
Vøkur mynd av føroyskari slupp. Eingin motorur og eingin telefon. Haldi, at sluppin júst er komin inn um Borðuna.
Myndina omanfyri keypti eg Undir Glasheyggi fyri nú mansaldur síðani. Helt tá, at myndin var serlig, tí einki navn og einki nummar. Ein deyðsiglari við ongum motori og donskum flaggi upp í mastrini.Myndin hongur ramma inn á skrivstovuni.
Tað var miðskeiðis í 1870 – árunum, at Føroyar fóru frá at vera bóndasamfelag og so líðandi til fiskiveiðusamfelag. Næstu árini vóru umleið hálvannaðhundrað sluppir keyptar úr Skotlandi og Hetlandi. Nú kundu ungir mennn forvinna sær pening umborð á slupp og harvið seta búgv.
Sluppirnar veittraðu tá við donskum flaggi, tí føroyingar átti einki tjóðarmerki. Flaggstríðið rópt var av álvara byrjað fyrst í 1900-talinum og kom í hæddina undir seinna heimsbardaga, tá týskurin fór inn í Danmark og bretar komu á land í Føroyum.
Tað var bretska hervaldið í Føroyum, sum kravdi, at føroysku sluppurnar skuldu veittra við føroyskum flaggi og eisini málast á sluppina. Guð viti nær vit føroyska flaggið var alment góðtikið av dønum um seinni heimsbardagi ikki brast á. Danska embætisverkið bæði í Føroyum og í Danmark arbeiddu ímóti, at føroyingar fingið egið tjóðarmerki.
Føroyska sluppin fór so líðandi í søguna eftir seinna heimsbardaga. Miðskeiðis í 1950-árunum lótu føroyingar stálínuskip byggja, har himmalvíður munur var á umstøðunum umborð hjá manningini.
Fyri jól kom út bók um Westward Ho, sum var bygd í Grimsby í 1884, og í 1895 var sluppin keypt til Tvøroyrar. Ein sluppgrunnur í Havn keypti Westward Ho, men nú eigur Tórshavnar kommuna gomlu sluppina. Frálíkt at vit varðveita føroysku sluppina. (Vagnur – skrivað januar 2026)
