Hesa frálíku mynd tikin í skýming frá 1950-árunum sendi FinnBjørn Guttesen mær í morgun. Hann er uppvoksin í Hornabø og veit nógv um skip og gamalt í Havn. Á myndini er byggifyritøkan Kampsax farin undir annað byggistig av Molanum. Vit síggja úr Molanum nakað av grótkasti. Fyrsta byggistigið byrjaði í 1922/23 og triðja byggistigið seinnapart í 1960-árunum. Hetta er so annað byggistigið at leingja Molan út í fulla longd, sum var liðugt seinast í 1950 árunum. Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Politiska hornið – Okkurt er spinnandi galið í okkara landi
Tað var dapurt at hoyra Henrik Old í Kringvarpinum í gjárkvøldið. Hann var meira fáorðaður enn vanligt og kroystur um viðlíkahaldið av tunlunum í Føroyum. At hugsa sær, at 150 milliónir krónur skulu á borðið hjá Landsverki, skulu tunlarnir lúka trygdartreytirnar, sum tildømis eru í Noregi. Men Landsverk hevur bara tríggjar milliónir at taka til. Vegirnir kring landið eru í ringum standi, og játtanin seinnu árini til umvælingar av vegunum er minkað niður í næstan einki. Hetta fer alt fram, meðan vit hava so góðar tíðir í Føroyum sum ongantíð áður. Hetta óskiljandi, tá hugsað verður um, at útlendingar fara avstað við 800 krónum um árið úr okkara fiski – og alivinnu. Læs resten
Meiningahornið – Alt ov nógvur matur fer aftur í havið
Tá ið eg síggi snotuliga trolararnar fullfermdur koma aftur úr Barentshavinum, hugsi eg um allan matin, sum fer aftur í havið. Lippur, kjálkar, rogn, uggar, livur og ryggir, sum kundu verið malin til mjøl. Eg havi hoyrt onkran sagt, at flakið er bara 30/35% av fiskinum, restin fer aftur í havið. Klaksvíkingar royndi seg við nýggjum Skálabergi, har allur fiskurin kom til høldar, men trolarin varð seldur av landinum. Læs resten
Úr myndasavninum – Tá neistakvinnur í 1979 spældu fyrstu Europa cup dystirnar

Neistinkvinnur og venjarin Jjørleif Kürberg hyggja í Sosialin, hvat skrivað er um dystirnar. Vit síggja frá vinstru Helenu Mortensen, Ritu Berg, Ingun Larsen, Hjørleif Kürberg og Ruth Róin. Kvinnan við bakinum til er Torgerð Klein.
Í 1978 og 1979 fóru stórhendingar fram í Neistanum, tí tá skuldu neistakvinnur fyri fyrstu ferð spæla Europa cup dystir fyri meistaralið. Tá var kappingin øðrvísi enn nú, tí tú kundi longu í fyrsta umfari møta eitt av sterkastu liðum í Europa. Fyrsta umfarið skuldi spælast seint um heystið í 1978, men neistakvinnur trektu frítt í fyrsta umfari. Spælarar bíðaðu spentir, hvat lið Neistin skuldi spæla í øðrum umfari, sum skuldi spælast í januar mánað í 1979. Neistin trekti polska meistaraliðið K.S. Ruck úr býnum Krakow, sum játtaði at spæla báðar dystirnar í Føroyum. Læs resten
Seinasta heilsan til havnarmyndirnar Eivind í Gongini og Kára Mouritsen
Herfyri andaðust tvær kendar havnarmyndir Eivindur í Gongini og Kári Mouritsen 73 og 74 ára gamlir. Við hesum fáu orðum fari eg at minnast báðar kreativu menninar í tveimum samanhangum. Frá Sjónleikarhúsinum og tiltakinum Aftur í 60-árini, sum Neistin skipaði fyri í tjúgu ár frá 1988 til 2007.
Í arbeiðsrúminum heima hongur lítil málningur, sum eg í 2004 keypti frá Eivindi í Gongini á framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Málningurin er av indiska dreinginum Pau, sum hvønn morgun á súkklu kom við morgunbreyði til Eivind og tey.
Kendi heilt væl Eivind, sum vit fyrst kendu frá handlinum í Gongini, men so eisini frá Sjónleikarhúsinum.
Eivindur var frálíkur dansari, og serliga dugdi hann væl at dansa Rock and Roll, sum krevur skjótleika og fimi. Í tiltakinum Aftur í 60-árini skipaðu vit eisini fyri mótasýning og skemti á pallinum. Og tá var boð eftir Eivindi at dansa Rock and Roll til 60-ára tónleik. Eivindur var altíð í góðum lag, skemtingarsamur og fittur at práta við. Læs resten
Róðrarfelagið Knørrur fær nýtt 10-mannafar og nýtt 5-mannafar

Bátarnir hjá Róðrarfelagnum Knørri standa í friðaða Evensens pakkhúsi á Müllers brúgv. (Mynd Vagnur)
Í summar hevði manningin umborð á Orminum langa tveir bátar at velja ímillum, og báðir møguleikarnir vóru brúktir. Annað 10-mannafarið smíðaði Sámal Hansen felagnum í 2008, men á várí í 2016 var báturin skiftir um við Norðing, áður tann Eysturoyingur, sum Sámal Hansen smíðaði í 1998. Í 2016 hendi tað, at Ormurin vann tveir teir seinastu FM-róðrarnar og gjørdist nummar tvey í FM-kappingini. Eystoyingur vann FM-heitið við 44 stigum, Ormurin 38 stig og Havnarbáturin 37. Læs resten
Úr myndasavninum – Forvitnislig mynd úr Gundadali frá 1940

Haldi heilt vist, at konan uttast til vinstru er Rigmor Christiansen. Myndin er frá 1940. Hondbóltsmálið kemur undan vinstru megin. (Myndin er úr myndagoymsluni hjá Birgit Hestoy, sálu.)
Um dagarnar fekk eg forvitnisliga mynd av Gundadali frá Jon Hestoy. Myndin er av hondbóltsspælarum í Gundadali í 1940, sum mamman Birgit Hestoy, sála, átti. Fyri tveimum árum skrivaði eg grein um Birgit, sum í 1938 byrjaði at spæla hondbólt á Sevmýru, og Birgit spældi eisini ímóti Neistanum í Havn. Myndin er serlig, tí hon er tikin frá ”vinkli”, sum eg ikki havi sæð áður. Nógv áhugavert er at síggja á myndini millum annað trý hús uppi á Varða. Sunnastu húsini átti William Heinesen rithøvundur, og eg havi tosað við Heina son William um myndina. Hann sigur soleiðis: Læs resten
Hans Mortensen var ímyndin hjá okkum ungu í 60-árunum (e)
Hesa grein skrivaði eg fyri fimm árum síðani um neistastríðsmannin og viðspælaran Hans Mortensen Herfyri fylti SMS 40 ár, og greinin í 2012 byrjaði soleiðis: Grannin SMS fyllir 2. november 35 ár, og í hesum sambandi hátíðarheldur fyritøkan føðingardagin á ymsan hátt. Í SMS-blaðnum, sum kemur í hvørt hús, hevur Jógvan Arge forvitnisliga samrøðu við íverksetaran Hans Mortensen um hansara lívsverk á Trapputrøðni. Neistin og eg sjálvur hava so nógv at takka Hansi fyri, og 17. november 2010 skrivaði eg á heimasíðu Neistans niðanfyri grein um Hans Mortensen, sum millum annað tók stig at byggja Neistahúsið í 1963. Hans var tá ungur og íðin formaður, hann slóðaði fyri nýggjum neistahúsi, hann spældi nógv ár á besta liðnum, hann spældi á landsliðnum, og hann var seinni landsliðsvenjari. Læs resten
Úr myndasavninum – Danskir dómarar dømdu minniligu steypafinaluna í 1994

Neistin steypavinnari í 1994. St.f.v: Karl Oddmar Rasmussen, Kári Mortensen, spælandi venjari, Tróndur Bogason, Birgir Kass, Freddie Poulsen, Jóhan Stenberg, Annfinnur Debess og Vagnur Michelsen, skifti út. Húkandi f.v: Uni Wardum, Páll Nólsoy, Bogi Henriksen, Sigmund Christiansen og Rúni Nolsøe.
Danin Lars Nedegaard vandi VÍF í 1994, og hann og onnur vildi hava, at danskir dómarar skuldu døma steypafinaluna millum Neistan og VÍF. Um hetta mundið var nógv prát millum manna um dømingina í føroyskum hondbólti. Lars helt ikki, at føroysku dómararnir vóru nóg góðir at døma ein so týdningarmiklan dyst. Neistamenn vunnu minniliga finaludystin. Dysturin endaði fyrst 21-21, men eftir umdyst og við fýra neistamonnunum á vølli, vann Neistin finaluna 25-24. Uni Wardum skeyt avgerandi málið í seinastu sekundunum. Og Hilmar Jan frá Sosialinum segði millum annað soleiðis um dystin við yvirskiftini “Dreymafinalan”. Læs resten
Bakkafrost átti at bygt teimum nýggjar tunlar norður um Fjall

Tunlarnir norður um Fjall eru frá 1967 og hálvhundrað ára gamlir. Teir eru ótíðarhóskandi, vandamiklir og lúka ikki trygdarkrøvini, sum tildømis eru í Noregi. (Mynd Vagnur)
Hoyrdi í Kringvarpinum, at tað kostar 315 milliónir krónur at gera nýggjar tunlar norður um Fjall. Tá so vit hoyra, at Bakkafrost í 2016 hevði 1,165 millard í rakstrarúrslitið og 335,5 milliónir krónur fyrsta ársfjórðin í 2017, so átti Bakkafrost at bygt teimum har norðuri nýggjar tunlar. Bakkafrost hevur jú alivinnu í Hvannasundi. Bakkafrost kundi sett 50 milliónir av um árið í seks ár til nýggju tunlarnar, sum eina tøkk til fólkini har norðuri og okkum onnur. Hetta høvdu tey havt uppiborið. Læs resten




