Úr myndasavninum – Søgulig skúlaborð og lærarar frá 1954

Læaraprógv 1954: Frá vinstru: Vilhelm Sørensen, Viðareiði, Ásmundur Vágsheyg Johannesen, Klaksvík, Hans David Matras, Kirkju, Poul A. Eide, Tórshavn, Petur Højgaard Simonsen, Vestmanna, Ove Frederiksen, Klaksvík, Andreas E. Thomsen, Oyndafirði, Tóri Skaalum, Vági og Hans Elias Johannesen, Hvannasund. Johan Ellendersen, Hvalba, er ikki á myndini. (Mynd: Havnin – fólk og yrki.)

Læaraprógv 1954: Frá vinstru: Vilhelm Sørensen, Viðareiði, Ásmundur Vágsheyg Johannesen, Klaksvík, Hans David Matras, Kirkju, Poul A. Eide, Tórshavn, Petur Højgaard Simonsen, Vestmanna, Ove Frederiksen, Klaksvík, Andreas E. Thomsen, Oyndafirði, Tóri Skaalum, Vági og Hans Elias Johannesen, Hvannasund. Johan Ellendersen, Hvalba, er ikki á myndini. (Mynd: Havnin – fólk og yrki.)

Aftur ein mynd av kendum lærarum, sum fingu prógv í 1954. Eingin kvinna í flokkinum. Eitt eru lærararnir, annað eru skúlaborðini. Tá eg gekk í Nonnuskúlanum fýra fyrstu árini, mátti vit lyfta borðplátuna upp til tess at sleppa eftir bókunum. Á myndini kanst tú leggja bøkurnar á hill undir borðplátunum. Hvør minnist ikki “blekkhúsið” í borðinum, sum sæst á myndini. Tá var heilt stórur dentur lagdur á at hava vakra hondskrift, men altíð gekst ikki væl at skriva, og tá var gott at hava klattpappír við hondina. Nú sita næmingarnir við teldu, og vit hoyra javnan, tá teknikkurin svíkur. Eitt veit eg við vissu, at næmingarnir á myndini høvdu vakrari hondskift, dugdu betur at rokna og málbera seg á móðurmálinum, enn næmingar gera í dag. Pisakanningin sigur eisini frá hesum. Men tá tað er sagt, so eru tíðirnar broyttar, og núverandi næmingar sveima í eini digitaltíð og duga annað, enn næmingarnir á myndini ikki dugdu og høvdu brúk fyri tá. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd av fimleikarum frá 1928

Fremst frá vinstru: Esta í Funningsstovu, Sanna Dahl Niclensene

Fremst frá vinstru: Esta í Funningsstovu, Sanna Dahl Niclasen, Gunhildur Evensen, ókend, Mia Trónd Hansen (Jensen), Ebba Simonsen (Vang), Nanna Skála og Jona Jacobsen. Aftasta rað frá vinstru: Svend Skarðhamar, Óli Ellingsgaard, Eiði, Petur Nolsø, Vági, Kári Evensen, Børge Poulsen, Petur Háberg, Theodor við Keldu, Ludvig (Luddi) Mohr, Erling Skarðhamar, Niclas Andreasen, Johan Mortensen og Jákup á Dul. (Úr bókini Frá Petur Hábergs penni)

Áhugavert at síggja gamlar myndir og serliga, tá tú kennir nøkur nøvn og persónar á myndini. Myndina omanfyri havi eg sæð áður á Gamlar myndir úr Havn men ikki við øllum nøvnunum. Sá hesa myndina í bókini “Frá penni Petur Hábergs”, og Petur er sjálvur á myndini. Yvirskriftin eitur: Fimleikalið í Realskúlanum í Havn í 1928. Realskúlin við síðuna av Tórshavnar kommunuskúla var vígdur í 1916, og nakað norðan fyri skúlan stóð fimleikahøll, sum bleiv tikin niður, tá Kommunuskúlin var bygdur. À myndini eru millum annað vermóðir Mia Trónd og vinkonan Sanna Dahl, sum tær vóru róptar. Eisini brøðirnir Svend og Erling Skarðhamar. Nanna Skála er eisini har, og sum gjørdist hundrað ár. Minnist eisini væl Petur Háberg og Niclas Andreasen, og so smílið á Jákup á Dul, som fór alt ov ungur. (Vagnur)

Nøkur orð um Kjartan Mohr nú hann er farin

Kjartan var landsapotekari nú hann fór um sýn.

Kjartan var landsapotekari, nú hann fór um sýn.

Eftir stutta sjúkralegu andaðist Kjartan Mohr 24. november 61 ára gamal. Tá eg hitti Kjartan fyri seinastu ferð á Syðradalsvegnum, tá hann og konan Mona eins og eg í skýmingini vóru komin at síggja sólina fara í kav og lita himmalhválvið bjart millum Hest og Koltur, vóru fyri meg eingin tekin, at æviskeiðið hjá Kjartani var um at styttast, og at hesin lívsglaði, fitti og prátingarsami maður tríggjar vikur seinni er farin um sýn. Læs resten

Minnisvarðin – 60 ár eru liðin, síðani minnisvarðin í Plantasjuni varð vígdur

Sjómaðurin hevur gott útsýni suður í hav. (Mynd Vagnur)

Eg síggi hvønn dag úr køksvindeyganum minnisvarðan í Plantsjuni, og har hevur minnisvarðin altíð staðið, sjálvt um hann er sjey ár yngri enn eg. Minnisvarðin er vakurt listaverk lagaður úr føroyskum gróti. Á talvum standa nøvnini á teimum 210 sjómonnunum, sum doyðu undir seinna heimsbardaga. Læs resten

Politiska hornið – Okkurt er spinnandi galið í okkara samfelag

Tey spara, og so spara tey aftur og aftur.

Tey spara, og so spara tey aftur og aftur. Nær endar sparingin?

Sjálvt um allir pílar í samfelagnum vísa vinkulrætt uppeftir við lágum oljukostna, góðari uppsjóvarvinnu og methøgari aling, so megna vit ikki at hava nóg gott sjúkrahúsverk. Vit skulu byggja undirsjóvartunlar fyri milliardir, vit byggja miðnámsskúla fyri útvið 700 milliónir, fólkaskúlar og havnir fyri hundraðtals milliónir, og so togast fólk í tinginum og í fjølmiðlunum um sekstan milliónir krónur til Landssjúkrahúsið. Tað má vera dapurt hjá starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum aftur og aftur at hoyra um sparingar, og at starvsfólk kanska vera uppsøgd. Hetta hava tey ikki uppiborið. Jú, okkurt er spinnandi galið í okkara samfelag. Læs resten

Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd frá 1905

Vakurt og hugnaligt í miðbýnum. (Mynd: Úr bókini Frá penni Petur Hábergs)

Vakurt og hugnaligt í miðbýnum. (Mynd: Úr bókini Frá penni Petur Hábergs)

Uttan iva er tað aldurdómstekin at leita og hyggja at gomlum myndum. Jú, størri Havnin gerst, jú meira áhugaverdar gerast gomlu myndirnar úr Havn. Í bókini “Frá penni Petur Hábergs”, steðgaði eg góða løtu við myndina omanfyri. Myndin er frá 1905, tá fyrsta “Ebenzer” var bygt, sum vit síggja nærmast til høgru. Vit síggja vakra Kommunuskúlan frá 1895 og Sparikassan frá 1905, sum framvegis eru serliga vøkur bygningsverk í miðbýnum. Áhugavert at sígga fram við Vestaruvág, har vit síggja stóra pakkhúsið hjá Jens Evensen. Konslarapakkhúsið. Hann turkaði millum annað fisk uttandura, sum vit eisini síggja á myndini. Tá eg síggi sethúsini við lagaðu grundunum, hugsi eg mangan, hvussu nógv vakrari henda myndin omanfyri er, enn vit síggja í miðbýnum í dag. Vøkru sethúsini eru skift út við ljótar betongklossar, sum hava ongan vakurleika ella hugna. Tað arkitekttoniska er á nullpunktinum. Fólkatalið um hetta mundið í Havn nærkaðist 2000 fólkum, sum var um 10% av fólkatalinum í Føroyum. Í 2016 búgva 41,9% av fólkunum í Føroyum í Tórshavnar kommunu. Stór miðsavnan í meira enn hunddrað ár. Eisini áhugavert at hyggja út á Argir, hvussu nógv er broytt og útbygt har, síðani myndin var tikin. (Vagnur)

Kyndilsmenn mistu á stokkinum í Hoyvíkshøllini

Skert H71 lið vann óvæntað á Kyndli.

Skert H71 lið vann óvæntað á Kyndli.

Meðan longu mest sum er greitt, at kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli spæla FM-finalurnar í apríl mánað næsta ár, so er størri kapping í bestu mansdeild. Manskappingina kunnu vit bara gera upp í taptum stigum, tí liðini hava ikki spælt eins nógvar dystir. Óheppið fyri stigatalvuna og spenningin. Eg siti júst og hyggi niður í dómaraseðilin millum H71 og Kyndil, og uttan at hava tosað við nakran, síggi eg, at Kyndil tapti á stokkinum tvey týdningarmikil stig, sum fimm minuttir fyri tíð mest sum vóru í pottinum. Læs resten

Nakrar hugleiðingar aftrat um beiggjarnar í Tórsgøtu

Beiggjarnir í Tórsgøtu: Frá vinstu Vagn Erik, Helge, Ejler og Aage. (Myndaeigari: Einar Michelsen)

Beiggjarnir í Tórsgøtu: Frá vinstru Vagn Erik, Helge, Ejler og Aage. (Myndaeigari: Einar Michelsen)

Hvørja ferð eg komi fram á myndina omanfyri, gerist eg bæði glaður og sorgblíður. Myndin er av pápa mínum Helga Michelsen og beiggjunum Vagn Erik, Ejler og Aage, sum standa í garðinum í barnaheiminum í Tórsgøtu. Altíð hugaligt at síggja hesar fantastiska fittu menninar væl klæddir í klædningi og mín sann eisini vesti. Aage sum altíð við lummauri. Teir vóru fráhaldsmenn, vinmenn og sambandsmenn, men Aage og pápi okkara royktu heilt illa, alt tað eg veit. Sjáldan at síggja teir báðar á mynd uttan sigar, pípu ella sigarett í hondini ella i munnklovanum. Sjálvur havi eg ongantíð roykt, og mangan tosaði eg um júst hetta við pápa mín. Hann skilti ikki, at mær dámdi væl á ungu árum at smakka mær á, og eg skilti ikki, at hann andaði henda dálkaða roykin djúpt niður í lunguni. Vit gjørdust ongantíð samdir, men eg elskaði pápa mín, sum eg sakni hvønn dag, sjálvt um hann doyði longu 16. desember 1985. Hann var mítt og okkara trygdarakker, serliga, tá mamma okkara var sjúk í Danmark 1963-1970. Teir fýra vóru ymiskir. Vagn Erik og Aage høvdu stóran áhuga í politikki og vóru ógvuliga konservativir politiskt, meðan pápi mín og Ejler tosaðu ikki nógv um politikk. Helgi í Smæruni, sum nógv róptu pápa okkara, segði onkuntíð, at Føroyar vóru ov lítil land at vera einsamalt, so var ikki tosað meira um politikk. Sjálvur var eg ikki samdir við teir politiskt. Myndin omanfyri sigur júst tætta sambandið millum beiggjarnar. Pápi okkara og Ejler halda um herðarnar á Vagn Erik og Aage. Plettskot um tætta sambandið millum fýra brøður. Systrarnar vóru tvær. Minna, sum doyða ung av tuberklum og Pitte, sum giftist til Danmarkar. Foreldrini vóru Hans Jacob og Amanda Michelsen. Vagn Erik, sum er 89 ár og einasti á lívi, býr á Tjarnargarði. Myndina fekk eg frá systkinabarninum Einari Michelsen, sum er sonur Ejler. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Serlig steypafinala 25. mars 1987

Neistin 1. deild kvinnur. St.f: Ása Hansen, Marjun Christiansen, Hjørdis Samuelsen, Ingilín Holm, Óluva Djurhuus, Rita Berg, Sigrun Mikkelsen og Mildrið Jacobsen. Neistin 2. deild kvinnur. Húkandi f.v: Fríðun Hansen, Kristina Christiansen, Katrin Müller, Hildur Rasmussen, Kára á Dunga, Tórgerð Klein, Inga Dahl, Birgit Pedersen, Rannvá Hanusardóttir og Marjun Thomsen. (Mynd Vagnur)

Á vári 1987 hendi tað, at 1. kvinnulið og 2. kvinnulið hjá Neistanum spældu seg í finaluna í steypakappingini. Bestu liðunum itu tá 1. deild kvinnur og 1. deild menn. Neistafólk vóru ógvuliga spent henda dagin, tí mett var, at 2. deildarliðið við fleiri royndum spælarum hevði eins góðan møguleika at vinna steypafinaluna. Nógvir áskoðarar vildu síggja hesa uppgerð. Áskoðararnir fingu eisini ein javnan, harðan og spennandi finaludyst. Og tað var um reppið, at 2. deildarlið fór avstað við sigrinum, tí mistur bóltur gjørdi av steypafinaluna. 25. mars 1987 vunnu neistakvinnur í 1. deild steypafinaludystin 13-12 á neistakvinnum í 2. deild. Eg hava funnið fram felagsmyndina av báðum liðunum frá minniliga steypadegnum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – U20 NM-kapping var í Føroyum í 1995

U20 landsliðið í 1995:

U20 landsliðið í 1995. St.f.v: Hans Elias Johannesen, hjálpari, Simun Olsen, hjálpari, Petur Martin Poulsen, KÍF, Ólavur Brimnes, VÍF, Tróndur Bogason, Neistin, Tróndur Joensen, Kyndil, Rúni Poulsen, Kyndil, Áki Olsen, VÍF, Símun Eliasen, Stjørnan, Bárður Johannessen, Kyndil, Jónálvur Johannesen, KÍF og Kári Durhuus, venjari. Húkandi fr.v: Búi Holm, Kyndil, Jens Marni Hansen, KÍF, Høgni Vilhelmsen, Kyndil, Hans á Lag, Kyndil, Jóhan Danielsen, StíF, Regin Johannessen, Kyndil og Tummas Johansen, StÍF.

Eg fann í myndasavninum omanfyri mynd av U20 landsliðnum í hondbólti frá 1995. NM-kappingin varð hetta árið hildin í Føroyum í døgunum 10.11.og 12.august, og norðurlondini vóru Svøríkí, Noreg, Danmark, Ísland og Føroyar. Føroyska landsliðið var væl mannað og tapti bara við einum máli fyri Íslandi 22-23, dystur spældur í Havn. Í høllini á Skála taptu Føroyar 20-24 fyri Noregi, og síðani taptu okkara menn fyri Svørikí 17-31 á Skála og 18-32 fyri Danmark í Vestmanna. Í dag nærkast spælararnir teimum fjøruti árunum, og onkur teirra er farin um tey fjøruti árini. Søgulig og áhugaverd hondbóltsmynd. (Vagnur)