Neistmenn spældu frálíkan fyrra hálvleik ímóti Kyndli og byrjaði dystin væl við 3-0 leiðslu. Fá mál komu annars fyrsta korterið, tí tá var javnleikur 4-4. Restina av hálvleikinum var bara eitt mál á muni og javnleikur. 5-5, 6-6, 7-7, 8-8, 9-9 og hálvleikstøðan 10-10. Í seinna hálvleiki mistu neistamenn takið frá byrjan, tí Kyndil vann fyrstu tíggju minuttirnar 6-1, og nú var støðan knappliga 16-11 til Kyndil. Neistamenn komu eitt sindur nærri Kyndil, tá ið tjúgu minuttir vóru spældir. Kyndil var tá á odda 21-18.
Men so steðgaði Neistin upp, og Kyndil dró frá til støðuna 25-18, tá ið seks minuttir vóru eftir at spæla. Neistin minkaði um munin seinastu minuttirnar, so endaliga støðan gjørdist 27-22 til Kyndil. Tað var serliga Finnur Hansson, sum gav Neistanum mønustingin í seinna hálvleiki, tí av teimum átta málinum, hann skeyt í dag, vóru tey sjey í seinna hálvleiki.
Kyndil er eitt av liðnum, sum vit kunnu rokna við heilt frammí í oddinum, meðan Neistin verður í niðara enda. Tó vænti eg, at unga neistaliðið fer at taka stig frá toppliðunum seinni í kappingini. Ein góðan skjútta aftrat í bakketuna hjá neistamonnum, so eru teir við aftur næstan á hædd við toppliðini, tí málverjarnir eru góðir, og verjan góð.
Málskjúttar Neistans: Jugoslav Djumic 7, Terji Mørk 4, Andras Joensen 3, Sjúrður Reginsson 2, Rói Hansen 2, Teitur Magnusson 2, Grímur Pedersen 1 og Beinir Davidsen 1
Málskjúttar Kyndils: Finnur Hansson 8, Birgir Poulsen 5, Andrias Sólsker 4, Josef Abrahamsen 3, Høgni Klein Olsen 3, Ludvík Súnason 2, og Hørdur F. Sigtórsson 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 6 | 188 | 136 | 52 | 11 |
| 2 | Kyndil | 5 | 139 | 123 | 16 | 7 |
| 3 | VÍF | 5 | 139 | 119 | 20 | 6 |
| 4 | H71 | 5 | 134 | 136 | -2 | 6 |
| 5 | StÍF | 5 | 132 | 119 | 13 | 4 |
| 6 | Neistin | 5 | 109 | 122 | -13 | 2 |
| 7 | Team Klaksvík | 5 | 82 | 168 | -86 | 0 |
