. (Greinin skrivað 3. desember 2012) Læs resten

Úr myndasavninum – Gamla Havnin fyri 110 árum síðani

Myndin er frá 1907. (Mynd Fornminnissavnið)

Mær dámar so væl at hyggja at gomlum myndum og serliga í umhvørvi, eg kenni til. Myndin omanfyri, sum er kend, er frá 1907, og tað vil siga myndin er tikin fyri 110 árum síðani. Um hetta mundið nærkaðist fólkatalið í Havn tvey túsund íbúgvum, og at bara tíggju prosent av fólkatalinum í Føroyum búðu í Havn. Nú er talið 41,9% í Tórshavnar kommunu. Slík mynd, sum sigur so nógv, fær tankarnar at reika. Nógv av húsunum eru varðveitt, men tíverri, mugu vit siga, máttu fleiri av húsunum víkja fyri framburðinum í býnum. Guð viti, um fólk tá á døgum skuldu søkja um byggiloyvi, tá bygt var, tí húsini standa tøtt, og byggingin sýnis óskipað. Familjurnar vóru stórar við nógvum børnum, og sum vit síggja, má hava verið trongligt nógvastaðni. Áhugavert at síggja vestureftir á myndini, har eg eri uppvaksin. Har eru hissini hús á nøkrum traðum. Húsini hjá okkum, sum vóru bygd 1941 við Landavegin nær Vesturkirkjuni, vóru tá bygd langt uttan fyri býin. Áhugavert at síggja smáu bátarnar, eisini síggja dunnur í fjøruni og síggja, hvussu nógv hús hava flagtak. Í 1907 høvdu fólk ikki ravmagn, oljufýr, sjónvarp, teldu, fartelefon, vanliga telefon, køliskáp, frystiboks og bil. Nú eru vit um ein háls, bara eitt av hesum tólum ganga fyri. Uttan iva vóru fólkini í 1907 eins eydnurík og vit eru í 2017. Tey vistu ikki um annað tá í tíðini. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Søgan um Sápufabrikkina við Eystara ringveg

Sápufabrikkin var tikin í nýtslu í 1940. (Mynd Forminnissavnið.)

Við Eystara ringveg stendur stórur betongbygningar, sum fólk flest ikki vita, hví hesin bygningur stendur har. Hvat hann verður brúktur til, og nær hann er bygdur. Alla mína tíð hevur bygningurin sæð út, sum myndin vísir omanfyri, tó hann er málaður gulur. Ikki, sum eg veit, hevur nakað virksemið verið í bygninginum í nógv Harrans ár. Svend Krosstein eigur bygningin. Søgan um bygningin er henda: Í 1923 stovnaði Thorshavns Mælkeforsyning-og Margarinefabrik sápufabrikkina Okkara, sum hon var rópt. Fabrikkin var í Tórsgøtu, sum nú verður rópt Gamla reinsarí. Sum fráleið var ov trongligt í Tórsgøtu, og var tí nýggjur bygningur bygdur uppi á Hálsi, sum myndin omanfyri vísur. Í 1940 flutti sápufabrikkin niðan á Háls. Sápufabrikkin Okkara gjørdi m.a Rita vaskipulvur og hondsápur við navninum Smæra, Rósa og Blákollan. Navnið Okkara kom í 1925, tá skrivað var út navnakapping tað árið. Í bókini Havnin – fólk og yrki stendur at lesa, at inn komu 555 uppskot og átti Einar Mohr besta uppskotið. Fyri navnið Okkara fekk Einar 300 krónur. Í 2017 er eingin Sápufabrikk við Eystara ringveg, men navnið Okkara er varðveitt, og sum í dag er navn á føroyskum øli. (Vagnur)