Tá undirritaði spældi fyrsta hondbóltsdyst í 1964, var ikki møguleiki at koyra úr Havn inn á Strendur at spæla hondbólt. Oyggarvegurin var ikki bundin saman við Hórisgøtu fyrr enn juli mánað 1966, og tí mátti vit leiga bát.
Minnist serliga einu ferðina 1965/1966, tá ið deksbáturin Nólsoyar Páll við Gigga sum skipara kom eftir neistaunglingum inni í Vágsbotni. Hetta var einasti møguleiki hjá okkum at koma inn á Strendur at spæla hondbólt og koma aftur sama dag. Oyggjarvegurin var um at vera liðugur, men hann var ikki enn samanbundin. Læs resten









