Úr myndasavninum – Myndir sendar úr Klaksvík vekja góð hondbóltsminni (e)

Henning Eysturoy, sáli, handar steyp á ólavsøku 1970 ella 1971. Forvitin unglingi við longum hári og klaksviksgenturnar Sunneva, Sigrid, Jórun, Sigrid og Jónfríð lýða á.

Nú ein dagin fekk eg tvær myndir sendandi úr Klaksvík, og tær vekja góð minni. Á myndunum eru fleiri kvinnur úr Stjørnuni, sum vóru kend hondbóltsandlit tá. Fleiri teirra spældu eisini á fyrsta føroyska hondbóltslandsliðnum. Læs resten

Málið um bummgjaldið í undirsjóvartunlunum er áhugavert mál

Marjus Dam er ótroyttuligur í stríðnum um at fáa strikað bummgjaldið í undirsjóvartunlunum. Sjálvur haldi eg, at Marjus er ikki taktiskur í málinum, tí fólk flest kring landið eini 80% taka ikki undir við at strika bummgjaldið, og tú sært heldur ikki í fjølmiðlunum undirtøku at avtaka bummgjaldið. Føroyingurin er jú ikki býttur. Var talan um eina samhaldsfasta skipan fyri alt landið, var undirtøkan 100%. Hóttanir eru komnar úr Vágum um at stevna, men hetta eru alt tómar hóttanir, tí fólk við skili vita, at tað nyttar einki at stevna, tí málið um bummgjaldið er politiskt mál, eins og ein samhaldsføst skipan eisini er. Læs resten

Sophus Dal-Christiansen sigldi í 1946 til Danmarkar í 6-mannafari

14. juni 1946 fara Sophus og báturin Guðrun TN 8 út um Molan. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Bøkurnar Havnin – fólk og yrki eru valaverk skrivað og sett saman av Birgari Johannessen. Tá eg í gjárkvøldið kagaði eina løtu í eini bókini, kom eg á síðu 370 at síggja nakað áhugavert, sum eg ikki rættliga visti um. Síggi tvær myndir av einum 6-mannafari og Johan Sophus Dal-Chistiansen (1888-1969) í bátinum. Myndirnar eru frá 1946, og tá er maðurin 58 ára gamal. Sophus ætlar sær at sigla til Danmarkar í einum opnum 6-mannafari við 3,5 hk motori. Henda ferðin, sum í dag vit kanska høvdu sagt var óðamannaverk, skuldi gerast eitt satt bragd og eisini hættislig, tí báturin Guðrun TN 8 fekk skaða á ferðini, tá stevnið skrædnaði. Læs resten

Úr myndasavninum – Hesir slóðaðu fyri at menna neistaliðini (e)

Neistamenn 1964. St.f.v: Jógvan (Egga) Jensen, Jákup (Bass) Dahl, Hans Mortensen og Gunnar Ihlen. Húkandi f.v: Hildibjart Johansen, Jens av Reyni, Christian Jørgenen og Johnny Reinert.

Tá ið eg sum trettan, fjúrtan ára gamal setti fótin fyrstu ferð á hondbóltsvøllin í Gundadali, vóru tað spælararnir á myndini, sum mannaðu besta liðið hjá Neistanum. Um hetta mundið gjørdist Hans Mortensen formaður, sum loysti av Gunnar Ihlen. Hetta vóru ungir menn, sum høvdu stórar ætlanir um framtíð Neistans. Teir bygdu Neistahúsið, sum seinni bleiv til ÍSF-húsið.  Læs resten

Kyndilsmenn hava veruliga birt spenning aftur í stigatalvuna

VÍF og Kyndil spæla helst avgerandi dyst í Vestmanna 15. apríl til tess at koma í FM-finalurnar.

Harða venjingin við Andreas F. Hansen á odda í langa steðginum í landskappingini hevur givið kyndilsmonnunum so mikið nógv stig á seinstu tríggjar dystirnar, at liðið hevur eins góðar møguleikar og VÍF og KÍF at spæla FM-finalurnar ímóti H71. Hyggja vit í stigatalvuna, so talar alt fyri, at endaliga avgerðin fellir ikki fyrr enn seinastu dystirnar í grundspælinum 15. apríl, har VÍF og Kyndil spæla í Vestmanna og KÍF og H71 spæla í Kollafirði. Læs resten

Politiska hornið – Nøkur orð um fiskivinnuskipan, bummgjald og Kringvarpið

Vágatunnilin er í tryggjum hondum hjá P/F Vágatunnilin. (Mynd Vagnur)

Nógv áhugaverd politiksk mál eru í løtuni í fjølmiðlunum. Mest fyllir nýggja fiskiveiðuskipanin, men eisini bummgaldið í undirsjóvartunlunum, og at fólk í Fólkaflokkinum enn einaferð leggja eftir Kringvarpinum. Tá talan er um nýggja fiskiveiðuskipanin, so halda fólk, eg tosi við, at ketan hjá vanliga fólkinum fyri langari tíð síðani er dottin av tannhjólinum. Vit klára ikki at fylgja við, har hóttanir úr Norðoyggjum, niðarlaging av fiskiveiðuøkjum í Føroyum, uppboðssøla og kvotur flúgva um oyrini á fólki. Guð viti, um tey koma á mál innan 1. januar komandi. Annað mál er bummgjaldið í undirsjóvartunlunum, sum er áhugavert mál. Læs resten

Úr myndasavninum – Kirkjan kundi verið bygd liðug í 1865

Fólk vita ikki rættiliga, hvat skal gerast við Múrin. (Mynd Fólkini Úti á Bø)

Fólk vita ikki rættiliga, hvat skal gerast við Múrin. (Mynd Fólkini Úti á Bø)

Arnstein Niclasen gav út forvitnisligu  bókina “Fólkini úti á Bø”. Úti á Bø er bygdarlag sunnan fyri Kirkjubø, har tveir uppsitarar við familju hildu til í meira enn hundrað ár. Í 1894 fóru tey seinastu fólkini av bygdini og heim til Havnar at búgva. Eg fari seinni at ummæla bókina, men enn er øll bókin ikki lisin. Í hesi grein havi eg fingið loyvi frá rithøvundanum at vísa á brot úr bókini um Múrin, sum varð bygdur um ár 1300. Mangt kjakið hevur verið um Múrin, men í 1865 var næstan komið á mál at fáa katólsku kirkjuna liðugtbygda. Og Arnstein greiður soleiðis frá um átakið í 1865. Læs resten

5-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag skal eita INGIBJØRG

Ingibjørg Samuelsen var stóra eldsálin í Havnar Róðrarfelag. (Myndaeigari Ásla)

Havnar Róðrarfelag fær nýtt 5-mannafar, og tvær barnamanningar og ein dreingjamanning skulu rógva við bátinum í summar. Havi hjálpt HR at útvegað bátin, og eg ynskti, at báturin kom at eita INGIBJØRG, og hetta góðtók nevndin.

Hvør er so henda Ingibjørg, talan er um: Sjálvur havi eg ikki róð, men sum smádrongur stýrdi eg Sílinum og kom at kenna Ingibjørg, sum róði við Sílinum. Ingibjørg Samuelsen í Horni var heilt serlig í Havnar Róðrarfelag. Hon brendi fyri kappróðri, hon stílaði fyri og var miðsavnandi. Sum nítjan ára gomul fór hon til Danmarkar, men kom hvørt summar heim at rógva.

Seinni flutti Ingibjørg aftur til Føroya og helt fram sum stór eldsál at arbeiða í Havnar Róðrarfelag.

Eg havi tosað við Jóhan Samuelsen um systrina, men fyrst nøkur brot úr bókini Drekin, har Ingibjørg sjálv skrivar: Læs resten

Úr myndasavninum – Hoygg, bilar, fólk, sekkir og tunnur hvørt um annað

Tronglingt úti í krókinum við Havnarskrivstovuna. (Mynd Tórshavnar Havn)

Myndin omanfyri er áhugaverd, tí hon sigur frá, tá Tórshavnar Havn eystanfyri ikki var eitt bingjuhotell og stongd fyri almenninginum. Vit síggja hoyggj, silda-og oljutunnur, postsekkir, persónbilar, lastbilar og folk hvørt um annað í krókinum við Havnarskrivstovuna. Myndin er tikin seinasta í 1950-árunum ella fyrst í 1960-árunum. Bilsniðini siga mær frá hesum. Tjaldrið er har, sum 20. oktober í 1967 fór seinastu ferð úr Føroyum. Handa Opelbilin Fø 2018 kennist eg við, tí bilsniðið koyrdi í Havnargøtunum, tá eg kom í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen í 1967. Tá var hasin Bedford lastbilurin við snúta farin av móta, tí í 1967 vóru nógvir snútaleysir Bedford lastbilar komnir til landið. Veit, at Bedford “K-modellið” byrjaðu onglendingar at framleiða í 1931, og fyrsti brandbilurn og líkbilurin í Havn vóru Bedford “K-modell”. Brandbilurin kom í 1948 og líkbilurin í 1949. Ja, so síggja vit eisini ein Morris/Austin lastbil. Fyrsta byggistigið at byggja Molan byrjaði í 1923, annað byggistigið árini 1945-1955 og triðja byggistigið árini 1955-1975. Annars haldi eg, at spell var, at Havnarskrivstovan møtti lúta fyri útbyggingini av havnini, tí húsið var so serligt og hugnaligt. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Landsliðsmyndin er óivað frá 1975

Frá vinstru: Vagnur Olsen, Torbjørn Mikkelsen, Finn Bærentsen, Kyndil, Sverri Jacobsen, Kyndil, Echardt Persson, Neistin, Finnur Helmsdal, Kyndil, Karl Johansen, Stjørnan, Kristin Johansen, VÍF, Bjarni Samuelsen, Neistin, Johnny Joensen, VÍF, Niels Nattestad, Kyndil, Hilmar Joensen, Kyndil, Hans Mortensen, venjari og Erhardt Næs.

Tú fekst landsliðsmyndina sendandi frá vinmanni úr Danmark. Ikki lætt at finna útav, nær myndin nágreiniliga er frá, men man hon ikki vera frá 1975. Meti meg eftir landsliðsvenjaranum Hansi Mortensen og Karli Johansen úr Stjørnuni. Karl spældi fimtan landsdystir fyri Føroyar, og fyrsti dysturin var ímóti Onglandi á útivølli fyrsta novembur í 1975, sum Føroyar vunnu 21-3. Dagin eftir spældu Føroyar ímóti Skotlandi í Cumbernauld, sum Føroyar vunnu 39-14. Árið eftir í 1976 spældu Føroyar minniligu HM-dystirnar í C-bólkinum í Portugal. Føroyar fingu góð úrslit, og liðið tapti millum annað bara við einum máli ímóti Sveits. (21-20). Kári Mortensen og Eyðfinn Egholm, sum spældu í Danmark, komu aftrat manningini úr Føroyum. Fýra persónar á myndini eru ikki millum okkum longur. Vagnar Olsen, Torbjørn Mikkelsen, Finnur Helmsdal og Sverri Jacobsen. Erhard Næs umboðaði ÍSF og Vagnur Olsen og Torbjørn Mikkelsen vóru limir í hondbóltsdeildini í ÍSF. Hondbóltssamband Føroya varð stovnað 19. apríl 1980. (Vagnur)