Úr myndasavninum – Niclas í Koltri smíðaði í 1970 vakra 8-mannafarið Gulaklett

Líðarfjall áður Guliklettur við bryggju í Nólsoy. (Mynd Sonne Smith)

Um dagarnar kom eg á Facebook at kennast við vakurt 8-mannafar, sum lå bundið við bryggju í Nólsoy. 8-mannafarið lá fyri nú nógvum árum síðani við síðuna av okkara báti undir Müllers pakkhúsi, og eg minnist væl, tá vinmenninir Poul á Verkinum, Poul Guttesen og Karter Niclasen í 1970 fingu Niclas í Koltri at smíða teimum bátin. Poul Guttesen kendi eg heilt væl, og eg kom nógv í heimið í Hornabø, har Poul og konan Hedvig búðu. Yngsti sonurin Finn Bjørn og eg eru vinmenn, og sjálvt um hann fór ungur til Danmarkar, so vitjaði eg mangan í Hornabø. Poul og eg høvdu altíð nógv at práta um, og serliga tosaðu vit nógv um bátar okkara, og tað at fara á flot. Poul doyði 1996, og nú vildi eg kanna, um 8-mannafarið Guliklettur TN 486 var til enn. Hetta skuldi gerast áhugaverd kanningarferð. Leiðin gongur fyrst til Nólsoyar.  Læs resten

Úr myndasavninum – Nógv er broytt í Havn seinastu 51 árini

Áhugavert at síggja loftmyndina frá 1967. Enn eru nógvir grønir blettir í høvuðsstaðnum. Aftur ein áhugavert loftmynd.

Altíð áhugavert at síggja ymsar eldri loftmyndir av Havnini, tí tá sæst, hvussu nógv høvuðsstaðurin er broyttur í tínari tíð. Og altíð er okkurt nýtt at síggja, sum tú hevur gloymt. Løgið at hugsa sær, at júst, sum myndin er tikin, arbeiddi eg uppi í Grótbróinum, har eg arbeiddi í eitt ár, áðrenn leiðin gekk á verkstaðið hjá Vilhelmi Nielsen at læra til bilsmið. Høvuðsarbeiðið í Grótbrotinum var at bora hol og spreingja ov stórar steinar, sum ikki sluppu í størra knúsaran. Havi áður skrivað grein um hendingaríka árið í Grótbrotinum. Aftur her síggja vit Skálatrøð, har teir eru byrjaðir at spreingja grót til Molan, og so síggja vit eisini uppi í vinstra horni, at vegurin yvir á Frælsið er ikki gjørdur.

Á Skipasmiðjuni smíða teir farmaskipið Norðvíking, og Kjartansmolin, sum onkur rópti hann, er ikki gørdur, og Havnin er enn brimpláss, har havaldan hevði fría kós inn í Vágsbotn. Ja, so er nýggja Landsbókasavnið ikki bygt, Eisini áhugavert at síggja, at hvussu lítið er bygt frá Dalavegnum og vestureftir, har tey ikki enn hava stykkjað út á Mikkjalstrøð. Nógv virksemi á Saltsøluni, Bacalao og Fiskasentralinum, og gamla Hospitalið er enn ikki flutt. Ja, so eru enn eingir glastrevjabátar og bátabrúgvar. So nógv er broyttast hesi 51 árini síðani 1967. Um hetta mundið vaks Havnini við fúkandi ferð, tí í 1950 búðu 5.607 fólk í Havn og longu í 1975 var fólkatalið 11.329 fólk. Ì 1967 búðu 40.441 fólk í Føroyum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – teir svumu á sjónum hvønn dag í árinum

kjkkj

Víkingarnir: Petur Lava Hansen, Johan Ellendersen, Pól á verkinum og Karl Samuelsen.

Menninir á myndini arbeiddu á Tórshavnar elekricitetsverki úti á Rundingi á Vestaru bryggju. Teir eru frá vinstru Petur Lava Hansen, Jóhan Ellendersen, róptur skómagarin úr Hvalba, Poul á verkinum og Karl Samuelsen. Hvønn dag í árinum svumu teir á sjónum, og tað er í tí sambandinum, at myndin er tikin. Teir svumu frá sjóvarmálinum á Rundingi og yvir á kolabrúnna hjá Lützen og aftur. Kavi er henda dagin, myndin er tikin. Myndina havi eg fingið frá Elsu Horn, dóttir Pól á Verkinum. Læs resten

Úr myndasavninum – Aftur ein áhugaverd loftmynd av Havnini

Her er Havnin framvegis brimpláss, har havaldan hevur frítt spæl inn í Vágsbotn. 

Aftur ein áhugaverd loftmynd av Havnini tikin uttan iva fyrst í 1960-árunum. Serliga síggja vit, at Havnin er framvegis brimpláss, har havaldan hevur frítt spæl beint inn í Vágsbotn. Triðja byggistigið av Molanum er ikki byrjað, so Molin fær fulla longd, og skipasmiðjumolin er ikki bygdur. Alt virksemið hjá Timburhandlinum og Baldslev er ikki enn flutt niðan á Háls og niðan í Hoyvík, og smáu pakkhúsini og bygningurin Hjá Kartna Winther og teimum eru eisini har. Einki vegasamband millum Vágsbotn og Skálatrøð, og Skipasmiðjan ikki fingið nýggja bedingsvognin.

Áhugavert at síggja, hvussu fá hús eru í Hoyvík. Eini 4000 fólk búgva nú fleiri í Hoyvík enn á myndini, og Grótbrotið, sum vit síggja við Oyggjarvegin, er niðurlagt og Brandstøð og annað virksemið hjá kommununi bygt á staðnum. Ja, so liggur Dannebrog við Molan, og nógv fólk taka ímóti. Rokni ikki við, at so nógv fólk í dag koma á Molan at taka ímóti drotningini. Fyri hálvthundrað árum síðani vóru føroyingar meira kongavinarligir, tó at vit framvegis hava stóra virðing fyri drotningini, sum megnar sítt arbeiði til lítar. Ja, so er tað Saltsølan, Bacalao, og Fiskasentralurin? Á myndini er nógv vinnuvirksemi á Vestarubryggju , sum nú er minkað niður í einki. Eingi skip liggja ikki longur fyri teym í Havn. Tíðirnar broytast í høvuðsstaðnum, má sigast. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Ætlan var fyrst at byggja Kommunuskúlan sunnanfyri Plantasjuna

Løgið at hugsa sær, at man fyrst í 1950-árunum fór undir at byggja so stóran skúla millum sethúsini har á leiðini. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Alt hevur sína áhugaverdu søgu eisini Tórshavnar kommmunuskúli, sum endaði sum lestraríbúðir. Ikki visti eg, at tá Býráðið í 1947 samdist um at skriva út almenna teknikapping um uppskot til nýggjan kommunuskúla, at ætlanin var at byggja skúlan við Hoydalsvegin sunnanfyri Plantasjuna. Átjan uppskot komu inn, og ungi verkfrøðingurin Christian Eli Lamhauge vann kappingina. Um hetta mundið vaks Havnin við fúkandi ferð, ja, uttan iva tann størsta tilflytingin til Havnar nakrantíð. Í 1951 var ætlanin at byggja skúlan við Plantasjuna slept, og í 1952 var farið undir at byggja skúlan, sum var vígdur 2. september 1956. Eitt er Kommunuskúlin, annað er vakri laðaði grótgarðurin um skúlaøkið, sum partur mátti víkja fyri nýggja skúlanum. Læs resten

Havnin hevur ikki fyri neyðini nakra menningarkvotu

Hetta er myndin í dag á Vestarubryggju. Bátar landa til Landingarmiðstøðina, og fiskurin fer bilum til virki kring landið. (Mynd Vagnur)

Síggi í morgun á in.fo, at Heðin Mortensen vil hava fólk at sláa ring um Havnina og fáa fiskivinnuvirksemi aftur á Vestarubryggju beinanvegin. Fáa latið upp Bacalao. Her haldi eg, at Heðin veit ov lítið um fiskivinnuna í Havn, tí í Havn er mest sum eingin fiskivinna longur. Egningarskúrarnir standa tómir og myrkir, og í Havn er bara ein landingarmiðstøðu. Skip og bátar landa fiskin fyri síðani at vera sendur við stórum bilum til virki kring landið. Flestu fiskiskipini eru seld úr býnum, har tey seinastu fýra fóru til Sørvágs. Eftir eru Enniberg, einstakt uppisjóvarskip og nøkur heilt fá skip við TN á bógnum. Tað var tann tíð, tá landað vóru 12-15000 tons av botnfiski til Bacalao  Læs resten

Kvørkveggja kann gerast ómetaliga tamur fuglur

Kvørkveggja kann gerast heilt tamur fuglur, sum ikki gongur sum nógvir aðrir fuglar. Hon hoppar, tá ið hon leitar sær eftir føði. Steggin er svartur og hevur gult nev. Bøgan er dimmmorreyð.  (Mynd Vagnur)

Fyrrapart plagi eg at spáka fram við Havnará og eftir ymsu gøtunum í Plantasjuni. Nógv fólk vitja Plantasjuna hvønn dag, hetta síggi eg úr køksvindeyganum. Onkuntíð havi eg minna myndatólið í lummanum, og tímur tú at hyggja nóg væl, so er altíð okkurt at taka mynd av. Hesa tíðina eru sílini í ánni, sum tú kennir aftur, har eru krákir, fiskimásar, dunnur og smáfuglar. Mánadagin fylgdi ein kvørkveggja mær eina løtu ovast í Plantasjuni. Steðgaði eg, steðgjaði hon, men so var hon við eitt burtur. Tað eydnaðist mær at fáa eina mynd av vøkru bøguni. Kvørkveggjan hevur hildið til í Føroyum síðani 1930 árunum. Læs resten

Úr myndasavninum – Smyril frá 1967 var longu frá degi eitt ov lítil og ótíðarhóskandi

Smyril frá 1967 var longu frá byrjan ov lítil og ótíðarhóskandi til Suðuroyarsiglingina. (Mynd Tórshavnar Skipasmiðja)

Vit fylgdu væl við, tá Tórhavnar Skipasmiðja í 1967 bygdi nýggja Smyril til Suðuroyarsiglingina. Skjótt sóu vit, at skipið sýnist alt ov stutt serliga har afturi. Søgur gingu tá um, at økið við skipasmiðjuna var ov stutt niðan ímóti Hornabø til tess at byggja longri bát, tí kom báturin at síggja soleiðis út. Hetta fari eg at spyrja fyrrverandi stjóran um, næstu ferð eg vitji hann. Smyril, sum tók 250 ferðafólk,  fór av bakkastokki í 1967. Smyril kundi eisini gera stuttar uttanlandsferðir, og hann gjørdi fleiri ferðir til Scalloway í Hetlandi, men tá hevði hann bert loyvi at taka trýs ferðafólk.

Longu tá ið Smyril fór av bakkastokki í 1967, var greitt, at hann var ov lítil og ikki tíðarhóskandi til Suðuroyarsiglingina. Tíðirnar um hetta mundið broyttust til tað betra í Føroyum, og longu í 1975 keypti Strandferðslan ferjuna Morten Mols, sum var navngivin Smyril. Seinni kom ferja av sama slagi, sum fekk navnið Teistin, sum fór í fasta rutu til Skotlands. Hetta var rættilig kollvelting, tí nýggi Smyril kundi eisini flyta nógvar bilar millum oyggjarnar. Gamli Smyril fekk navnið Dúgvan og var í 1980 til seld Guinea. (Vagnur)

Úr myndasavninum – 55 ára gomul áhugaverd mynd av Vestaruvág

Áhugavert at síggja sleiparan hjá Kampsax, sum skipasmiðjan yvirtók , og at síggja Heklu, sum vit ungu mangan sníktu okkum umborð. Myndin er frá 1962.

Myndin omanfyri er serlig fyri meg og onnur ung, sum í ungdómsárunum hildu til á Vestarubryggju og har um leiðir. Minnist ikki rættiliga sleiparan, sum Kampsax lat skipasmiðjuni, eftir at fyritøkan var liðugt at gera annað byggistig av Molanum. Hetta var seinast í 1950-árunum. Tað hevur uttan iva sína orsøk, at eg ikki minnist sleiparan hjá Kampsax, tí vit búði uppi við Landavegin, og tað var ikki talan um at fara oman til sjóvarmálan at spæla, uttan vit dugdu at svimja. Serliga minnist eg Heklu, sum øll ungdómsárini lá fyri teym á Vestaruvág. Læs resten

Úr myndasavninum – Phil & Søn longdi Molan út í fulla longd

Áhugavert var at síggja, tá kisturnar vóru sleipaðar á sjógv. (Myndin, sum FinnBjørn tók, er frá 1971)

Áhugavert at fylgja arbeiðinum at víðka um havnarlagið í Havn. Tveir grótbátar sigla alt døgnið frá lítlu fyribilsbryggjuni á Glyvursnesi og inn ímóti Molanum. Nýggi brimgarðurin er um at fáa skap og sæst suður í Nólsoyarfjørð. Hyggur tú í kikaran, so sært tú stóru dumpararnar koyra grót úr Grótbrotinum og oman til sjóvarmálan, har gravimaskina lastar grótbátarnar. Teir halda bara frí sunnudag til nátturðatíð, og so herja teir á aftur. Tosaði við mann umborð á grótbáti, og hann segði mær, at tveir mans eru umborð á grótbótinum. Skipari og dekkari sum sigla í ein mánað og hava frí í ein mánað. Teir arbeiða tólv tímar um døgnið og arbeiða fjúrtan dagar um náttina og fjúrtan dagar um dagin. Læs resten