Eg havi áður skrivað um báðar abbarnar, sum eg ikki havi sæð, tí teir doyðu, áðrenn eg varð føddur. Tá ið vit ein dagin herfyri hugdu at gomlum myndum í myndagoymsluni hjá mammu okkara, komu vit fram á eina mynd av abba okkara Christian Chiristiansen, Christian í Hvannasundi róptur. Abbi er føddur á Eiði, har langabbi HavnarJógvan arbeiddi í fyritøkuni hjá Kruse. Langabbi var giftur Marionnu, sum eisini var í Havn. Tey bæði fluttu í 1879 til Norðdepils, har HavnarJógvan stjórnaði úthandilinum hjá Jørgen Bech og sønner.
Løgið at síggja myndina av abba, sum eg bara havi hoyrt um, og sum eg kundi hugsað mær at hitt. Ikki heilt undirligt, at eg ikki havi sæð hann, tí Sigrid omma var 46 ára gomul, tá ið hon átti mammu, sum var yngst av systkjunum. Sigrid omma var úr Frammistovu í Hvannasundi, og Christian abbi búði nógvu av ungdómsárunum í Norðdepli. Tí kann tykjast løgið, at hann var róptur Christian úr Hvannasundi. Læs resten









