
Svenning Tausen var álitismaður.
5. november andaðist Svenning Tausen eftir drúgva sjúkralegu. Svenning, sum var úr Hovi og sonur Johann Michael Tausen og Dortheu f. Hammer, gjørdist 77 ára gamal. Svenning giftist Amy f. Olsen úr Rituvík. Tey eiga børnini Duritu og Magnus.
Svenning tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1958 og gjørdist lærari fyrst í Føroya Millum- og Realskúla frá 1958 til 1961 og síðani við realdeild Føroya Studentaskúla frá 1961 til 1974, tá ið hann gjørdist varaskúlatjóri í Eysturskúlanum, sum tá var nýggjur skúli.
Við gravarferðina hjá Svenningi í fullsettari Vesturkirkju segði Uni Næs prestur frá um alt, sum Svenning fekk frá hondini á lívsleiðini, og tað var ikki hissini tilfar. Svenning hevði stóran alsk fyri føroyska málinum, og hann savnaði, skrivaði og týddi bøkur til skúlabrúks, eitt nú Bíbliusøgur, Kristnikunnleika til skúlabrúks, Litfloru, Fuglar í Norðurhøvum og Heimsatlas. Læs resten →